Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 4 Tað kann gott vera, at talan er um grenj, men veðrið í heyst hevur verið stak ófantaligt. Sjálvur havi eg heilt klárt ta fatan, at veðurlagsbroytingarnar órógva okk­um nógv meira enn vit annars geva okkum far um. Minnist sum smádrongur, at vit vanliga spældu úti, sjálvt um tað regn­aði. Vit vóru í bundnum troyggj­ um, men ongin var á kroppi, sjálvt um tað regnaði. Nú er tú á kroppi bert at ganga mill­um húsini, hevur tú ikki latið teg í oljukløðir. Hvussu nógv av hesum er mann­ gjørt er sjálvandi ilt at vita, men at tal­an er um eit stóran part, ivist eg per­sónliga ikki í. Vit oysa alt møguligt út í nátt­úr­ una, sum sjálvandi ávirkar bæði hita og alt møguliga annað. Í hesum døgum er fokus á plastikk. Tað rekst alla staðni og nú finna vit tað bæði í fugli, fiski og súgdjórum. Ja, sjálvt í mannakroppinum eru gransk­arar farnir at finna smáar plastik­bitar. Ája! Eitt annað, sum vit eru fongd við nú á døgum, er maturin, sum er gjørd­ ur at halda longri við øllum møgu­lig­ um E-numrum. Sjálvandi er tað torført at vita um alt hetta er skaðiligt ella um sumt kann etast uttan so at vit fáa mein av tí. Flestu ráðini um mat siga, at vit skulu eta mat, sum er so lítið við­ gjørd­ur sum møguligt. Vit skulu kóka ella steikja okkara egna mat, uttan at hann er viðgjørdur aðrastaðni fyrst. Hetta ber væl til í Føroyum, har vit hava góða atgongd til kjøt, fugl og fisk. Tað eigur at geva okkum fyri­ mun­ir, so vit sleppa undan at eta slíkt, sum er rigga tll og tilsett aðra­ staðni. Ája! Í dag eru júst tveir mánaðir til ann­ an jóladag. Jólini eru størsta og hugna­lig­asta høgtíðin, har flestu familj­ur savnast og kunnu brúka dag­ ar­nar saman uttan at fara til arbeiðis. Tann myrka tíðin mælir til hugna, kortspøl dans og annarsdjúðhugsan. Eg eigi eisini helst at nevna, at hetta eisini er tíðin, tá ið tey ungu kunnu spæla á teldunum Fyri at venda aftur til veðrið, so er ikki nógv á okkara døgum, sum bend­ ir á hvít jól. Á okkara leiðum gerst lýggjari og í staðin fyri kava fáa vit regn. Tað sum sjálvandi er eitt sindur keðiligt, at lýggja veðrið eisini ofta gevur okkum vind, sum vit so fáa saman við regn­inum. Ikki tað besta hugna­ veðrið, men sum teir gomlu søgdu: veðrið má sær ráða. Í dag og í morg­in boða teir frá eitt sind­ur kaldari veðrið. Kanska tað fer at minka vindin og geva okkum nakrar góðveðurs heystardagar. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: “Ein íløga í framtíðar skattagjaldarar er til dømis at fáa til vega fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í kommununum” “Eg eri so troytt av orðinum avbjóðing. Enn geri eg mun á trupulleika og avbjóðing” Føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi javnt á útivølli ímóti Montenegro mikudagin. Ein dreymabyrjan hjá Føroyum, sum leygardagin spælir ímóti Danmark Matstovan Frumbiti í Havn verður við í nýggju útgávuni av viðurkendu matstovuskránni, White Guide. Og KOKS fekk sunnudagin umrøðu í kenda vinnublaðnum, Forbes Løgtingið hevði uppskot til viðgerar um, at tey, sum hava elbil ella hitapumpu skulu fáa bíligari streym um náttina Í mun til í fjør er meira av toski og hýsu avreidd higartil í ár Tórshavnar kommuna skal taka støðu til, hvat endaliga navnið á nýggju útstykkingini á Argjum skal vera - Klingrutjørn ella Klingurstjørn MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av ølinum, sum verður selt í Rúsdrekkasølu landsins er føroyskt øl 81% Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Hósdagin byrjaði risastór NATO-venjing við 50.000 hermonnum. Venjingin á landi verður í Noregi, meðan venjingin á sjógvi verður í Norðuratlantshavinum eystan fyri Føroyar. Venjingin kallast Trident Juncture, og føroysku myndugleikarnir eru ikki kunnaðir um hetta. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina kanska kanska upp í skrið, 18 m/s. Eitt lítið æl. Hitin verður millum 3 og 6 stig, um náttina um frystimarkið til 4 stig. 10-15 m/s 10-15 m/s 6 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigin luft og okkurt æl. Hitin verður millum 4 og 7 stig. Um náttina verður eitt lítið lot og yvirhøvur klárt, men seinni tám. Um náttina beint undir frostmarkið til 5 stig. Lot til andøvsgul, undir 6 m/s. Út á dagin stívt andøvsgul. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Mest skýggjað, kanska regn um kvøldið. Flatskattur Um orðið sigur Sprotin skats -ir k16 Skattur: (búsk.) løgbundið gjald til tað almenna (mest eftir inntøku), gjalda skatt Flatskattur er ein skipan, har øll gjalda sama lutfall í skatti Mánadagin høvdu vit her í blaðnum grein um flatskattin, sum undanfarna samgonga setti í gildi 1. janaur í 2012. Táverandi anstøða mótmælti harðliga, men kortini er flatskattaskipanin ikki afturrullað. Tað hevði kostað teimum hægri løntu stóra skattahækkin. Hóast skipanin verður umrødd sum »flatskattur«, so er talan ikki um ein flatskattaskipan, tí skipanin er eisini stigvaksandi.