mánadagur 22. oktober 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagnan hjá B68 er knýtt at avrikunum í síðsta umfari hjá niðurflutta Giza Hoyvík og næstbesta HB liðnum
1. DEILD:
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Fara tvey lið at flyta upp, ella
verður tað bara ÍF, sum verður nýtt
lið í bestu deildini.
Tað er spurningur, sum hevur
stóran áhuga á Toftum, tí B68 er
einasta liðið, ið hevur møguleika at
vera í ferðalagi við fuglfirðingum
upp í bestu deildina.
Spurningurin ella rættari svarið
á spurningin hevur eisini stóran
áhuga í AB, 07 Vestur og EB/
Streymi. Eitt av hesum feløgunum
fer næstu dagarnar at missa rættin
at spæla í bestu deildini. Tað er
eisini møguleiki fyri, at tvey av
hesum feløgunum fara at missa
plássið í fremstu røð. Tað valdast,
hvussu tað fer at ganga í næstbestu
deildini.
-Vit hugsa um okkara avbjóð
ingar. Um vit skulu flyta upp, so
er fyrsta treytin, at vit vinna teir
báðar dystirnar, sum bíða, verður
sagt í B68.
Leygardagin var eingin dystur
á
Svangaskarði.
Útsynningurin
var so harðligur, at tað bar ikki
til at spæla. Sandoyingar fóru
suður aftur uttan at hava verið á
vøllinum. Útsetti dysturin verður
týskvøldið
klokkan
19.
Ljós
viðurskiftini eru so mikið góð á
Svangaskarði, at tað ber til at spæla
so seint á degnum, hóast dagurin er
so stuttur, sum hann nú er vorðin.
B68 møguleikin
27. og seinasta umfar í 1. deild
verður fríggjadagin.
Tá skal B68 spæla á útivølli
ímóti teimum næstbestu hjá Vík
ingi. 18. mars hevði Víkingur vitjan
av B68, sum legði rygg til 5-1 tap.
Í mai mánað fóru víkingar av
Svangaskarði við 5-0 tapi.
Takið hjá toftamonnum er at
vinna ímóti B71 og fríggjakvøldið
at vinna ímóti Víkingi. Um rokni
stykkið viðvíkjandi B68 uppflyting
skal ganga upp, so skulu teir
næstbestu hjá KÍ og/ella NSÍ
ikki
vinna
teirra
dystir.
Tey
skulu fríggjakvøldið bæði spæla í
høvuðsstaðnum.
KÍ skal spæla í Gundadali ímóti
HB. Liðini hava dystast tvær ferðir
higartil í ár. Talan var um javnar
uppgerðir, sum KÍ vann 2-1 bæði í
Gundadali og í Klaksvík.
NSÍ skal spæla á útivølli ímóti
Giza Hoyvík. Tíðliga í vár vann NSÍ
4-2 á útivølli ímóti Giza Hoyvík og
í mai mánað fór Giza Hoyvík úr
Runavík við 5-1 tapi.
NSÍ var í hopla
Tá ið dysturin á Toftum millum B68
og B71 var avlýstur fylgdu tey í B68
leguni væl við í, hvussu tað gekk í
Runavík. Spurningurin var, um teir
næstbestu hjá HB fóru at megna
at gera nakað við NSÍ og harvið
at syrgja fyri, at toftamenn sjálvir
kundu avgera uppflytingina.
Tá ið eitt lítið korter var farið
við Løkin, var HB frammanfyri
2-1, og tað passaði fínt í líkningina
hjá toftamonnum. Men so svaraði
heimaliðið so dyggiliga aftur og
vann 6-2. Veteranurin Jann Martin
Mortensen skoraði tvey mál, og
evnaríku ungu menninir Pætur
Turiðarson
Skipanes,
Steffan
Løkin og Mórits Heini Mortensen,
sum ivaleyst skjótt fara at síggjast
á besta liðnum, skoraðu hvør sítt,
og Jann Benjaminsen, sum í ár ofta
hevur verið á besta liðnum, skoraði
eitt mál.
HB málini skoraðu Rói av
Fløtum og Heri H. Mohr, sum við
hvørt hevur verið í besta hópinum.
Systkinabørnini
gjørdu um seg
Síðstu tíðina hevur tað ikki gingið
væl hjá næstbesta KÍ liðnum.
Eftir fýra tap á rað bragdaði tað
aftur leygardagin, tá ið Suðringar
fóru úr Klaksvík við 8-2 tapi. Harvið
heldur KÍ tørn um bronsuplássið.
Átjan ára gamli Tórur Jacobsen
skoraði trý mál, og Eivind Sørensen
skoraði tvey mál. Teir báðir eru
systkinabørn og abbasynir Jógvan
Jacobsen, sum fyri stuttum rundaði
tey áttati. Jógvan Jacobsen var
partur av tiltikna 66 liðnum hjá KÍ,
sum hann er heiðurslimur í.
