Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 Noyðast at góðtaka at búgva í bruna­fellum BÚSTAÐARNEYÐ Bústaðarneyðin er so stór, at fólk noyðast at góðtaka at búgva í íbúðum, sum ikki eru egnaðar hjá fólki at búgva í Áki Bertholdsen – Tað er ofta fyri, at fólk noyð­ast at góðtaka at búgva í íbúð­um og kømr­ um, sum ikki lúka bruna­krøvini. Tað sigur Andrass Holm Arge, for­ maður í leigunevndini. Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um, hvussu stór íbúð­ar­neyð­ in er kring landið, tó at tað er í Havn, at neyðin er størst. Tað merkir, at fólk kunnu ikki loyva sær at vera kræsin í roynd­un­ um at fáa tak yvir høvdið, tí tey noyð­ ast at góð­taka tað, sum er til taks, sama, hvussu standurin er. Og er tað nakar, sum hevur fing­ur­ in á pulsinum í so máta, er tað leigu­ nevndin, og for­mað­urin er eisini skjót­ur at ásanna, at fólk verða noydd at búgva í íbúðum og kømrum, sum í roynd og veru ikki er for­svar­ lig­ar at búgva í. Hann sigur, at tað er ikki sjáldsamt at síggja kømur og íbúðir, har bruna­ trygdin ikki er í lagi. Ein vanligur trupul­leiki í hesum sambandi, er, at rým­ingarvegirnir eru ikki nøkt­andi og at ongir royk­varn­ar­ar eru. Men talan kann eisini vera, at tað lekur, og at kømur í íbúð­ir eru so illa fongd við soppi og fukti, at tað av røttum ikki er búgv­andi í teimum. Hann sigur, at tey í Leigu­nevndini síggja hesi við­ur­skift­ini, tá ið ósemja tekur seg upp ímillum leigara og útleig­ara, og leigunevndin í hesum sam­bandi fer á staðið at kanna íbúð­ irnar. –  Tá ið vit koma fram á slík­ar íbúðir, gera altíð vart við tað hjá kommununum, sum hevur byggi­ valdið, og sum er eftirlits­myndug­ leik­in á økinum, tí vit kunnu ikki hava tað sitandi á okkum, at vit ikki høvdu gjørt vart við tað, skuldi tað van­lukku­liga hent, at fólk liggja inni­ brend, tí brunatrygdin ikki var eftir for­skrift­unum. Hann sigur, at Leigunevndin kann áleggja útleigara at gera ávís­ar ábøt­ ur, men møgu­leik­ar­nar at revsa út­ leig­arar, sum ikki gera eftir boðunum, eru so smáir, at tað er ikki nakað, sum fær útleigaran at leggja seg flat­ an í luftini fyri at ganga leigunevndini á møti. Skuldi verið eitt krav Nýliga er leigulógin broytt, so­leiðis at kommurnar kunnu skrá­seta leigu­ íbúð­ir, og at gera ein lista yvir íbúðir, sum kunnu góð­kennast til bústað­ar­ enda­mál. Andrass Holm Arge heldur, at tað er eitt framstig, men hann leggur kort­ini afturat, at Leigu­nevndin vildi, at tað skuldi vera eitt krav til komm­un­urnar at gera ein lista yvir góð­kendar íbúðir. Hann heldur, at eitt úrslit av tí kundi verið at støðið á íbúðum hækk­aði, sum heild, men so vítt hann veit, hevur eing­in kommuna gjørt ein slíkan lista, heldur ikki Tórs­havn­ar Kommuna, sum hevur nógv ta størstu umsitingina av øll­ um kommunum. – Tað kundi annars verið ein stór­ ur fyrimunur, bæði hjá leig­ara og hjá útleigara, tí so vistu allir partar, at talan er um ein góðkendan bústað, tey leiga. Men ein trupulleiki er, at hóast ein slíkur listi við góð­kend­um íbúð­ um, hevði lyft