Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Føroyska U17- landsliðið hjá flogbóltsdreingjum vinnur bronsu í NEVZA-kapping í Danmark við 3-1-sigri á Svøríki í bronsufinaluni. Patrik Johannesen skiftir úr norska Florø til KÍ, har hann ger tvey ára sáttmála og skal avloysa Páll Klettskarð, sum fer til Danmarkar. Jóan Símun Edmundsson skjýtur sítt triðja mál fyri Arminia Bielefeld í 3-2-tapi fyri Greuter Fürth og er nú toppskjútti á liðnum. Eftir trý ár í næstbestu deildini flytir Giza/Hoyvík niður í triðbestu deildina eftir 3-2- tap fyri ÍF og ongum líkindum fyri bjarging. HB setir stigamet í føroyskum fótbólti við 70 stigum og rænir 67-stigametið hjá B36 frá 2011 við 3-1-sigri á júst B36. Páll A. Klettskarð skiftir úr KÍ og ger eitt ára sáttmála við italska felagið, Breno, sum spælir í fimtbestu deildini. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Signhild Joensen Aldur: 17 Yrki: Svimjari Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Óli Johannesen 2. Bára Hansen 3. Súni Olsen 4. Petur Elias Petersen 5. Eden Hazard 6. Støkk 7. 21 8. Nicholas Satchwell 1. Fróði Benjaminsen hevur spælt flestar landsdystir fyri hvørjar. Hvør hevur spælt næstflestar? 2. Hvussu eitur spælskiparin hjá Neistakvinnum, ið júst hevur gjørt comeback? 3. Hvør fyrrverandi føroyskur fótbóltsspælari hevur spælt við hollendska FC Zwolle? 4. Hvør var forseti í ÍSF áðrenn núverandi forseta, Elin Heðinsdóttir Joensen? 5. Hvør er toppskjútti í Premier League í løtuni? 6. Hvussu eitur fimleikafelagið í Runavík? 7. Hvussu nógv stig verður spælt uppí í einum setti í badminton? 8. Hvussu eitur málverjin á myndini? Hey Signhild! Hvussu hevur gingist í svimjikappingini í Saint-Dizier? - Kappingin í Saint-Dizier hevur gingið fínt. Eg vann gull í 100 rygg, bronsu í 200 rygg og 5. pláss í 50 rygg. Ert tú nøgd við úrslitini? - Tað gekk ikki sum ætlað í nøkrum av kappingunum, so eg eri ikki nøgd, men eg kann bara arbeiða víðari frá hesum og eri hesa royndina ríkari. Hvat geva hesar útlendsku kappingarnar føroysku svimjarunum? - Tær útlendsku kappingarnar geva sera nógv! Mær dámar væl at fara uttalands at kappast fyri at fáa eina øðrvísi avbjóðing, og hetta er eisini ein partur av fyrireikingini upp ímóti teimum stóru altjóða kappingunum, sum eru fyri framman. Hvat er næsta kapping á skránni? - Komandi vikuskiftið er FM í Svimjing í Gundadali, og tað síggi eg fram til. Í løtuni venji eg tó ímóti HM í Kina, sum verður í desembur. Hvussu nógva tíð brúkar tú upp á svimjing um vikuna? - Eg brúki sera nógva tíð uppá svimjingina. Um vikuna havi eg 9 svimjivenjingar umframt 4 venjingar í Íðka. So umleið einar 20-25 tímar venjing um vikuna. ”Ein góð takkling er sum at skora eitt mál.” - Hans Jørgen Djurhuus ”Eg havi havt tilboð aðrastaðni frá, sum hava verið tættari, men eg helt hetta vera so spennandi, at eg vildi útfordra meg sjálvan” - Páll A. Klettskarð um skiftið til Breno í Italia 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Lionel Messi bleiv skaddur í dysti ímóti Sevilla leygardagin og verður ikki við í El Clásico komandi vikuskifti. Hetta er fyrstuferð síðani 2007, at hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo vera við í El Clásico