mánadagur 22. oktober 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni býr í høvuðsstaðnum, og
nú fer hann at spæla við B36, visti
in.fo at siga fríggjadagin.
Higartil í ár hevur NSÍ fimm
ferðir tapt á heimavølli. Eitt av
tapunum var í øðrum umfari, tá ið
klaksvíkingar fóru norður aftur við
1-0 sigri.
Klappaðu Páll av vøllinum
KÍ – Suðringar 3-1
Síðsti heimadysturin hjá KÍ í ár
og síðsti heimadysturin hjá Páll A.
Klettskarð í hesum umfarinum var
í Klaksvík í gjár, tá ið heimaliðið
vann 3-1 ímóti Suðringum.
Tølini siga, at KÍ hevur vunnið
átta heimadystir, at tað tvær ferðir
er endað javnt, og at KÍ tríggjar
ferðir er farið av heimavøllinum
uttan úrtøku.
Suðringar vóru í
gjár fyri trettandu
ferð
norðanfyri
í ørindunum at
spæla í landskapp
ingini. Fýra ferðir
eru teir farnir suður
aftur
við
øllum
stigunum. Í gjár fóru
teir fyri sjeyndu ferð av
suður við ongum.
Jóannes Bjartalíð umsetti
fríspark, sum Páll A. Klettskarð
vann, til 1-0, men Suðringar vóru
væl við í fyrra hálvleiki, tá ið
Pape Mamadou Faye í yvirtíðini
javnaði. Tað var eftir stórt mistak
í miðverjuni.
Eftir steðgin trýsti heimaliðið
øgiligt, og tá eydnaðist at skora tvey
mál. Óli Eyðsteinsson Poulsen legði
heimaliðið framum eftir innlegg úr
vinstru frá Ísaki Simonsen, og Páll
A. Klettskarð stútaði til 3-1, eftir
at Jóannes Kalsø Danielsen legði
innfyri úr høgru.
Veteranurin Meinhardt P. Joen
sen var millum KÍ stólparnar ígjár.
Hann hevur síðstu árini kappast
við Kristian Joensen um málverju
plássið. Enn er ikki avgjørt, um
Meinhardt P. Joensen eisini næsta
ár verður í KÍ hópinum.
Trettan minuttir undan leik
loki varð veteranurin Hjalgrím
Elttør skiftur inn á KÍ liðið. Tað
er sannlíkt, at hetta var síðsti
heimadysturin hjá Hjalgrím í bláa
búnanum. Sambært faroesoccer.
com hevur hann spælt 418 dystir í
bestu deildini og skorað 103 mál.
Inntil í gjár var Páll ein av trim
um á KÍ liðnum, sum høvdu verið
á vøllinum allar dystirnar á tamb.
Hinir eru Hørður Askham og Jóan
nes K. Danielsen. Í gjár varð Páll
skiftur út, tá ið tað restaðu fimm
minuttir, so áskoðararnir kundu
fagna liðformanninum, sum nú fer
av landinum.
-Vit spældu heilt væl, og eg sjálv
ur kundi havt skorað eitt ella tvey
mál aftrat. Nú fara vit til Runavíkar
at spæla um silvurkrónurnar, sum
vit fegnir vilja vinna, sigur Páll A.
Klettskarð. Týsdagin í næstu viku
fer hann til Italia at spæla fótbólt.
Fyribils verður hann í fimti bestu
deildini í Italia fram til kappingar
lok í mai mánað.
KÍ hevur vunnið silvur tvey tey
seinastu árini. Við sigri í Runavík
fara klaksvíkingar at vinna silvur
fyri triðju ferð á rað. Um tað ikki fer
at eydnast at vinna, so er møguleiki
fyri, at KÍ fer at enda á fjórða plássi.
Tað valdast eisini, hvussu tað fer at
ganga hjá B36, sum skal spæla á
Skála.
