Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAÐ BER TIL AT FÁA PRÍSIN Á ÍBÚÐUM MUNANDI NIÐUR BÚSTAÐARNEYÐ Tórshavnar Kommuna hevur eina uppskrift upp á, hvussu tað kann verða munandi bíligari at byggja íbúðir, og nú verður bíðað eftir svari úr Landsstýrinum Áki Bertholdsen Høvdu vit sloppið at leiga grund­stykki til at byggja íbúð­ ir á, hevði úrslitið verið, at tað hevði verðið bíligari at bygt íbúð­ir, og tað hevði so aftur gjørt tað bíligari hjá fólki at leiga tær. Tað heldur Tórshavnar Bý­ ráð og tí hava tey nú sent Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, skriv, har tey heita á hana um at broyta regl­ urnar, so at kommunan kann sleppa undan kravinum um at byggilendi skal seljast. Hevði tað borið til at leiga eitt grundstykki ístaðin fyri at selt tað, hevði tað spjatt út­ reiðsl­urnar av at byggja yvir eitt longri áramál, og sostatt hevði tað blivið bíligari. Men sam­stundis hevði vágin hjá tí, sum byggir, hevði eisini minkað, sigur býráðið. Tað er ikki nokk Tað, býráðið hugsar um, er at fáa heimild til at langtíðarleiga grundstykki til at byggja leigu­ bústaðir á. Og tá ið hugsa um leigu­ íbúð­ir er tað tí, at tey eru av teirri sannføring, at tað nett­ upp er stórt trot á leigu­bú­ støð­um. Í dag eru bert eitt prosent av bústøðunum í Havn, leigu­ bú­staðir, men ein kanning, komm­unan hevur gjørt, vísir, at 25 prosent av fólki vilja held­ur búgva til leigu enn at eiga sín egna bústað. Samstundis er fólkatalið í havn vaksið yvir 1000 fólk hesi sein­astu trý árini, og bara hetta seinasta árið er fólkatalið í Havn vaksið 450 fólk. Tað er eisini greitt, at teir bú­staðir, sum verða bygdir, og sum tað er í umbúna at byggja, nøkta ikki tørvin, sum er. Tórshavnar Býráð sigur, at tá ið tey tosa við fíggingar­ stovn­ar, entreprenørar og ráðgevarar, er tað altíð spurn­ ing­urin um grund­stykkja­prís­ ur­in, sum verður tikin fram. Tað krevur nevniliga stórar stovn­ingarútreiðslur at fara und­ir íbúðarbygging, so hevði prís­urin á grundstykkjunum lækkað, hevði tað bøtt mun­ andi um støðuna. Langtíðarleiga í minst 50 ár Og Býráðið heldur, at ein gongd leið fyri at røkka enda­ mál­inum er at kommunan fær loyvi til at langtíðarleiga grund­stykki til at byggja leigu­ íbúð­ir á. Býráðið sigur, at hetta er ein máti, sum verður brúktur í Ís­ landi, har grundstykki til bú­ stað­ir, ella til vinnuvirkið, verða leigað í 75 ár, og har leigu­málið kann leingjast í 75 ár aft­urat. – Soleiðis verður útreiðslan til lendið ikki so stór, tá ið farið verður undir byggingina, eins og útleigarin kann fáa lendið aftur eftir eitt ávíst áramál til aðra nýtslu. Tórshavnar Kommuna sig­ ur við Innlendismálaráðið, at tey hugsa sær, at kommunan slepp­ur at leiga grundstykki út í minst 50 ár til at byggja leigu­íbúðir á, men at leigu­sátt­ mál­in so kann leingjast, tá ið tíð­in er við at fara. Tá ið leigumálið er av, kann tal­an verða um, at leigarin keyp­ ­ur grundstykki fyri markn­að­ arprís, ella at komm­un­an yv­ irtekur íbúðirnar fyri ein prís, part­arnir semjast um, sig­ur Bý­ráðið við Inn­lendis­mála­ ráðið. Ein íløga í framtíðina Annika Olsen, borgarstjóri í Havn sigur, at frammanundan hava tey havt fleiri fundir við Landsstýrið um at fáa heimild til at langtíðarleiga grund­ stykki til at byggja leiguíbúðir á. – Hetta merkir ikki, at komm­unan skal geva byggi­ lendi burtur fyri einki, tí við eini langtíðarleigu kemur pen­ ing­urin inn aftur, men tað tek­ ur bara nógv longri tíð. Hetta er sami leistur, sum allar komm­unur brúka niðri á havn­ar­løgunum, har tað er van­ligt, at virkir og fyritøkur lang­tíðarleiga grundstykki frá komm­ununum. Borgarstjórin sigur, at tey halda, at sami leistur skal før­ ast yvir á bústað­ar­markn­að­in eisini. Hon sigur, at komm­un­ an hugsar her um at lang­tíð­ar­ leiga lendi til leibu­íbúð­ir, ikki til sethúsagrundir og eigara­ íbúðir. –  Fólk skulu eisini hava møgu­leikan at eiga síni egnu hús, og sína egnu íbúð, sigur hon. –  Trotið á bústøðum er ein forðing fyri fólkavøkstrinum og tað er eitt bakkast fyri komm­ ununa. Tí er tað ein íløga í fram­tíðina at útvega byggi­ lendi og at útvega íbúðir, sum allir samfelagsbólkar hava ráð at rinda fyri at búgva í. Og í hes­um sambandi er tað eitt týdn­ingarmikið, at vit eis­ini fáa heimild at langtíðarleiga byggi­lendi, sigur Annika Ols­ en. Krevja 5000 krónur undir borðið Íbúðarbeyðin í Havn er so stór, at tað í summum førum er farin at líkjast svarta­ handli. Eitt nú hava vit sæð lýs­ingar við kømrum á Face­ book, har ein millummaður hev­ur bjóðað kømur til leigu fyri ein útleigara. Men mill­ um­maðurin krevur fyrst at fáa 5000 krónur undir borðið fyri yvirhøvur at lata ein leig­ ari fáa eitt kamar. Mill­um­ mað­urin kallar tað »finders fee« ella finningargjald. Aftur skal leigarin so rinda 3400 krónur í leigu um mán­ aðin fyri kamarið, men somu­ leiðis skal leigarin eisini rinda tvær mánaðarleigur í de­pos­ it­um. Byrjunargjaldið fyri at fáa eitt kamar er sostatt 15.200 krónur, sum skulu leggj­ ast á borðið, áðrenn leig­ar­in yv­ir­høvur sleppur at flyta inn. Lýsarin sigur bart út, at tal­an eru um handil, og at enda­málið við handli er at tjena pengar. Hann sigur, at hetta er tað, kapitalisman snýr seg um, nevniliga um út­ boð og eftirspurning. ÍBÚÐARMÁL OG LEIGUMÁL – Trotið á bústøðum er ein forðing fyri fólkavøkstrinum. Tí er tað ein íløga í framtíðina at útvega byggilendi, og at útvega íbúðir, sum allir samfelagsbólkar hava ráð at rinda fyri at búgva í, sigur borgarstjórin í Havn, Annika Olsen. Savnsmynd