Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Eivinn Bringsberg, málari, Klaksvík. Eg velji Mið flokk in, tí hann hugsar um tey veiku í sam felagn um, barna­ familj una, einlig foreldur, gomul og sjúk! Eisini vil miðflokkurin hava eitt væl virkandi heilsu verk! Vinnan skal hava góðar karmar at arbeiða undir! Ikki minst stuðli eg Miðflokkin, vegna greiðu støðuna til tey kristnu virðini, eitt nú at ófødda barnið skal hava rætt at liva, eins og hond verður tikin um tey, sum hava hálp fyri neyðini hes um viðvíkjandi . Og eisini at miðflokkurin stríðist fyri at familjan, sum er grundarlagið und ir sam­ felagnum, ikki skal avskeplast, men verða tað, sum skaparin ætlaði frá byrjan. Tú kanst líta á, at Miðflokkurin hevur eina greiða støðu til tey kristnu virð ini. Tað dám ar mær væl. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Á týdningarmiklasta økinum rekur samgongan ein miðaldarpolitik Granska vit í farnum øldum, so finnast runt allan heim toftir eftir samfeløg, sum hava verið, men ikki eru meira. Fleiri teirra vóru sera framkomin og kundu vísa á glæsulig tíðarskeið, sum vit við virðing líta aftur á í dag. Men so kom ymiskt á leiðina, framburðurin fánaði, rot kom í og eftir stuttari tíð lógu fremstu samfeløg og ríki í skeljasorum. Sum dømi kunnu vit nevna forna Athen, bíbilsku Sodoma og Gomorra og ikki at gloyma Rómverjaríkið. Hví hendi slíkt og kunnu vit læra nakað av hesum? Ja so sanniliga! Eitt, sum gongur aftur og aftur í søguni um hesi ríki og veldi er, hvussu vælferð førdi fólkið inn á skreivar leiðir. Tað, sum áður var mett heilagt, varð traðkað undir fótum, kristnar leiðreglur vóru stigbendar og at enda lítisverdar, undirmettar, van virdar og vrakaðar. Sjálvsókni og siðloysi tóku yvir, og frá tí løtu gekk bert miðvíst móti upploysn og undirgangi. Føroyar hava farnu árini verði vælsignaðar av Skaparanum, sum sjáldan áður. Materielt ríkidømi floymir enn inn yvir okkum, men tíverri, saman við hesum eisini ein hugburður, sum undirmetir og ynskir at broyta tað grundarstøði, sum sam­ felag okkara hvílir á, og sum er beinleiðis orsøkin til framgongd okkara. ”Komið við, flytið tykkum, hjálp okkum at gera Føroyar tíðarhóskandi, vit liva í 2018”­ rakstrarróp sum hesi nýta tey, sum í dag ráða fyri borgum, at speireka øll tey, ið elska Føroyar og sum framhaldandi ynskja eitt samfelag, ið eru tryggjað á kristna, klettfasta støðið. Og meðan tey speireka, royna tey at broyta Føroyar, á: • hjúnabandsøkinum • kynsliga økinum • fosturtøkuøkinum • samleguøkinum • dagstovnaøkjunum • ... og vit kundu hildið á. Felags fyri allar hesar broytingar er, at tær, umframt at verða ein uppgerð við trygga kristna grundarstøði, als ikki eru frameftirlítandi, men leita aftur í siðloysis­ lærur, sum i forðum oyddu mætari lond og ríki, enn tey norðurlendsku. Tey, sum í dag skipa Føroyar politiskt, halda seg verða frameftirlítandi, men eru tvørt ur ímóti fangaði av m.ø. miðaldar hugsjónum og áttu at vakna. Vandin er, at tey ikki gera tað. Tí er kom andi Løgttingsval eitt virðisval fram um øll onnur, eitt álvarsval, har før­ oying urin má vakna og velja tryggleikan! Vangamynd SITAT ”Hjúnalagsliga glíðibreytin í ferð við at ryggbróta bæði mál og kristnu mentan okkara, at gera til veruleika tað, ið Fríðrikur Petersen, próstur, yrkti: „O, móðurmál, stórt er títt fall.” (Svenning av Lofti). Lakkið er slitið og skøvur eru í Andstøðufólk meta, at samgongan er so slitin í lakkinum, at eitt val ikki er so langt burtur ÁRNI GREGERSEN T að bleiv eitt sindur rokaslit í tinginum fyrr í vikuni, tá ið Framsókn legði eitt uppskot fram, sum forleingir skipanina við fiskidøgum. Hetta gongur beint ímóti tí, sum er samtykt í lógini um fyrisiting av sjó­ feingi og ger støðuna hjá landsstýris­ mann­inum við fiskivinnumálum eitt sindur veikari. Andstøðan í Løgtinginum óraði álv­ ars­ligar ósemjur í samgonguni, tá ið upp­skotið varð lagt fram. Fleiri and­ støðufólk søgdu beinanvegin, at hetta var at stinga ein knív í ryggin á lands­ stýris­manninum. Gitinghar tóku seg eisini upp um hetta var fyrsta tekin til, at vit fáa eitt val skjótari enn annars. Summi tingfólk gita, at hetta ikki fer at fáa ávirkan beinanvegin, tí ongar álvars­ligar atkvøðugrediðslur eru í ting­ inum fyrr enn í dsember. Tá kann tað sum hendi í hesi vikuni fáa ávirkan – eisini á tær samráðingar, sum fara at vera um fíggjarlógina fyri næsta ár. Ein av andstøðutingmonnunum met- ­ir, at ósemjan tá fer at verða so ógvus­lig, at løgmaður í desember fer at út­skriva val at verða í januar. Andstøðutingmaðurin heldur, at løg­ maður fer at siga, at tað verður ov dýrt at semjast um eina fíggjarlóg fyri kom­ andi ár og tí heldur velir at skriva út val. Hann fer at grundgeva við, at hetta er neyðugt fyri samfelagsbúskapin. Í slíkum førum hendir tað, ein fyribils fíggjarlóg – teknisk fíggjarlóg – verður samtykt og so verður eina endalig fíggj­ ar­lóg samtykt eftir at ein samgonga er gjørd eftir valið. Um hetta verður leiðin er tó ivasamt enn, tí sum skrivað er aðrastaðni, so hev­ur hendan samgongan víst, at hóast int­ernar ósemjur, so hevur hon staðið sam­an í øllum álvarsligum atkvøðu­ greiðsl­um. Aksel Johannesen, løgmaður og sam­ gongu­leiðari, hugsar sjálvandi umhvat er best at gera og fyri eina ferð skyld eru tað ikki tingfólk úr Javn­að­ar­flokk­ in­um, sum hava gjørt honum støðuna trupla. Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal taka støðu til um skøvurnar í lakkinum bert eru smáar og um samgongan kann halda fram