Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. oktober 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. oktober 2018 · Nr. 123 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LANDSLIÐIÐ ER TIL REIÐAR TIL MONTENEGRO Sjúrður H. Hoydal Mikudagin klokkan 16.30 før­ oyska tíð skal hondbólts­lands­ liðið fyri fyrstu ferð síð­ani 2011 spæla undan­kapp­ingardyst til tey stóru endaspølini. Hesa­ ferð snýr tað seg um EM, ið verð­ur leikt í Eysturríki, Svø­ ríki og Noregi í januar 2020. Mánadagin fór landsliðið und­ir ferðina úr Føroyum, og hitt­ist við útisetunum í Keyp­mannahavn, har venjing var á skránni. Summir høvdu frætt tað, men til venjingina mánadagin gjørdist greitt, at Peter Krogh verður ikki við til dystin í Monte­negro. Sterki bakkurin úr H71, ið er sermerktur við at hann skjýtur eins væl við báðum hondum, bíðar í løtuni eftir at gerast pápi fyri aðru ferð, og hann verð­ur verandi í Føroyum til barnið er komið. Ístaðin er Hans Eli Sig­ur­bjørns­ son úr KÍF tikin út. Hann hittir landsliðið í Monte­negro, og verður vónandi við til venjingina týsdagin. Ikki allir hava vant við Venjingarnar mánadagin mistu eisini teir báðir útiset­ar­nir í Íslandi. Áki Egilsnes og Allan Norðberg fingu eina óhepna byrjan á ferðina, tá ið teir stóðu á flogvøllinum í Íslandi og ikki sluppu umborð á flog­ farið. Hjá føroyingunum vóru øll viðurskifti í lagi, men tekn­ isk­ir trupulleikar við inn­skriv­ ing­arskipanini á flogvøllinum gjørdu, at tað ikki eydnaðist teim­um báðum vinstrahentu lands­liðsleikarunum at koma til Keypmannahavnar fyrr enn seint mánadagin. Lands­ liðið saknaði avgjørt pro­fil­ar­ nar úr Íslandi til venjingina í Keyp­manna­havn, men týdn­ ing­ar­mest er at teir komu fram at enda, so at teir verða til reið­ ar til dystin í Montenegro. Montenegro er mannað við stjørnum Tí dysturin í Montenegro verð­ ur ein trupul dystur. Monte­ negro hevur eitt sera sterkt lands­lið, ið hevur verið í stór­ ari menning seinastu árini. Leikararnir spæla við stór­ fel­øgum sum Celje, Melsungen, Besikt­as, Wetzlar og Rhein-Neck­ar Løwen. Stóra stjørnan í monte­negr­insk­ um hondbólti er Vuko Bor­oz­an, ið spælir fyri stóra maked­onska felagið, Vardar Skopje. Eingin ivi er um at hann er ein stjørna í heim­ land­in­um, og hann var eitt nú heiðr­aður sum fremsta ítrott­ar­fólk í Montenegro, eftir at hann vann Champions League í hondbólti við Vardar Skopje í 2017. Men Vuko Borozan er ikki partur av hópinum hjá Monte­ negro móti Føroyum. Almenna frá­greið­ingin er ein skaða, men tað kann eisini hugsast at hann rætt og slætt verður spard­ur í dystinum, ið Monte­negro væntar at vinna trygt. Eingin ivi er um at føroyska landsliðið hevði glett seg til at spælt móti slíkari heims­stjørnu, men Montenegro hev­ur framvegis stórar leikarar, sum eitt nú bakkin, Vladan Lipov­ina úr Rhein-Neckar Løw­en og málverjan,Nebosa Simic úr Melsungen. Hesi eru tvey av stóru feløgunum í týsku bundesliguni. Eyðmerkt við Lipovina og hin­ um leikarunum á liðnum er, at teir eru serstakliga sterk­ir og tungir, samstundis sum teir kortini eru sera kvikir. Peter Krogh skal avloysast Tí kemur tað dátt