týsdagur 23. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Bókaframløga um
Nólsoyar Páll
Bókin »Ættar
sambandið við
Nólsoyar Páll«
verður løgd fram
í Miðhøllini á
Skúlatrøð miku
kvøldið 24. okt.
2018 – kl. 19.30
Nólsoyar Páll er ein av Før
oya fremstu synum. Hann
var eitt flogvit, sum var ófør
ur bæði sum skipari, bóndi
og skipsbyggjari – og so
smíðaði hann tey stásiligu
húsini á Biskupsstøðø
Hann er ein af okkara
bestu yrkjarum. Hann yrkti
m. a. fuglakvæðið, har hann
gav ljóð fyri tí, sum føroying
ar bóru í barmi um yvirgang
in, embætismenninir gjørdu
landsmonnum okkara.
Hann var bóndi á Oyri og
Norðuri í Vági, og fekk med
alju fyri dugnskap í land
búnaði. Hann sigldi við skipi
sínum Roynduni Fríu millum
Føroyar og Keypmannahavn.
Tá bretar tóku skip hansara
sum herfong, fór hann til
hægstu bretsku myndug
leikarnar og fekk eitt annað
skip at koma til Føroyar við
korni, men tá gekk hann
burtur, bert 42 ár.
Frá honum er komin ein
stór slekt, og við hesi bók ber
til at greina ættarsambandið
við hendan undangongu
mann, Føroya fyrsta reiðara.
Talan um eina bæriliga
bók við navnaskrá, so lætt
er at finna fram til onnur í
ættini.
Skrá fyri tiltakið, sum
verður í Miðhøllini á Skúla
trøð í kvøld, mikukvøldið 24.
oktober klokkan 19.30.
Anfinn Kallsberg bjóðar
luttakarunum vælkomnum.
Zakarias Wang greiðir frá
um framleiðsluna av bókini
Archibald Black: Fram
løga í orðum og løgum um
Nólsoyar Páll
Nólsoyar Páll fær orðið:
Nøkur ørindi av verkum
hansara verða kvøðin.
Endurreistu húsini hjá Nólsoyar Páll á Biskupsstøð í Klaksvík
Í dag fer av bakkastokki
nýggja
fótbóltskappingin
Skúlafótbóltur, sum er fyri
allar
fólkaskúlanæmingar
og miðnámsskúlanæmingar
í landinum. Spælt verður í
Marghøllini í Vági
Áhugin fyri Skúlafótbólti
er heilt stórur og hava heili
33 lið í 6. flokki meldaði til
umfarið hjá hesum árgang
inum, sum er tann fyrsti
árgangurin, sum kappast í
Skúlafótbólti 2018/2019.
Vit gleða okkum til hetta
fyrsta
umfarið
í
Skúla
fótbólti og at taka ímóti
meiri enn 300 næmingum
og lærarum, í dag leggja leið
ina í Marghøllina, sigur Jens
Petur Brattalíð, sum er ein
av fyriskiparunum av Skúla
fótbólti.
Umframt at spæla fótbólt,
so fara næmingarnar eisini at
svimja í Páls Høll og fáa eisini
møguleikan at royna klatri
veggin í Marghøllini.
Spælt verður í bæði gentu
bólki, dreingjabólki og so eru
tríggir bólkar av blandaðum
liðum. Byrjað verður kl. 11.30
og hildið verður so áfram
til umleið kl. 16.30, tá tað er
greitt hvørji lið hava spælt
seg til finaluumfarið sum
verður í mai 2019.
Áskoðarar eru sjálvsagt
vælkomnir at hyggja eftir
Skúlafótbólti í Marghøllini.
Skúlafótbóltur er skip
aður í samstarvi við Fótbólts
samband Føroya og Bank
Nordik er høvuðsstuðul.
300 næmingar til í Skúlafótbólti í Marghøllini
Liðið »Hoy 1« úr Hoyvíkar
Skúla, sum fara til Vágs at
kappast ónsdagin