Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tað sæst tíðliga í dystnum, at talan er um eina grannauppgerð. Aftaná 25 minuttir er ein spælari farin av vøllinum skaddur. Tvær ferðir hevur Petur Reinert havt gula kortið á lofti. Tey gulu kortini plaga annars ikki at sita leyst hjá roynda dómaranum, og tí sigur tað eitt sindur um dystin. Tað sást eisini, at umstøður­ nar at spæla ikki vóru tær bestu. Nakað av vindi og regni órógv­ aði spælið. Tí bleiv talan eisini um nógvar tvídystir og ikki minst taklingar. Fyri HB er tað flott, at so n ó g v i r spælarar kláraðu at um­stilla seg til nýggja pláss, tá Brynjar Hlöðversson mátti av vøllinum longu í fyrsta minutti. Grétar Snær Gunnarsson verður ongan­tíð miðverji, men tað fór also bara eitt mál í gjøgnum hjá honum. Ari Mohr Olsen stríddist eisini fyri seg í verjustøðu, men HB vísti seg eisini sum eitt satt kontralið. Teir verja langt afturi á vøllinum og tryggja, at mótstøðuliðið ikki kemur til málmøguleikar. Tað riggaði. Fyri B36 spældi eitt nú ungi Ragnar Samuelsen á miðjuni, meðan Hugin og Gilli Samuelsen eisini vóru við frá byrjan. Serliga Ragnar Samuelsen endaði í nógv­um taklingum, men vitnar eisini um ein spælara, sum vildi sleppa at vísa seg fram. Óhepnasti spælarin á vølli­ num mundi verða Bjarni Peter­ sen, sum avloysti Odmar Færø seinastu minuttirnar. Bara minuttin eftir, at hann kom á vøllin skoraði maðurin hjá hon­ um. Sum heild er talan um eitt javt avrik frá øllum á vøllinum. trondur@sosialurin.fo 5 5 5 5 5 6 5 4 5 5 4 5 5 7 6 5 5 4 5 6 6 7 TRYGVI ASKHAM ALEX MELLEMGAARD ANDRIAS ERIKSEN RAGNAR SAMUELSEN MICHAL PRZYBYLSKI MEINHARD E. OLSEN BENJAMIN HEINESEN HUGIN SAMUELSEN ODMAR FÆRØ ELI F. NIELSEN GILLI SAMUELSEN TEITUR M. GESTSSON DANIEL JOHANSEN SÍMUN SAMUELSEN LASSE ANDERSEN DAN Í SOYLU JOHN FREDERIKSEN GRÉTAR S. GUNNARSSON ARI M. OLSEN JÓGVAN SKEEL NOLSØE JÓGVAN RÓI DAVIDSEN ADRIAN JUSTINUSSEN Kaimar Saag (Inn 63.min) Bjarni Petersen (Inn 78.min) Brynjar Hlöðversson (Út 5.min) 5 3 Dómari: Petur Reinert Hann er ein av okkara royndastu dómarum. Tað sást eisini í Gundadali í gjár, har leiddi dystin væl, gav tey kortini hann skuldi. 7 Ein sonn grannauppgerð B36 – HB 1-3 (0-1) 0-1: Ari Mohr Olsen 9. 1-1: Meinhard E. Olsen 49. 1-2: Jógvan Skeel Nolsøe 79. 1-3: Símun Samuelsen 82. Dómari: Petur Reinert B36: Trygvi Askham – Ragnar Samuelsen, Odmar Færø (Bjarni Petersen, 78.), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Hugin Samuelsen (Kaimar Saag, 63.) – Gilli Samuelsen, Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen – Michal Przybylski Gult kort: Ragnar Samuelsen Venjari: Jákup á Borg HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Brynjar Hlöðversson (John Frederiksen, 6.), Lasse Andersen, Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Grétar Snær Gunnarsson, Dan í Soylu, Símun Samuelsen – Jógvan Skeel Nolsøe, Ari Mohr Olsen Gult kort: Lasse Andersen, Adrian Justinussen, Jógvan Rói Davidsen Venjari: Heimir Guðjónsson LASSE Í SAMRÁÐINGUM VIÐ KÍ Tað ljóðar fyri vist, at KÍ hevur boðið Lasse Andersen, miðverjanum hjá HB, ein risasáttmála, fyri at koma til KÍ komandi kappingarár. HB hevur í løtuni strangan lønarpolitikk, sum ikki loyvir einum spælara at fáa nógv meiri í løn enn hinir spælararnir. 26. umfar B36 0 1 HB 1 3