Hini KÍ málini skoraðu Teitur
Fles, Fróði Mørkøre og Helgi
Simonsen.
Í seinna hálvleiki minkaði 16
ára gamli Pætur Augustinussen
um munin til 4-1, og John Marni
Lindenskov skoraði seinna málið
hjá Suðringum.
Hetta var fyrsti dystur hjá
Pæturi á næstbesta liðnum hjá
Suðringum. Augustinussen er fót
bóltsfamilja í Vági. Pætur er sonur
Palla og abbasonur Páll, sum báðir
vóru millum berandi spælararnar í
VB.
Flyta hvønn sín veg
Í trý ár hevur Giza Hoyvík verið í
næstbestu deildini. Leygardagin
varð tað í Fuglafirði staðfest, at
Giza Hoyvík næsta kappingar aftur
verður í 2. deild.
ÍF vann síðsta heimadystin í
næstbestu deildini á hesum sinni
3-2. Meðan Giza Hoyvík nú flytur
niður, so flytur ÍF upp.
Tað eru fleiri mánaðir síðani, at
tað varð greitt, at Suðringar flyta
niður.
Nú er tað greitt, at EB/Streym
ur og B36 fara at flyta upp. Upp
flytingin hjá EB/Streymi verður av
ongum, um besta EB/Streyma liðið
flytur niður úr bestu deildini.
Ari Ó. Ellingsgaard legði í fyrra
hálvleiki ÍF framum bæði 1-0 og 2-0.
Tá ið Tóri Nolsøe Olsen, sum
mikudagin verður 17 ár, tíðliga í
seinna hálvleiki økti til 3-0, var
møguleiki fyri skrædli, tí ÍF rakti
bæði stólpa og tvørtræ. Men Giza
Hoyvík menti seg og skoraði síðstu
minuttirnar
tvær
ferðir.
Mál
skjúttar vóru Hugin á Borg Feber
og Niklas Friði Jacobsen.
Fríggjakvøldið
fær
ÍF
gull
krónurnar eftir dystarlok á Sandi,
meðan Giza Hoyvík á heimavølli
ímóti NSÍ fer at siga farvæl við
næstbestu deildina – fyri hesa ferð.
TOFTAMENN
LIVA Í VÓNINI
Betri-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
ÍF
26
20
3
3
88
37
+51
63
2
NSÍ II
26
16
4
6
82
36
+46
52
3
KÍ II
26
16
4
6
67
32
+35
52
4
B68
25
15
3
7
57
34
+23
48
5
Víkingur II
26
11
4
11
43
45
-2
37
6
HB II
26
8
5
13
46
45
+1
29
7
Skála II
26
8
5
13
42
57
-15
29
8
B71
25
9
1
15
43
61
-18
28
9
Giza Hoyvík
26
6
5
15
34
48
-14
23
10 TB/FCS/Royn II
26
1
4
21
18
125 -107
7
Jan Ó. Ellingsgaard ÍF
21
Steffan Løkin NSÍ
17
Tijani Mohammed B71
13
Fríggjadagin 26. oktober
Víkingur – B68
Giza Hoyvík - NSÍ
HB – KÍ
B71 – ÍF
Suðringar - Skála
Máltindurin:
27. umfar:
KÍ – Suðringar 8-2 (4-0)
1-0: Eivind Sørensen 20.
2-0: Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen 23.
3-0: Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen 31.
4-0: Eivind Sørensen 40.
4-1: Pætur Augustinussen 57.
5-1: Teitur Fles 64.
6-1: Fróði Mørkøre 76.
7-1: Helgi Simonsen 79.
7-2: Jonn Marni Lindenskov 89.
8-2: Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen 90.
ÍF – Giza Hoyvík 3-2 (2-0)
1-0: Ari Ó. Ellingsgaard 20.
2-0: Ari Ó. Ellingsgaard 39.
3-0: Tóri Nolsøe Olsen 51.
3-1: Hugin á Borg Feber 84.
3-2: Niklas Fríði Jacobsen 89.
NSÍ – HB 6-2 (5-2)
1-0: Jann Martin Mortensen 1.
1-1: Rói av Fløtum 12.
1-2: Heri H. Mohr 13.
2-2: Pætur Turiðarson Skipanes 18.
3-2: Mórits Heini Mortensen 21.
4-2: Steffan Løkin 34.
5-2: Jann Martin Mortensen 36.
6-2: Jann Benjaminsen 64.
B68 – B71 útsettur
Verður spældur týsdagin 23.
oktober kl. 19.00
Skála – Víkingur
2-2 ( 0-0)
0-1: Óla Kristian Skála Jacobsen 50.
1-1: Andreas Egeberg Jacobsen br 54.
2-1: Kristian Martin Jakobsen 68.
2-2: Arnbjørn Svensson 75.