týsdagur 23. oktober 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123
Sendi fundarfólk heim tí
landsstýrisfólk ikki møttu
Í sambandi við Norðurlandaráðsfund vóru landssstýrisfólk boðsend á fund, men tey møttu ikki
Árni Gregersen
Norðurlanda Ráðið hevur fund í Oslo í
næstu viku.
Í sambandi við, at fyrireikingar
verða gjørdar í Føroyum til fundirnar í
Oslo, høvdu føroysku umboðini, Pauli
Trond Poulsen, Tjóðveldi, og Jenis av
Rana, Miðflokkurin, sent boð eftir
landsstýrisfólkunum.
Fundurin var settur at vera klokkan
9:00, men tá ið fimm minuttir vóru
farnir útum ásettu møtitíðina og bert
eitt landsstýrisfólk var møtt, avgjørdi
Pauli Trond Petersen, sum var fundar
leiðari, at fara av fundinum.
Bert landsstýriskvinnan við fíggjar
málum, Kristina Háfoss møtti á fund
inum.
Fundarfrágreiðingin var tí ómetaliga
stutt, sum síðani var send luttakarun
um
Í Oslo
Fundurin hjá ráðnum verður hesaferð í
Oslo og hann verður alment settur týs
dagin í næstu viku og heldur fram til 1.
november.
Fleiri stór mál eru á skránni. Millum
annað var norðurlendsku politikar
arnir at seta sjóneykuna á fólkaræði,
sum er undir ómetaliga stórum trýsti í
løtuni.
Eitt annað mál snýr seg um at tað
skal bera til at flyta seg frítt í Norðan
londum. Eisini verður taðð norður
lendska samstarvið á lógarøkinum við
gjørt.
Á fundinum í Oslo vera eisini uttan
ríkis- og verjumálaráðharrarnir við.
Teir fara at tosa um samstarvið á teirra
økjum, umframt at teir fara at kjakast
við tingfólk úr Norðanlondum um pol
itisku uttanríkiskósina hjá Norður
londum.
Av tí at ein stór fjøld av politikarum
savnast, tá ið Norðurlandaráðið hevur
fund, er høvi at halda ein norður
lendskan toppfund.
Síðani 2006 hava forsætisráðharrar
nir í limalondunum umframt grøn
lendsku, føroysku og álendsku stjórn
arleiðararnir nýtt høvi til beinleiðis at
hitta norðurlendsku parlamentarikar
arnar.
Mentunarheiðurslønir
Norðurlanda Ráðið letur eisini fleiri
mentunnarheiðurslønir, tá ið fundirnir
eru. Ein heiðursløn verður latin til
barna- og ungdómsbøkur – ein onnur
verður latin, sum eitur Norðurlendska
tónlistaheiðurslønin.
Træið hjá Bárði Oskarson er í ár
tilnevnd í hesum flokki.
Harafturat verður ein heiðursløn
latin til ein norðurlendskan rithøvund.
Tað var heiðurslønin, sum Rói Paturson
fekk í 1986
Ein
umhvørvisheiðursløn
verður
eisini latin. Í ár er GreenIQ í Hvalvík
innstillað til hesa heiðurslønina fyri
skipanina, sum skilir olju og sjógv, tá ið
olja er farin á sjógv.
Ein heiðursløn latin fyri besta film.
Hendan heiðursløn var fyrstu ferð
latin í 2002, tá ið 50 ára hátíðarhald var
hildið og sóiðani 2005 er hendan
heiðurslønin latin hvørt ár.
Føroyska
sendinevndin
hesaferð
verður rættuliga stór, samanborið við
tað, sum hon vanligt edr. Fyrst og
fremst tí fleiri landsstýrisfólk skulu
møta á fundi.
Pauli Trond Petersen sleit fundin, tá ið landsstýrisfólkini ikki møttu á fundi.
Jenis av Rana er hitt føroyska umboðið.
Poul Michelsen er føroyski ráðharrin við norð
urlendskum samstarvi.
POLITIKKUR