Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 3 Hetta var at stinga Høgna hoydal í ryggin Uppskotið um at leingja fiskidagaskipanina við einum ári er eitt óvanligt stig at taka móti samstarvspartnara ÁRNI GREGERSEN G REINING: Tey kalla tað eina bumbu, at ting­ kvinnurnar hjá Fram­ sókn løgdu eitt upp­ skot fram um at leingja skip­an­ina við fiskidøgum eitt ár aft­urat. Uppskotið hevur ligið klárt á skrivstovuni í Løgtinginum í fleiri dagar og einstøk tingfólk úr flestu flokkum hava vitað um uppskotið. So størri bumba enn so var tað ikki, tá ið uppskotið var lagt fram mikudagin seinna­ part­in. Mannagongdin er óvanlig og serliga millum samgongu­flokk­ ar. Tað ásanna øll. At ein samgonguflokkur fer so beinleiðis inn á málsøkið hjá einum landsstýrismanni úr ein­um samgonguflokki ber boð um, at samskiftið í samgonguni hetta seinasta árið undan kom­ andi valinum, er farið at rilla. Ruth Vang, forkvinna í ting­ bólkinum hjá Framsókn, dugir væl at grundgeva fyri, hví tær hava lagt uppskotið fram. Meira ivasamt er, um grund­ gevingin heldur politiskt. Hanna Jensen,Framsókn, hev­ur í heyst fleiri ferðir sagt, at tíðin til at boða frá, hvørjum um­støðum vinnan skal arbeiða und­ir í heyst, er farin at ganga und­an. Men at uppskotið kemur illa við hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum er onki at ivast í. Klárar ábendingar hava leingi verið um, at lógin um fyri­siting fer at verða broytt, so­leiðis, at vinnan varðveitir fiski­dagar undir Føroyum og ikki fer til kvotur, sum ætlanin ann­ars var. Men í tosinum við vinnuna hevur umsitingarætlanin fyri botn­fiskinum undir Føroyum fylt nógv. Vinnan hevur í fleiri førum vísti seg at kunna taka undir við umsitingarætlanini, sum øll siga er neyðug. Serliga tá ið tað nú vísir seg, at framgongd er í toska-og hýsuveiðuni. Hvat hendir Sjálvandi er stóri spurningurin í politisku skipanini í dag, hvørj­ar avleiðingarnar verða fyri samgonguna, eftir at Fram­ sókn legði uppskotið um fiski­ dag­ar fram mikudagin. Seinasta freist at leggja upp­ skot fyri tingið, sum skulu virka á nýggjárinum er kom­ andi fríggjadag og ikki í dag. Andstøðufólk, sum vit hava tosað við, halda, at uppskotið um at leingja freistina við fiski­ døg­um í veruleikanum er at stinga landsstýrismannin við fiski­vinnumálum í ryggin. Hann er valdur til at umsita fiski­vinnumál og hevur so at siga alla tíðina arbeitt við fiski­ vinnu­málum. Lógin um fyrisiting av sjó­ feingi kom í gjøgnum, men longu á ólavsøku í fjør, boðaði løg­maður frá, at kvotaskipanin ikki fór at verða sett í fildi fyrr enn 1.januar 2019. Tað ggav lands­stýris­mann­ in­um við fiski­vinnumálum eitt ár at skipa hetta, men tað hevur staðið alt meira greitt, at hetta ikki for at henda. Tað sum samgongan – og kanska serliga Framsókn – hev­ ur bíðað eftir at fáa at vita frá lands­stýrismanninum, er hvussu langt hann er komin í sam­ráð­ingunum við vinnuna og hvørjum uppskoti hann fer at koma í tingið við. Tað prutlar Tað er onki nýtt at tað prutlar undir lokinum hjá sam­gonguni. Í veruleikanum hevur tað gjørt tað síðani fyrsta dag hjá hesi sam­gonguni. Tingfólk í sama flokki – og ting­fólk úr teimum ymsu sam­ gongu­flokkunum – hava gjøgn­ um alt valskeiðið verið ósamd. Serliga hevur stríðið í Javn­ að­arflokkinum verið hart og al­ ment. Løgmaður, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, hevur brúkt nógva orku at royna at fáa fólk í flokkinum at semj­ast. Ítøkiliga í tveimum førum er tað tó ikki eydnast. Sonja Jógv­ ans­dóttir meldaði seg úr flokk­ inum sama dag, sam­gongu­ skjalið var undirskrivað og síð­ani hevur Kristin Michelsen, borg­ar­stjóri á Tvøroyri, boðað frá, at hann ikki kennir seg bundn­an av at atkvøða tað sama, sum Javnaðarflokkurin. Men hóast ósemjur, so er veru­leikin kortini, at hvørja ferð ein atkvøðugreiðsla hevur verið í tingsalinum, so hevur tað víst seg, at meirluti hevur verið fyri uppskotunum hjá sam­gonguni. Um tað sama fer at henda nú, er ilt at gita um – kanska ser­liga tí at fyrstu álvarsligu at­ kvøðu­greiðslurnar ikki vera fyrr enn í desember. Og so eitt afturat: blóðið er heitt nú, men tingið liggur stilt í komandi viku, tí bæði tingfólk og landsstýrisfólk fara á Norð­ urlandaráðsfund í Oslo. Royndirnar vísa, at nakrir dagar, har tingfólk ikki ganga sam­an í tinghúsinum, kunnu loysa mangar knútar í sam­ gongu­arbeiðnum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er ikki komin á mál við umsitingarætlanini. Ruth Vang, Framsókn, hevur saman við Honnu Jensen lagt uppskot fram um at leingja fiskidagskipanina. Tað vísir sedg, at hóast ósemjur, so hevur samgongan stðið saman og atkvøtt ja, tá ið tað skal gerast