støðið á íbúðunum, hevði tað eis­ini avmarkað úrvalið og hann heldur, at nettupp tað kann vera ein orsøk til at tað ikki er sett fram sum eitt krav. Í øðrum londum eru reglur fyri, hvussu nógv íbúðir kunnu kosta at leiga og har verður prís­urin settur eft­ir, hvørjum standi, íbúðin er í. Men í Før­oy­um eru ongar slíkar regl­ ur og tá ið neyðin er stór, er prísurin eisini har eftir, eisini hóast tal­an er um so íbúðir, sum eru í so vána­ligum íbúðum, sum í roynd og veru ikki eru egnaðar at búgva í. –  Leiguprísurin er full­komi­liga lat­in upp í hendurnar á markn­aðar­ kreft­unum, sigur Andrass Holm Arge Tað fer uttan iva at hjálpa BÚSTAÐARNEYÐ At tað nú verður at kalla skattafrítt at leiga út til bústaðir, fer at bøta um støðuna, heldur formaðurin í leigunevndini Áki Bertholdsen Fyri at bøta um bústaðar­neyð­ina, fer Kristina Háfoss, lands­stýriskvinna í fíggjarmálum, í næst­um at leggja uppskot fyri Løg­tingið við tí endamáli at eggja fólki til at leiga kømur, íbúð­ir, ella tóm hús, út. Tað uppskotið ber í sær, at fólk skulu kunna leiga út fyri 150.000 krónur um árið, uttan at rinda eina krónu í skatti av tí. Her er talan um kømur, íbúð­ir, ella tóm hús, sum fólk eiga, og sum landsstýrið nú royn­ir at eggja fólki at leiga út fyri at bøta um bústað­ar­neyð­ina. Men treytin er at talan er um at leiga til bústað og at leigu­ málið er minst tríggjar mán­aðir. Tað vil siga, at stutt­tíð­ar­leiga til ferðafólk á Air­ bnb, ella aðraðstaðni frá, verð­ur ikki skattafrítt. Í løtuni er skattafría markið 50.000 krónur, men nú verður tað sostatt trýfaldað. Fleiri íbúðir Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini, væntar, at úrs­litið av hesum verður, at fleiri bú­staðir vera til taks á bú­ stað­ar­marknaðinum. Hann heldur, at úrslitið av eini slíkari lóg kann eisini vera, at fólk koma til ta niðurstøðu, at tað loysir seg betur at leiga út til bústað, held­ur enn til ferðafólk, tí tey skulu rinda fullan skatt av tí, sum verður leigað út til ferða­fólk. Hann sigur, at tað fer somu­leiðis at bøta um støðuna, at Bú­staðir, og privatar fyritøkur, byggja fleiri íbúðir. – Tað fer at bøta um ringastu íbúð­ arneyðina og tess fleiri bú­staðir vit fáa, tess betri standi verða teir í, sum heild, legg­ur hann afturat. Men hann heldur sam­stund­is, at vit eru so niður­und­ir­komin av av bústaðartroti, at tað fer ikki av álvara at bøta um støðuna, fyrr enn eisini komm­unurnar fáa heimild at byggja íbúðir og eisini fara at byggja íbúðir í størri tali. Annars heldur Andrass Holm Arge, at tað er ein vansi, at eingi hagtøl eru fyri, hvussu stór íbúðarneyðin í roynd og veru er. – Tað einasta vit kunnu stað­festa, er, at neyðin er stór og at nógvar íbúðir og kømur, sum verða leigað út, eru í vána­lig­ um standi, sigur hann. ÍBÚÐARMÁL OG LEIGUMÁL Tað munar ov lítið, at tað nú verður at kalla skattafrítt at leiga út, og at Bústaðir, og aðrar privata fyritøkur, byggja fleiri íbúðir, heldur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini Tað fer at bøta um ringastu íbúðar­ neyðina