mánadagur 22. oktober 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við 3-1 sigri í Gundadali í gjár, setti HB nýtt met í
føroyskum fótbólti. HB hevur í ár fingið 70 stig, sum
tað mesta nakrantíð. Gamla metið átti mótstøðuliðið
B36 frá 2011. – Nú ætla vit at seta eitt met, sum
verður torført at taka, sigur Símun Samuelsen
EG HATI AT TAPA MÓTI HB
Orðini eigur Benjamin Heinesen, sum var argur eftir
dystin í Gundadali. Hann segði, at uttanfyri vøllin
eru spælararnir vinir, men ikki á vøllinum. Símun
Samuelsen hjá HB segði eisini, at tað smakkaði
væl at vinna á grannunum, men at eftir dystin
er alt gloymt. Soleiðis tað tað eisini verða.
Tróndur Arge – Gundadalur
Tað er ímyndin av øllum kappingar
árinum hjá HB, tá teir staðfesta
sigurin við málinum til 3-1 móti
dystarenda. Teir verja væl og
fara í mótálop. Bólturin endar hjá
Adrian Justinussen í høgru. Hann
leggur bóltin upp á tvørs til Símun
Samuelsen, sum skorar.
Ein góð mynd upp á kappingar
árið hjá HB, har alt er koppað
rættan veg fyri teir reyðu og svørtu.
Nógvar broytingar
Grannauppgerðir hava altíð nógv
at siga, og sagt verður, at tað er bara
í eini grannauppgerð, at stigatalvan
verður tveitt út gjøgnum vindeyg
að. Heilt týdningarleys er hendan
grannauppgerðin
ikki,
tí
B36
spælir fyri silvurheiðursmerkinum,
meðan HB spælir fyri metinum.
Tað sæst tó á liðuppstillingini
hjá serliga B36, at teir hugsa meiri
um komandi ár, enn um júst hetta
kappingarárið. Fleiri ungir spælarar
fáa møguleikan, meðan eitt nú
Kaimar Saag situr á bonkinum.
HB er uttan Bartal Wardum,
Magnus Egilsson og Trónd Jensen,
sum allir eru skaddir.
Tað kemur tí illa við, tá Brynjar
Hlöðversson eisini má skaddur
av vøllinum eftir bara heilt fáar
minuttir. Hóast HB hevur ungar
spælarar á bonkinum, so verður
John Frederiksen settur á vøllin
sum áleypari, meðan Grétar Snær
Gunnarsson, sum er miðvallari,
verður settur í miðverjuna. Hartil
spælir Ari Mohr Olsen, sum er
áleypari, mitt á miðjuni.
-Eina løtu eru vit sjey álops
kendir spælarar á vøllinum, men
tá tú venur so nógv taktiskt sum
vit gera, so ger tað ikki mun. Allir
kenna uppgávurnar hjá hvørjum
øðrum, sigur Símun Samuelsen.
HB byrjar væl
Tað er HB, sum leggur seg á odda.
Daniel Johansen spælir á vinstra
bakki fyri Magnus Egilsson. Hann
leggur bóltin væl innfyri, har Ari
Mohr Olsen við einum lekkrum
ristsparki, har bróltuirn brestur í
nettakið úr tíggju metrum. Hetta
er fyrsti møguleikin hjá HB í dysti
num.
-Hatta er týpiskt fyri B36 í ár, og
hatta er týpiskt fyri HB í ár, sigur
Benjamin Heinesen, sum spældi
allan dystin fyri B36.
Restina av hálvleikinum er B36
eitt vet grammari, meðan HB verjir
væl, hóast teir hava sjey fram
rættaðar
spælarar
á
vøllinum.
Onkra ferðina er Teitur M. Gestsson
um at verða fangaður í vindinum,
men verður bjargaður av vantandi
neyvleikanum og verjuni hjá sær.
B36 svarar
aftur
Í seinna hálvleiki er
tað B36, sum leggur
meira fyri. Teir hava
vindin
undan.
Seinni
hávleikur er eisini bara fýra
minuttir gamal, tá Meinhard E.
Olsen javnar. Benjamin Heinesen
hevur bóltin í høgru og leggur
innfyri, har Meinhard E. Olsen
kemur rennandi inn í brotsteigin
og fær fótin á.
Verjan hjá HB vil hava, at talan
er um rangstøðu, men sjónbanda
myndirnar vísa at so er ikki.
B36 trýstur – HB vinnur
Sum seinni hálvleikur gongur, so er
tað B36 sum er leikliga omaná, men
tað er HB, sum kemur til størstu
møguleikarnar. John Frederiksen
og Símun Samuelsen er nær við
eftir tvífaldaðan málmøguleika.
Løtu seinni kemur so málið.
Símun Samuelsen eigur inn
leggið, sum Adrian Justinussen
stútar upp á tvørs til Jógvan Skeel
Nolsøe. Inni á málstrikuni kann
hann lætt prika bóltin í málið til 2-1.
Løtu seinni er Adrian Justinussen
aftur í leiklutinum sum uppleggjari,
tá hann við góðari sending upp
á tvørs spælir Símun Samuelsen
púra leysan. 3-1 og HB hevur enn
eina ferð staðfest, at hetta er
kappingarárið
hjá teimum.
-Eg hati at tapa
móti HB. Vit eru
kennast væl uttanfyri
vøllin, men á vøllinum eru vit
ikki vinir, sigur Benjamin Heinesen,
argur á málinum eftir dystin.
Símun Samuelsen heldur eisini
fyri, at tað er stuttligt at vinna á
grannunum.
-Eg skal ikki sig at allir eru
besti vinir, men vit venja í sama
stað
og
síggja
hvønn
annan
hvønn
dag.
Sjálvandi
er
alt
gloymt aftaná dystirnar, men á
vøllinum vilt tú vinna. Akkurát
sum í skúlagarðinum, sigur Símun
Samuelsen.
Nýtt met
Við sigrinum hevur HB nú 70 stig.
Ta ð
er nýtt
met. Tað er
ótrúligt at hugsa
sær, at HB hevur vunnið 23 av 26
dystum. Teir hava Víking í seinasta
umfari, har málið er at fáa lagt tey
seinastu trý stigini afturat.
-Nú ætla vit at seta eitt met, sum
verður ringt hjá nøkur at taka aftur
nakrantíð, sigur Símun Samuelsen.
At
HB
so
tekur
metið
í
Gundadali móti B36, sum átti metið
frammanundan, ger helst bara
ársveitsluna hjá HB tað stuttligari.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
70 stig:
FÓTBÓLTUR
NÚ EIGUR
HB METIÐ