Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Visti tú? At 81 prosent av øl­ søl­uni í Føroyum er føroyskt øl Hví skal ølið vera føroyskt? Les eisini blaðið á telefonini 26. OKTOBER 2018 Bjarni Hammer, løgtingsmaður, vil hava, at Rúsan hækkar prísin á út­lendsk­um øli. Hann setti vinnu­mál­a­ráð­harr­anum spurningin á ting­fund­i­num mikudagin. Ein ikki sørt naivur spurningur. Ein løg­tings­maður vil hava ein lands­stýr­is­ mann at leggja hægri avgjald á eina út­ lendska vøru fyri at tað skal rigga betri hjá ein­um før­oysk­um framleiðara at selja sína vøru. Hetta er pro­tek­ti­on­isma, verj­ utollur. Júst tað sum eyð­kenn­ir toll­uta stríð­ið millum Kina og Donald Trump. Tað skal ikki bera til hjá politikarum at gera av, hvørjar vørur vit skulu keypa. Pol­i­tik­arar skulu skapa karmar, so vit øll fáa virkað í hesum samfelag­num. Tað vil so vera, at onkur útlendsk vøra er bíligari enn ein føroysk vøra. Og so­leið­ is broytist samfelagið alla tíð­ina. Vit kenna tað so væl úr okkara egnu vinnu, har lýsarar eru farnir frá prent­aðu bløð­u­ num og siðbundnu før­oysku miðl­u­num til amerikanskar sos­i­al­ar miðlar at lýsa. Bæði Føroya Bjór, Okkara, Ment­a­mál­a­ ráð­ið og eitt nú Javn­aðarflokkurin hjá Bjarna Hamm­er velja Facebook fram um før­oysk­ar fjølmiðlar. At pengarnir held­ur fara til ríkar amerikanskar doll­ar­a­mill­i­ ard­er­ar, tað leggja tey ikki so nógv í. Tey fáa eina bíligari vøru. Akkurát tað sama er tað hjá Palleba og Mar­sannu, tá tey fara í Rúsuna ella í ein ann­an handil. Tey vilja sleppa at keypa ta vøruna, tey vilja hava, og sum tey halda hóskar teimum best. Eingin Bjarni Hammer skal bestemma, um vit keypa eina rullipylsu frá Poul Mich­el­sen ella Poul Hansen ella heldur velja eina per­u­ danska pylsu. Tað er dygdin á pyls­uni og prísurin, sum fær okkum at taka okkara egnu støðu, sum vit duga bet­ur at taka, enn onkur naivur pol­it­ik­ari, sum vil sleppa at stýra keyp­i­vanum ­okkara. Føroyskt øl er gott. At tað er kapp­ing­ ar­ført vísir stóra sølan. At fýra av fimm seldum øl eru føroyskar øl sigur sítt. Landsstýrismaðurin er á veg í tingið við broytingum í rúsdrekkalógini, sum skulu taka av inn­flutn­ings­mon­o­polið á víni. Tað er skilagott. Men var Poul Mich­ el­sen ein sannur libe­ral­ur pol­it­ik­ari, so tók hann eisini av inn­flutn­ings­mon­o­pol­ ið á sterkari rúsdrekka og øli. Tað hevði gagnað vinnuni og harvið brúk­a­r­a­num – og hevði onga ávirkan havt á drekk­i­vanar, og at­kom­u­ligheitin til rús­drekka hevði verið hin sama! Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri – Muran hjá Jákup Mikkelsen kom und­an, tá hann segði, at øl frá heil­søluni hjá Poul Michelsen fekk fram­í­hjá­rætt­indi í handlunum hjá Rús­drekka­sølu Landsins, heldur Poul Michelsen – Tað er áhugavert, at landsstýrsimaðurin vel­ur bara at bera í bøtuflaka við útlendska øli­num og argumentarar fyri, at útlenskst bíligt øl skal hava síni rættindi. Tað segði Jákup Mikkelsen, løg­tings­mað­ ur Fólkafloksins undir orðaskiftinum á tingi um fyr­i­spurning frá Bjarna Hammer um at leggja serligt avgjald á útlendskt øl, so tað ikki kann vera bíligari enn tað føroyska ølið. – Tað er óbehagiligt, sum vit hava fingið at vita í vinnunevndini, at danskt øl fær betri pláss á góvlinum í Rúsuni, enn tað føroyska, segði Ják­up Mikkelsen og helt fram: – Og tað er einki skil í, vissi tað passar sum lands­stýr­is­maðurin sigur at, at stór­selj­ ar­in er før­oyskt øl, so tað burdi fingið tað besta plássið – Men serliga undrunarvert er tað, tá man veit, at eitt av teimum ølunum, sum fær øgi­l­iga gott pláss í Rúsuni, kemur frá fram­ leið­ara, sum heilsølan hjá Poul Michelsen ar­beiðir ógvuiga tætt saman við, segði Ják­up Mikkelsen í eini ikki sørt ágangandi við­merk­ ing og skuldseting móti Poul Michelsen. Jákup Mikkelsen hevur eisini roynt seg sum stjóra í heilsølu – og hann er útbúgving skúla­lærari. Og tí skeyt Poul Michelsen aft­ur: – Eg eri keddur av, at eg ikki eisini var skúla­lærari og ikki vinnulívsmaður. Muran hjá Ják­upi Mikkelsen kemur undan. – Hvat er tað fyri nak­að hann teinkir? – Soleiðis hugsar hann. Og soleiðis hugsi eg ikki. Eg kann púra greitt siga tað, at eg havi einki við nakað ølmerki at gera. – Eg má siga tað, at tað er keðiligt, at man ikki bara var lærari. Men eg komi nú einaferð har­frá (handilslívinum, red), eg havi eina for­rætn­ing, og hon hevur einki við hattar at gera. – Men muran fortelur, hvar Jákup Mikk­ el­sen kemur frá og hvat hann hugsar, segði Poul Michelsen. Um vikuskiftið verður FM á stuttgeil 2018 í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans eru 479 tilmeldingar til ein­stakl­ing­a­kappingar og 46 til liðsvimjing frá fimm av teimum seks virknu feløgum, harav HS, SuSvim og Ægir eiga bróð­ur­ partin. Kappingin er síðsti kjansur hjá før­oysk­ um svimjarum at klára kravtíð til HM á stutt­geil 2018, umframt til NM/NJM 2018. Har­til er FM á stuttgeil 2018 fyrsta av fýra møg­u­ligum úttøkustevnum til Oyggj­a­ leikir 2019. HM á stuttgeil 2018 verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018, meðan NM/NJM 2018 verður í Oulu í Finnlandi frá 7. til 9. desember 2018. FM á stuttgeil í Gundadali í Havn KAPPSVIMJING Vit hava avtikið flatskattain Kristina Háfoss Tíðargrein 12-13 Poul í Pálshúsi á Eiði: Søktur tvær ferðir av kavbáti Siðsøga síða16-17 Poul Michelsen vildi heldur verið lærari...