Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fótbóltsgalla 2018: ÁRSINS SPÆLARAR SKULU VELJAST Tróndur Arge Fríggjadagin 2. november klokk­ an 20 verður Fótbólts­galla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Tal­ an er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Afturmeldingarnar hava verið góðar, tí fleiri framstig eru gjørd seinnu árini. Millum annað verða allar atkvøðurnar – uttan tær um ársins dómara – kunngjørdar í Sosialinum mánadagin eftir. Í nógvar mát­ar verður fylgt manna­gongd­un­um, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðr­enn FIFA og France Foot­ball aft­ur fóru hvør til sítt. Tað hevur til tíðir víst seg at verið torført, at fáa øll tey tilnevndu at møta upp, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið pláss fyri øllum. Aft­ur í ár er vónin, at fáa øll tey til­ nevndu at møta og sam­stundis tryggja, at talan verð­ur um eitt stórt kvøld fyri øll. Tí aftur í ár verður sjálvt til­takið, sum eisini er ein sending á FM1, í sjálvum Reinsaríinum í hjartanum í Havn. Her verður reyður løbari, har spælarar, venjarar og onnur verða av­myndaði, umframt at okkurt verður at eta og drekka. Pláss verður fyri áleið 300 gestum. Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama Eins og hini árini, so verður tal­an um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spæl­ar­ ar finnast. Umframt tað, so verð­ur ársins málverji, ársins verju­spælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spæl­ari, ársins dómari og eisini árs­ins venjari kosin. Afturat hes­um, so skal ársins lið eisini setast. Heitið »Ársins ungi spælari« var á fyrsta sinni í 2013. Hetta kom í staðin fyri »Ársins stjørnu­skot«, sum var ov tor­ført at definera. Ein ungur spæl­ari er ein, sum hevur U21-lands­liðs­aldur. Nýggjur heiður Í fjør høvdu vit á fyrsta sinni heiðurin ársins landsliðs­spæl­ ari. Í fjør var tað hjá monnum, sum tá høvdu spælt HM 2018 und­ ankapping. Í ár verður árs­ins landsliðsspælari hjá kvinn­um valdur. Hetta er besti spæl­ar­in í innleiðandi und­an­kapp­ing­ ini, har Føroyar vunnu á Luks­ em­borg, Mont­e­negro og Turka­landi, um­framt EM-und­ an­kapp­ing­ina, har Før­oyar tí­ verru taptu all­ar dystirnar. Ársins lið í 4-4-2 uppstilling Tað er mangan tor­ført at greiða allar fløkjurnar í sam­ band við ársins lið. At­kvøð­ur­n­ ar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítr­óttar­skriv­ar­ar­nir hjá Miðla­hús­inum, sum seta liðið. Hetta verð­ur gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar. Í 2013 varð liðið stillað upp í 4­3­3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­4­2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyp­ar­ar. Hesum leistinum halda vit fram við. Áleypari ella miðvallari? Ein avbjóðing er at skilja mill­ um hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg mill­um annað galdandi fyri Luk­asz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí. Kemur hetta fyri tá atkvøtt verð­ur, men verður loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveim­um bólkum. Sum útgangsstøðið, so telja vengir sum miðvallarar. Tað vil siga, at spælarar sum Adr­ian Justinussen, Símun Sam­uel­sen, Árni Fred­eriks­berg, Mein­hard E. Ol­sen, Jóannes Bjarta­líð og Petur Knud­sen all­ir verða bólkaðir sum mið­vall­ar­ar. Kunngera atkvøðurnar Fyri at skapa mest møguligt gjøgn­um­skygni, so tók Miðla­ húsið stig til, at allar at­kvøð­ur­ n­ar blivu al­manna­kunn­gjørd­ ar mána­dagin eftir til­takið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møgu­ligt gjøgn­um­ skygni. Hetta er púra van­ligt, tá FIFA Ball­on d’Or verð­ur handað til besta spæl­ara í heim­inum. Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunn­gjørd­ar. Hetta er eftir ynski frá spæl­arum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. At­kvøð­urnar verða kunn­ gjørd­ar í Sosialinum, sum kem­ur út mánadagin 30. okt­ob­er. Velja 1, 2 og 3 Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald sam­an. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði. Landskappingini er um at koma at enda, og nú skulu ársins spælarar veljast. Hetta verður gjørt á Fótbóltsgalla, sum aftur í ár verður í Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið verður fríggjadagin 2. november Finnast skal: Ársins spælari Ársins ungi spælari Ársins málverji Ársins verjuspælari Ársins miðvallari Ársins áleypari Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum Ársins venjari Ársins dómari Ársins lið