mánadagur 22. oktober 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. oktober 2018 · Nr. 122
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Skilagott við
avlýsing
Í gjár blivu tveir av týdningarmestu dystunum í
26. umfari í landskappingini avlýstir. Talan er um
dystirnar í botnstríðnum millum 07 Vestur – EB/
Streym og AB – Skála. Hóast tað ikki var so ringt
verður á Dungasandi, so er helst skilagott, at fáa
ein so týdningarmiklan dyst avgreiddan í góðum
veðrið.
Tað er ikki langt at koyra í Føroyum, og vit eru
von við, at tað verða avlýsingar og avbjóðingar,
tá vit hava stór tiltøk. Tað sæst eisini til eitt nú
festivalar, og tá flúgvarar og siglitúrar verða
avlýstir. Tí kemur hetta ikki sum eitt sjokk fyri
nakran.
Hetta hevur tó sett lív í eitt gamalt kjak. Skulu vit
spæla fótbólt so langt út á árið, ella skulu vit spæla
mest avgerandi dystirnar um summarið. Tað hevði
merkt, at vit broyttu kappingina, soleiðis at FM-
vinnarin verður funnin um summarið. Hetta er
vert eitt gott kjak, tí tað mangan er fótbóltslagið
besti í Føroyum um summarið.
Góða ferð, Páll
Páll A. Klettskarð hevur í fleiri ár verið ímyndin av
KÍ. Sum 28 ára gamal takkar liðskiparin fyri seg, og
fer at royna eydnuna í ongum minni 5. deild í Italia.
Eg kenni ikki ítróttarligastigi á fótbóltinum har,
men eg haldi tað er kul og stuttligt, at føroyskir
fótbóltsspælarar velja at royna okkurt øðrvísi. Eitt
nú, sum tá Kaj Leo í Bartalsstovu fór til rumenskan
fótbólt.
Eg haldi hetta er deiliga spennandi og øðrvísi. Vit á
ÍtróttarSosialinum ynskja Pálli góða ferð til Italia,
og vónandi koma nógv góð tíðindi harfrá í næstum.
Nýggj stórhøll
Eg havi ikki havt stundir at seta meg inn í ætlanina,
við at gera ein stórhøll í Hoyvík. Mangan verður
slongt út við stórum planum, so eg velji ikki
at hoppa úr stólinum enn, men í orðum ljóðar
hetta gott. Ein ætlan, ið skal gera eina sokallaða
multihøll, sum skal kunna hýsa alskyns altjóða
kappingum og øðrum tiltøkum. Eg gleði meg!
trondur@sosialurin.fo
André Olsen
HB-miðvallarin,
Tróndur
Jensen, hevur í ár verið
millum
mest
eyðsýndu
miðvallarleikararnir
í
føroyskum
fótbólti,
og
kanska
havt
sítt
besta
kappingarár nakrantíð. Men
fyri HB-miðvallaran hevur
endin av kappingini verið
keðiligur, hóast at felagið
hevur vunnið FM-heitið.
Í avgerandi FM-dystinum
móti KÍ fyri góðum mánað
síðani
noyddist
Tróndur
Jensen
av
vøllinum
við
skaða eftir heldur ófantaliga
takkling frá KÍ-miðvallara
num, Jákup B. Andreasen.
Síðani tá mátti Tróndur Jen
sen eisini meldað avboð til
landsdystirnar móti Kosovo
og Aserbadjan orsakað av
skaðanum, og nú er greitt, at
talan er um langtíðarskaða.
Tróndur Jensen greiðir
frá, at ein muskil í lærinum
er skrædnaðum.
Eg var í Danmark í farnu
viku til mr-scanning, og
har sóu tey at ein muskil í
forlærinum er skrædnaður.
Skaðin hendi í avgerandi
FM-dystinum móti KÍ, tá eg
fekk eina harðliga takkling
inná lærið, greiðir Tróndur
Jensen frá.
Fyribils
metingar
hjá
lækna og fysioterapeuti týða
uppá, at Tróndur Jensen
má binda frið frá fótbólti
í nakrar mánaðir. Tróndur
Jensen vónar tó, at hann fær
uppstartin við til komandi
kappingarár, tá hann fer av
bakkastokki í januar mánað.
Eg skal í minsta lagi
sita
uttanfyri
í
tríggjar
mánaðar, og eg vóni ikki at
tað verður longri enn tað.
Eg ætli í øllum førum at fáa
uppstartin við til komandi
kappingarár, soleiðis at eg
eri so væl fyri sum gjørligt,
tá kappingarárið fer av
bakkastokki, sigur Tróndur
Jensen.
Tróndur Jensen
langtíðarskaddur
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
André Olsen
Tað hevur verið greitt í eina
tíð, at KÍ liðskiparin, Páll
Klettskarð, ikki fer at halda
fram í KÍ. Tey flestu hava
hildið,
at
orsøkin
hevur
verið, at Páll Klettskarð skal
niður í lestrarørindum, men
sunnukvøldið boðaði Norð
lýsið frá, at orsøkin er ein
onnur. Páll Klettskarð hevur
nevniliga skrivað sáttmála
við US Breno, ið spælir í fimt
bestu italsku fótbóltsdeildini.
Soleiðis fer Páll Klett
skarð at skriva føroyska
fótbóltssøgu,
tí
klaksvík
ingurin verður fyrsti føroy
ingurin nakrantíð í italskum
fótbólti.
Í samrøðu við FM1 sunnu
kvøldið segði Páll Klettskarð,
at hevur kent á sær, at
hann hevur brúk fyri einari
nýggjari avbjóðing.
Eg havi kent á mær, at
eg havi havt tørv á einari
nýggja
avbjóðing
sum
persónur, og hóast eg hevði
tilboð frá øðrum feløgum, ið
lógu tættari uppá, helt eg at
hetta tilboðið var so mikið
spennandi, at eg kundi ikki
siga nei. Hetta verður bæði
ein ítróttarlig uppliving og
ein mentanarlig uppliving,
sigur Páll A. Klettskarð.
So skjótt sum føroyska
kappingin er liðug, flytir
Páll Klettskarð til Italia, har
hann fer at tørna út fyri US
Breno, ið heldur til í Brescia
provinsuni í Italia.
PÁLL TIL ITALSKAN FÓTBÓLT
Profilurin á miðvøllinum hjá HB kemur at sita uttanfyri við skaða
komandi mánaðirnar. Skaðin hendi í avgerandi FM-dystinum móti KÍ
KÍ liðskiparin skal komandi kappingarár sum tann fyrsti
føroyingurin nakrantíð royna seg í italskum fótbólti