við hjá før­ oyska landsliðnum, at Peter Krogh ikki fær verið við. Peter Krogh kann taka øll lið á bóli, tá ið hann skiftir skothond í álop­inum, og hetta er ikki nakað altjóða leikarar eru van­ ir við. Samstundis er kanska enn størri missur í Peter Krogh í verj­uni. Hann hevur eina tyngd, kropsliga styrki og kvik­leika, ið kundi bjóðað av móti tungu montenegrinsku leik­ar­un­um. Ístaðin kann tað hugsast at 18 ára gamli Brandur Halgirs­ son fer at fáa ein størri leiklut enn ætlað. Hann hevur vant í týska stórfelagnum, Flens­ burg­-Handewitt, og tað eru teir verjueginleikarnir, ið hann hev­ur lært har, ið er orsøkin til at hann er úttikin. Í álopinum verður størri ábyrgd løgd á Rúna Vest Høj­gaard, ið helst fer at fáa fleiri min­uttir enn ætlað á vinstra bakki. Hann er ein púra øðrvísi leik­ari enn Peter Krogh. Rúni Vest Højgaard vigar nakað minni, og fer at skjóti minni frá fjarstøðu, men hann kann volda verjuni trupulleikar um hann spælir upp til sítt besta. Har­ umframt verður spenn­andi um Hans Eli Sigur­bjørns­son fer at fáa ein leiklut. Lands­liðsvenjarin valdi í fyrsta umfarið kollfirðingin frá til dystin í Montenegro, við grund­gevingini at Montenegro spæl­ir við eini høgari verju. Men kollfirðingurin hevur kvik­ar føt­ ur og ein framúr skot­arm, so spennandi verður um hann fær verið ein hóttan við hes­um. Skulu spæla sín lívs dyst Við ella uttan Peter Krogh ella Vuko Borozan, so er hetta rætti­liga nógv tað sterkasta landsliðið, ið Føroyar hevur hitt tey seinastu árini. So ong­ in ivi er um, at allir leikarar skulu spæla sín lívs dyst, um Før­oyar skulu hava møguleika at nærkast einum góðum úrs­ litið. Leikararnir eru greiðir um at serfrøðingarnir meta Mon­te­negro at vinna greitt, men í teimum býr eisini vónin um at skapa eitt úrslit fyri før­ oysk­an hondbólt. A-landsliðið í manshondbólti er farið undir ferðina til Montenegro, men tað er uttan Peter Krogh. Montenegro stillar upp uttan ein av heimsins bestu bakkum, men kortini við einum krútsterkum liðið. Føroyar Niklas Simonsen, TMT Tønder Nicholas Satchwell, Neistin Helgi Hoydal, Viking Stavanger Rókur Akralíð, Kyndil Rógvi Dal Christiansen, Kyndil Rói Berg Hansen, FIF Allan Norðberg, KA Nicklas Selvig, TMS Ringsted Sjúrður Olsen, VÍF Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF Brandur Halgirsson, H71 Rúni Vest Højgaard, H71 Áki Egilsnes, KA Kjartan Johansen, Viking Stavanger Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ Tróndur Kragesteen, Neistin Montenegro Mile Mijušković (Benidorm, Spania) Nebojsa Simic (Melzungen, Týskland) Vuko Borilovic (Lovcen) Miloš Vujović (Tatabanja, Ungarn) Milan Popovic (Pelister, Makedonia) Mirko Radovic (Lovcen) Marko Lasica (Besiktas, Turkaland) Nebojsa Simovic (Dabash, Ungarn) Branko Kankaraš (Istr, Frakland) Admir Pelidiya (Alcobendas, Spania) Stefan Čavor (Wetzlar, Týskland) Vladan Lipovina (Rein-Neckar Leven, Týskland) Branko Vujović (Celje, Slovenia) Stevan Vujović (Dobrođea sud, Rumenia, Vasilije Kaluđerović (Investigator, Bosnia og Hersegovina) Žarko Pejović (Dunarea Kalaraši, Rumenia) Miloš Božović (Tatabanja) Vasko Ševaljević (Tremble, Frakland)