Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað vera tríggir stórir fótbóltsdagar í hesi vikuni. Seinnapartin í morgin – týs­dagin – vera teir báðir útsettu dystir­nir frá í gjár, í annaðkvøld spæla B68 og B71 útsetta dystin í fyrstu deild á Svangaskarði, og næst­síðsta og rættiliga avgerandi um­farið í kvinnukappingini verður seinna­partin ímorgin. Veðrið má sær ráða. Tá ið dystir vera avlýstir, stingur prátið seg um, um tað nú er rætt at spæla fótbólt í oktober, og soleiðis var tað eisini hesa­ferð. Tá ið Allan Simonsen var lands­ liðs­venjari, var boðskapurin hjá hon­um, at tvær av treytunum fyri, at føroyskur landsliðsfótbóltur skuldi menna seg, vóru, at heimliga kapp­ingin varð longd, og at fleiri spælarar fóru uttanlands. Kappingin varð longd, og tað kemur sjáldan fyri, at tað er neyðugt at avlýsa orsaka av veðri. Harmi­ligt verður tað, um punktum leygardagin verður sett fyri hetta kappingarárið í vánaligum lík­ indum. Tað verður tosað um høg­ ætt og kaldari veður fram ímóti viku­skiftinum. Tað eigur at bera við sær, at vindurin verður minni, enn hann var í gjár. So er at vóna, at tað ikki verður hvítt á vøllunum, nú tað verður sagt, at tað kann roknast við hálku. Ynskið hjá Allani Simonsen um at fleiri spælarar fóru av landi­num er vorðið til veruleika, og nú um­ boða teir flestu millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum út­lendsk feløg. Leygardagin verður punktum sett fyri hesa kappingina. Um nakrar vikur verður farið undir fyri­reikingar til nýtt kappingarár. Viðhvørt hevur verið frammi, um eitt kappingarár bara skuldi verið í nakrar mánaðir – frá februar og til juni – og at tað so skuldi verið farið undir nýggja kapping í juli, sum – eftir vetrarsteðg – so endaði í juni. Tað hevði verið relevant nú at tikið tann spurningin upp til nýggja viðgerð. Fleiri sita á pínubeinkinum Í Sørvági var vindurin so nógvur, at tað ikki var hugsningur um at spæla. Alex Troleis skuldi vera 23. maður á vøllinum: -Tað eru ikki líkindi at spæla fót­ bólt á Dungasundi. Tað er ábyrgdin hjá dómaranum at meta um, um tað er ráðiligt at spæla, og tað haldi eg ikki, at tað er, segði Alex Troleis. Og so var greitt, at EB/Streymur skuldi norður aftur at fyrireika seg til útsetta dystin, sum kapp­ingar­ nevndin beinanvegin av­gjørdi skal vera seinnapartin týs­dag­in, tá ið for­søgnirnar siga, at fót­bólts­lík­ indini vera góð. Tá ið hann hevði allar spælar­ar­ nar undir hond, nýtti EB/Streyma venjarin Heðin Askham høvi á Dungasandi at hava fyrstu venj­ ingina undan útsetta dysti­num. Lars Müller var dómari á Argjum: -Tað er uppgávan hjá dómara­ num at avgera, um tað er ráðiligt at spæla. Vit sóu beinanvegin, at tað vóru vánaligar umstøður við nógvum vindi og grovum æl­ing­ um. Vit royndu at hita upp, men vit sóu skjótt, at tað var ikki ráði­ ligt við spæla. Eg tosaði við Alex Troleis um, hvussu tað var í Vágum, men avgerðin um at avlýsa var hjá dómara­num soleiðis, sum áset­ing­ ar­nar siga, at tað skal vera, sigur Lars Müller. At dystirnir vórðu útsettir ber við sær, at AB, 07Vestur og eisini EB/Streymur verða hildin á pínu­ beinki­num í hvussu so er fram til seinna­partin í morgin. Tað snýr seg um lív ella deyð, og tað verður nógv lagt fyri. Argja­ menn hildu til á gistingarhúsi undan dystinum í gjár, sum varð av ongum og verður spældur í ar­ beiðs­tíð í morgin. At tað verður spælt longu klokkan 16.30 í morgin kemst av, at ljósini í Sørvági og á Argjum eru ikki nóg góð enn at spæla seinni, nú dagurin er so stuttur. Víkingur farin í vetrarfrí Víkingur – NSÍ 0-3 Eftir gull og skreyt í nógv ár á rað, so er tað av álvara gerandis­ dagur aftur í Sarpugerði. Í gjár tapti Víkingur 3-0 á heimavølli ímóti grannunum í NSÍ. Hetta var sætta ferðin í ár, at Víkingur fór av heima­vølli uttan at hava vunnið stig. -Vit høvdu nógvar góðar støður undan lotinum, tá ið støðan fram­ vegis var 1-0, men tað var sum so ofta fyrr í ár, at tað gekk illa at vinna úrtøku. 3-0 gevur ikki røttu mynd­ina av dystargongdini. Vit fara at royna at manna okkum upp til í síðsta umfari at spæla í Gunda­dali ímóti meistarunum í HB. Hetta árið hevur verið tungt hjá okkum, og vit eru øll í og kring felagið samd um, at hetta eiga vit at megna betri næsta ár, sigur Víkinga hjálparvenjarin Gert Hansen. NSÍ fór fyri aðru ferð í ár úr Sarpugerði við fullari úrtøku. -Í løtum spældu vit væl, og tí­bet­ ur eydnaðist tað at skora til 3-0. Nú hevur tað sera stóran týdning at vit tryggja okkum silvurkrónurnar. HB hevur verið heilt fyri seg sjálvt, meðan vit onnur hava kappast um næst­besta plássið, sum vit hava kapp­ast um í tveir mánaðir, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze. Árni Frederiksberg átti upp­ legg­ið, tá ið Petur Knudsen setti hol á, og hann umsetti brotsspark til mál. Klæmint A. Olsen útbygdi mál­metið, tá ið hann staðfesti 3-0 sigurin. Um tað eydnast NSÍ at greiða javnleik á heimavølli ímóti KÍ, so vinna teir við Løkin silvur­krón­ ur­nar, sum NSÍ eisini vann fyri trim­um árum síðani. Hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Árni Frederiksberg fer at umboða barn­dómsfelagið, ið er tað einasta, sum hann higartil hevur umboðað. FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Fornuftin ráddi, dysturin útsettur og vit sleppa at gleða okkunm nakrar dagar afturat. Stormy frens. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Onki fjepp KRISTIAN JOENSEN KÍ: Ein fragd at síggja okkara dreingir spæla fótbólt eina løtu. Men FSF má nú droppa fótbólt aftana 1 okt. Eingin tímur tídningarleysar dystir í kulda. Deiligt at Páll fekk eitt mál í sínum fyribils seinasta heimadysti. Takk fyri allar tær góðu løturnar Klettskarð JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Tá ið tað bara handlar um at vera harðligur, og ófantaligur, so er tað ikki løgið, at teir einki fáa burturúr fyri tíðina. Nemt! Nú avgera vit sjálvir, um tað verður silvur, ella ikki. Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Onki fjepp NSÍ og KÍ fara at spæla um silvur og fyri at sleppa undan at sita eftir við ongum, tá ið Árni Frederiksberg og Páll A. Klettskarð fara at siga barndómsfeløgunum farvæl FÓTBÓLTUR BOTNURIN SITUR Á PÍNU­ BEINKINUM