Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skjótt kann bjartskygni venda til dapurskygni - Útlitini eru góð, nú bæði línuskip og útróðrarbátar fáa fisk, men enn er ov tíðliga at meta um, hvussu tað verður frameftir. Tað er lutfalsliga lítið av smáfiski uppi í veiðini, og tað órógvar eitt sindur. Eitt er, at vit fegnast, nú tað gongur betri at fiska, og fiskaprísirnir hava verið rímiliga góðir. Men, gleðin og positiviteturin, sum er í dag, kann skjótt slókna, sigur skiparin á Skørini, Heri Henriksen Vilmund Jacobsen Heri Henriksen í Klaksvík er skip­ari á ísfiskalínuskipinum, Skørini. Tey fyrstu árini í Føroyum bar skipið navnið Eyst­nes og skipið, sum er keypt úr Noregi, telist í dag mill­um nýggjastu línuskip í før­oyska fiskiskipaflotanum. Skørin landaði mánadagin, men henda túrin var Heri Hen­ riksen ikki við. Tá skiparin er í landi, tekur stýrimaðurin, Jo­ han Jacobsen, yvir, og tað var hann, sum var skipari á sein­ asta túri. Nú loyst verður aftur, er Heri Henriksen aftur á brúnni. - Skørin er eitt gott skip, og tað er ikki verri, at skipið nú er part­ur av einum størri sam­ taki, nú tað er Framherji, sum er høvuðsfelagið aftan­fyri, sig­ ur línuskiparin. Tað gongur væl Heri Henriksen hevur ført Skør­ina í hálvt annað ár, og fyri ta tíð var hann stýrimaður og avloysari sum skipari við línu­skipinum Núpi í fýra ár. - Tá møguleikin at føra Skør­ina stóð mær í boði, tók eg av, sigur hann. Tað hevur gingið væl hjá línu­skipunum undir Føroyum í seinastuni, og henda gongd byrj­aði longu í fjør, tó at tað í 2017 var meira fiskað av longu og brosmu. - Skørin minnir nógv um frysti­línuskipið Ågot, og tá skipið kom til Føroya, var tað sum frystiskip. Skørin hevur frysti­last, men lastin verður brúkt sum ísfiskalast. Skiparin vísir á, at seinasti túrur hjá Skørini var góður. Teir høvdu sjey setur, og veiðan vá um 103.000 pund, har­av umleið tveir triðingar var toskur og ein triðingur hýsa og onnur fiskasløg. - Eg haldi, at øll línuskipini hava havt góðan fiskiskap í sein­astuni, men ólagaliga veðrið hevur tarnað nakað. Vit hava eisini frætt, at okkurt av frysti­línuskipunum hevur fingið fleiri enn 20.000 pund onkr­ari setu, tá fiskiskapurin hev­ur vignast best. Sølan hjá Skørini á seinasta túri var 920.000 krónur, og tað er óført. 100.000 um dagin Heri Henriksen sigur, at tað verð­ur mett at vera góður fiski­skapur og góð søla, tá eitt ís­fiskalínuskip sum Skørin kann selja fyri umleið 100.000 krónur um dagin. - Ein vanligur línutúrur var­ ar í einar 12 dagar, og tá sølan ein slíkan túr fer um miljónina, eru vit væl nøgdir. Hann sigur, at túrin undan hes­um høvdu teir átta setur og seldu fyri 970.000 krónur. - Kunnu vit gera tríggjar slík­ar túrar, gevur tað eisini mann­ingini eina inntøku á 100.000 krónur. Heri Henriksen sigur, at Skør­in higartil í ár hevur fiskað fyri umleið 15 miljónir krón­ur, og tað er hann væl nøgd­ur við. - Samlaða nøgdin hevur verið eitt vet minni higartil í ár enn somu tíð í fjør, men vit hava fingið meira fyri fiskin í ár. Orsøkin er í fyrsta lagi, at ein størri partur av veiðini hig­ ar­til í ár hevur verið