Betri-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
HB
26
23
1
2
56
17
+39
70
2
NSÍ
26
16
4
6
62
24
+38
52
3
KÍ
26
16
3
7
47
23
+24
51
4
B36
26
15
5
6
53
32
+21
50
5
Víkingur
26
11
6
9
38
35
+3
39
6
Skála
25
7
5
13
26
35
-9
26
7
TB/FCS/Royn
26
7
4
15
26
42
-16
25
8
EB/Streymur
25
4
8
13
27
48
-21
20
9
07 Vestur
25
5
1
19
27
67
-40
16
10 AB
25
4
3
18
12
51
-39
15
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR:
Onki fjepp
LISSI MOURITSEN B36:
Vit vóru nógv tað betra liðið men tað var hasin
vindurin stormurin sum hjálpti HB allan vegin
ígjøgnum at fáa hasi 3 málini "typiskt". Enn
einaferd til lukku HB og bíða bara til vit hittast
komandi kappingarár í Gundadali .!!
EG fari í ársins ball, "B36 ball" við gull
neglalakk í mínum hjarta altíð nr.1 muss og
klemm
JANUS KJÆRBO SUÐRINGAR:
KÍ var bara betri í dag.
Vit vóru alt ov ofta
yvirspældir í síđunum.
Sum gav KÍ lætt spæl.
Ein áheitan til FSF: Ongin
tímur fótbólt í Føroyum í
oktobur. Har vóru 1/5 av
vanliga áskođaratalinum í Klaksvík í dag.
JOHN REID NYBO VÍKINGUR:
Nú vinna vit ikki ein gongd
á NSÍ longur, nú er tað also
bart út flóvisligt..
TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB:
Hendan dalin eiga VIT!! B36
úrlætnir í kuldanum, og vit
knústu hatta metið! F-a-n-
tastsikt!!!
Adrian Justinussen HB
19
Klæmint A. Olsen NSÍ
12
Meinhard E. Olsen B36
11
Leygardagin 27. oktober
EB/Streymur - AB
NSÍ – KÍ
Skála – B36
HB – Víkingur
Suðringar – 07 Vestur
Máltindurin:
26. umfar:
FÓTBÓLTUR
KÍ – Suðringar 3-1 (1-1)
1-0: Jóannes Bjartalíð 10.
1-1: Pape Mamadou Faye 45.
2-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 50.
3-1: Páll A. Klettskarð 61.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
KÍ: Meinhardt P. Joensen – Jóannes K.
Danielsen, Hørður H. Askham, Ólavur
Niclasen, Ísak Simonsen – Boris
Dosljak (Hjalgrím Elttør, 77.), Semir
Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Óli
Eyðsteinsson Poulsen – Jóannes
Bjartalíð (Kristoffur Jakobsen, 66.),
Páll A. Klettskarð (Steinbjørn Olsen,
85.)
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen
Suðringar: Milos Budakovic – Rani
Johansen (Heri Kjærbo, 72.), Eirikur
Magnusarson, Dennis Nielsen, Dánjal
Godtfred, Ibrahim Arifovic – John Villi
Wøldike Leo, Salmundur Bech (Nikolei
Johannesen, 72.), Ari K. Poulsen –
Stefan Radosavljevic, Pape Mamadou
Faye (Jón Krosslá Poulsen, 72.)
Gult kort: Eirikur Magnusarson
Venjari: Glenn Ståhl
Víkingur – NSÍ 0-3 (0-2)
0-1: Petur Knudsen 23.
0-2: Árni Frederiksberg br 44.
0-3: Klæmint A. Olsen 72.
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias
Lervig, Atli Gregersen, Adrian
Cascaval, Hanus Jacobsen – Gunnar
Vatnhamar, Hjalti Strømsten, Karl
Løkin – Hans Jákup Lervig, Adeshina
Lawal, Philip Djordjevic
Gult kort: Atli Gregersen, Philip
Djordjevic, Hjalti Strømsten
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J.
Hansen, Jóhan Troest Davidsen,
Jens Joensen, Pætur Hentze – Fróði
Benjaminsen (Magnus H. Olsen,
81.), Betuel Hansen (Mórits Heini
Mortensen, 82.) – Árni Frederiksberg,
Pól Jóhannus Justinussen, Petur
Knudsen (Jann Benjaminsen, 85.) –
Klæmint A. Olsen
Gult kort: Eli Joensen (á beinkinum),
Fróði Benjaminsen, Bárður J. Hansen
Venjari: Sámal Erik Hentze
07 Vestur – EB/Streymur
Útsettur til týsdagin 23. oktober
kl. 16.30
AB – Skála
Útsettur til týsdagin 23. oktober
kl. 16.30