Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt ”klemm” í einum posa til ung rakt av krabbameini Vælkomstposin - eisini róptur ”Eitt klemm í einum posa” - skal hjálpa ungum, sum fáa staðfest krabbamein. Posin skal vera ein stuðul til ung í einari tíð, har tey eru mest viðkvom, nærtikin og ráðaleys Vilmund Jacobsen Ung Kræft í Danmark kann nú við stuðli frá innsavningar­til­ takinum Knæk Cancer bjóða ein ”vælkomstposa” til ung, sum nýliga hava fingið stað­ fest krabbamein. Í posanum eru ymiskir upplýsingar, sum ung við krabbameini kunnu fáa nyttu av í gerandisdegnum. Semja er um, at verkætlanin, sum nú hevur koyrt í eitt ár, hevur verið væleydnað. Í posanum fáa ung við krabba­meini eitt nú eina leið­ vís­arabók - ella eina hondbók - sum á donskum kallast ”Fuck. Jeg har kræft. Hvad nu?”. Hondbókin viðger evni sum eitt nú vinalag, kærleika, kyns­ liga samveru, sjúkuviðgerð, sjúkra­húslív, seinfylgjur og sál­ar­liga atferð. Sum er, verður vælkomst­ pos­in deildur út á 14 donsk sjúkra­hús ella á 62 deildir á hes­um sjúkrahúsum. Tað eru tó deildir, sum enn ikki vita um posan, men Ung Kræft arbeiðir framvegis við at røkka út til deildir, har ung við krabbameini eru. Nærtikin og ráðaleys Vælkomstposin - eisini róptur ”Eitt klemm í einum posa” - skal hjálpa ungum, sum fáa stað­fest krabbamein. Málið er, at øll millum 15 og 39 ár skulu hava ein slíkan posa í hondini, tá tey fáa eina sjúku­avgerð sum er krabba­ mein. Posin skal vera ein stuðul til tey ungu í einari tíð, har tey eru mest viðkvom, nærtikin og ráða­leys. Posin skal eisini tryggja, at øll sjúkurakt fáa at vita, hvar tey kunnu koma í samband við onnur ung við krabbameini, eins og tey fáa upplýsingar, sum eru málráttaði júst til teirra. Umframt ymiska kunning um krabbamein hjá ungum fólki, er í posanum eisini ein t-shirts frá Moshi Moshi, ein drikkju­dunkur, vatngrundaðar tatov­eringar við sterkum boð­ skap­um og ein húgva, sum kann tillagast egnum stíli. Í posanum er eitt vælkomst­ bræv, sum ungur krabba­meins­ raktur hevur skrivað, og her er ein listi við spurningum, sum hin sjúkurakti kann seta lækn­ anum. Ikki einsamøll Á posanum stendur ”Tú ert ikki einsamøll”, og posin letur upp fyri práti um støðuna. Ein av ungu kvinnunum, sum hevur fingið posan, er Char­lotte Langer Mortensen, sum fekk staðfest bróstkrabba, tá hon var 27 ára gomul. - Eg hugdi í posan saman við mínum sjúkrarøktarfrøðingi. Hon segði mær um tað, sum var í posanum, og hetta førdi til góð prát. Hon segði mær eis­ ini um ”Ung Kræft”, og hvat net­verkið kann brúkast til. Charlotte Langer Mort­en­ sen sigur, at henni dámar, at ting eru í posanum við góðari dygd – og at hetta ikki bara er ein kúlupennur við búmerki, sum hon tekur til. - Serliga lýsingin á posanum ”Tú ert ikki einsamøll” hevur stór­an týdning fyri meg í mín­ ari sjúkugongd. Tá eg var ber­ skøll­ut, gekk eg nógv í húgvuni – ikki minst tí, at tilfarið í pos­ an­um á so frálíkan hátt segði, hví eg gekk í húgvu ein heitan vár­dag. Eg føldi, at húgvan sign­al­eraði, at eg havi krabba­ mein, og hesum hevði eg brúk fyri. Møtti eg øðrum við somu húgvu, sóu vit, at vit vóru í somu støðu – og at vit ikki eru einsa­møll, sigur Charlotte Lang­er Mortensen. Góð høvi til prát Eisini sjúkrarøktarfrøðingar eru glaðar fyri vælkomstposan. - Tey ungu taka posan veru­ liga sum eina gávu. Posin gev­ ur góð høvi til prát um tingini, sum hondbókin nemur við, og onkrir sjúklingar sova eisini í t-shirtini, sigur sjúkrarøkt­ar­ frøð­ingurin á Aarhus Uni­vers­ it­ets­sjúkrahúsi, Anette Borup Simonsen. Við tað, at undirtøkan fyri væl­komstpakkanum hevur verið so stór, arbeiðir Ung Kræft framvegis við at býta út pos­an á fleiri sjúkrahúsum og deild­um. Higartil eru 342.000 krónur latn­ar til verkætlanina, og í fyrsta umfari eru framleiddir 1.400 postar, sum svara til talið av ungum í aldrinum 15-39 ár, sum hvørt ár fáa staðfest krabba­mein í Danmark. Kelda: cancer.dk HEILSA Í posanum fáa ung við krabbameini eitt nú eina leiðvísarabók - ella eina hondbók - sum á donskum kallast ”Fuck. Jeg har kræft. Hvad nu?” - Serliga lýsingin á posanum ”Tú ert ikki einsamøll” hevur stóran týdning fyri meg í mínari sjúkugongd, sigur Charlotte Langer Mortensen Charlotte Langer Mortensen fekk staðfest bróstkrabba, tá hon var 27 ára gomul