toskur, með­an ein lutfalsliga størri part­ur av veiðini í fjør var longa og brosma. Hann sigur, at góðu útlitini hig­ar­til í ár við nógvum lívi í sjónum og nógvum fugli - og ikki minst, tá trolbátarnir fyrr í ár høvdu rokfiskiskap - eisini vístu seg í fjør. - Men, fiskiskapurin eftir toski og hýsu svaraði ikki aftur í fjør, sum hann tekur til. Kvotur órógva Heri Henriksen viðgongur, at útlitini eru góð, nú bæði línu­ skip og útróðrarbátar fáa fisk, men hann heldur, at tað enn er ov tíðliga at meta um, hvussu tað verður frameftir. Tað er lut­fals­liga lítið av smáfiski uppi í veiðini, og tað órógvar eitt sindur. - Eitt er, at vit fegnast, nú tað gongur betri at fiska, og fiska­prísirnir hava verið rími­ liga góðir. Men, tann gleði og posi­tivit­etur, sum er í dag, kann skjótt slókna, nú landsins leiðsla ætlar, at vit skulu frá fiski­døgum á landgrunninum til kvotur frá 1. januar 2019 at rokna. Skiparin ivast onga løtu í, at gong­ur tað striltið at manna skip­ini í dag, verður tað upp aft­ur verri, tá vit koma inn í 2019. - Vit kunnu rokna við, at kvot­urnar á eitt nú toski verða so smáar, at vit koma í trupul­ leik­ar tíðliga í árinum. Tá verð­ ur einki annað at gera enn at leggja seg á djúpt vatn at fiska longu og brosmu, sum slett ikki fer at geva tað sama, hvørki til skip ella manning. Hinvegin, sigur Heri Hen­ rik­sen, at landsins myndug­ leik­ar eisini ætla, at toskur, tá kvot­an fer yvir eitt ávíst tonsa­tal, skal seljast á uppboði. Tí eru fiskimenn eisini í døpur­ huga. - Hvat nyttar tað, um toska­ kvot­an verður størri enn ávíst tonsa­tal, um tað skal gerast neyð­ugt at keypa sær kvotu yv­ir eina uppboðssølu, og at vit tískil fáa eina rokning fyri tey seinastu tonsini? spyr hann. Línuskiparin heldur, at tað ein­asta rætta, um gjaldast skal til­feingisgjald fyri at fiska, er, at hetta gjald verður lagt á sum partur av søluvirðinum. - Er prísurin høgur, verður meira goldið – og er prísurin lág­ur, verður minni goldið, legg­ur Heri Henriksen aftrat. Hann heldur, at tað kanska verða tríggir teir bestu línu­ bát­arnir, sum fara at megna at keypa sær kvotu, meðan aðrir, sum kanska fara at royna at halda seg framat, hava valið ímill­um at útseta viðlíkahald av skipinum ella keypa kvotur, tí ráð verða ikki til bæði. Steðga flotanum Um ætlanin er at steðga línu­ flot­anum, eiga myndug­leik­ar­ nir bara at koma við kvotum, heldur hann fyri. Heri Henriksen vísir á, at tá tað hevur verið uppi og vent, at fólk, sum arbeiða uppi á landi, møguliga skulu noyðast at gjalda fyri parkeringspláss, með­an tey eru til arbeiðis, hev­ ur verið ramaskríggj. - Hetta er tó ikki øðrvísi enn tað, sum okkum bíðar fyri framm­an. Mín meining er, at tað skal ikki vera neyðugt at gjalda fyri at sleppa til arbeiðis – hvørki uppi á landi, ei heldur á havinum, sigur skiparin á Skørini. FISKIVINNA - Gongur tað striltið at manna línuskipini í dag, verður tað upp aftur verri, tá vit fáa kvotur í 2019, sigur Heri Henriksen, línuskipari - Um ætlanin er at steðga línuflotanum, eiga myndugleikarnir bara at koma við kvotum, sigur Heri Henriksen, skipari á Skørini. Mynd: TJ-myndir