hósdagur 25. oktober 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 124
6
HALLUR AV RANA
M
iðskeiðis í Istedgade
í Keypmannahavn
liggur
herbergið
Mændenes Hjem.
Síðan 1960 hevur húsið verið staðið,
har heimleys í Keypmannahavn
kunnu venda sær og fáa hjálp fyri
ymiskar sosialar og menniskjaligar
trupulleikar. Og tað er her, at eg
møti 42 ára gamla Tummas Olsen, ið
seinastu níggju árini hevur arbeitt
í hjartanum í Vesturbrúgv millum
tey menniskju, ið mong okkara
látast ikki at síggja ella hoyra, tá
vit ganga framvið teimum á gøtuni,
í metroini og aðrastaðni í danska
høvuðsstaðnum.
Hvønn dag koma umleið 500
fólk inn í hølini hjá Mændenes
Hjem har tey fáa hjálp av ymiskum
slag. Talan er um eitt hart arbeiði,
ið krevur nógv av teimum, ið
starvast har.
- Hetta er eitt umhvørvi merkt
við nógvum harðskapi og hótta
num á lívið. Tónin er øgiliga harð
ur, tí tað er gøtan, ið flytur inn til
okkara. Men tá tað er sagt, so er
tað ein virðing yvirfyri staðnum og
starvsfólkunum, so tað er sjáldan,
at vit uppliva tann harðskapin, ið
man kundi ímynda sær í Mænd
enes Hjem, sigur hann.
Góð barlast
Tummas Olsen er uppvaksin í
Strondum í eini kristnari familju
og vísir hann á tað sum nakað,
ið hevur stóra ávirkan á hansara
dagliga yrki millum heimleys og
rúsevnismisnýtarar í gøtunum í
Keypmannahavn.
- Eg havi fingið nøkur góð virðir
løgd í meg. Virðir sum at hjálpa
og virða øðrum menniskjum. Eg
saknaði bara at sleppa at vísa tað í
verki, men tað geri eg her. Eg havi
altíð brent fyri at hjálpa teimum
veiku. Og tað var her á Vestur
brúgv, at eg fann mína hill, sigur
hann.
Upprunaliga var Mændenes
Hjem eitt kristið arbeiði, men tá
herbergið kom á donsku fíggjar
lógina í 60´unum bleiv tann part
urin av arbeiðinum niðurspældur.
Men tá heimasíðan hjá stovninum
skal lýsa kjarnuna av virkseminum
verður víst til eitt av kendastu
líknilsinum hjá Jesusi í Nýggja
Testamenti.
- Søguliga útgangsstøðið fyri
arbeiðinum í Mændenes Hjem
er søgan um Tann miskunnsama
samverjan, stendur at lesa á heima
síðuni.
Reint ítøkiliga merkir tað, at
starvsfólkini royna at ganga í
fótasporunum hjá samverjanum
við altíð at veita hjálp til øll fólk.
- Tað vil siga, at vit hjálpa, um
vit síggja onkran, ið ikki hevur tað
gott. Tað er líkamikið hvør tú ert
ella hvør tín bakgrund er. Vit eru
har fyri teg. Ikki bara fyrstu ella
aðru ferð, men vit eru har altíð,
sigur Tummas Olsen.
Meðan tað er lætt at brúka mis
kunnsama samverjan sum dømi og
fyrimynd, so eru tey nógv, ið hava
sannað, at fyridømið ikki altíð er
eins lætt at fylgja. Tað ásannar
Tummas eisini, men er skjótur at
vísa á, at eingin nakrantíð hevur
sagt, at tað skal vera lætt.
- Hansara fyridømi er ringt at
fylgja. Tað er heldur eingin, sum
sigur tað skal vera lætt, men tað er
málið. Tí um tú ikki setur tær høg
mál í arbeiðinum at hjálpa heim
leysum, so brennur tú út í hesum
arbeiðinum.
Tey fimm prosentini
Fólkini sum koma í samband við
starvsfólkini í Mændenes Hjem eru
vanliga fólk, ið øll onnur hava givið
upp uppá. Samfelagið hevur vent
teimum bakið og familjan hevur
kvett øll bond. Vanliga eru tey
eisini bundin av hørðum rúsevnum
ella rúsdrekka og hava trupult við
at fáa ein gerandisdag at hanga
saman.
- Felags fyri tey flestu er, at tey
hava havt ein øgiliga harðan barn
dóm. Tað kann hava verið rús
drekka- ella rúsevnismisnýtsla ella
okkurt annað. Tey hava ikki fingið
tann uppvøkstur, ið øll ynskja.
Harumframt eru eisini fólk, ið hava
klárað seg sera væl vinnuliga, men
hava mist alt. Onkursvegna eru
tey vorðin bundin av rúsevnum
og eru endaði á gøtuni. Tey fólkini
eru lættari at arbeiða við og fáa av
gøtuni aftur enn fyrri bólkurin, sig
ur Tummas Olsen.
Av teimum umleið 500 fólkun
PERSÓNSSØGA: Tummas Olsen
Tummas Olsen
Í FÓTASPORUNUM
HJÁ MISKUNNSAMA
SAMVERJANUM
Vit hjálpa, um vit síggja onkran, ið ikki hevur tað gott.
Tað er líkamikið hvør tú ert ella hvør tín bakgrund
er. Vit eru har fyri teg, sigur Teitur Olsen.
MYND: PRIVAT
Man kann ikki
siga um hesar
føroyingar, at teir
hava valt at vera
heimleysir, tí tað
er eingin, ið sigur sum barn,
at tey vilja vera heimleys, tá
tey verða vaksin. Tey hava
øll eina syrgiliga lagnu
- Hansara fyridømi er ringt at fylgja. Tað er heldur eingin, sum sigur
tað skal vera lætt, men tað er málið. Tí um tú ikki setur tær høg mál í
arbeiðinum at hjálpa heimleysum, so brennur tú út í hesum arbeiði
num. Tað sigur Tummas Olsen, ið seinastu níggju árini hevur arbeitt
við menniskjum, ið liva í skuggasíðuni í danska høvuðsstaðnum