hósdagur 25. oktober 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 124
7
um, ið dagliga koma á gátt í Mænd
enes Hjem, eru tað bara umleið 5
prosent av persónunum, ið megna
at lyfta seg úr aftur tí støðu, ið tey
eru endað í.
- Tey hava eina familju, arbeiði,
halda seg burtur frá tí skaðiliga
umhvørvinum og eg kann møta
teimum til ein dýst á einum fót
bóltsvølli. Tað eru hesi, ið gera, at
man heldur út. At man trýr upp
á hetta. Ikki bara tað, at eg skal
nøkta tín tørv í dag, men at tað
er ein møguleiki fyri, at tú kemur
burturúr hesum og fær eitt annað
lív ein dag. Tað eru tey fimm pro
sentini, ið gera, at eg haldi á, sigur
Tummas Olsen.
Endurtaka mynstrið
Um tað eru fimm prosent, ið meg
na at bróta burtur úr tí skaðiliga
mynstrinum, ið hevur ført til,
at tey eru endaði úti á gøtuni, so
merkir tað, at tað eru 95 prosent
av teimum, ið ikki megna tað. 95
prosent, ið verða verandi í mynstri
num og ikki megna at bróta úr
skaðiliga umhvørvinum og skapa
eina nýggja tilveru. At síggja tær
lagnurnar kann vera øgiliga tor
ført.
- Tað er ræðuliga hart at síggja
fólk endurtaka somu feilirnar. Men
um tú skalt arbeiða við hesum, so
mást tú góðtaka hetta, tí annars
brennir tú út. Fólk hava tørv á ein
um fjórða, fimta ella sætta kjansi
fyri at tað kanska lukkast eina ferð.
So man er noyddur at hava eitt
fyrigevandi lyndi og skilja teirra
støðu so gott tú kanst. Man má
hava í huga, at hetta eru fólk, sum
eru svikin av allari skipanini og
familjuni. Tað er orsøkin til, at tey
eru heimleys, sigur Tummas Olsen.
Talan er um fólk, ið liva eitt
øgiliga hart lív á gøtunum í Keyp
mannahavn og tað er eingin trygd
fyri, at tey eru her í morgin. Tað er
eisini ein sannroynd, ið Tummas
Olsen má fyrihalda seg til í arbeiði
num, men tað merkir ikki, at tað er
serliga lætt.
- Tað hendir javnan, at onkur
man hevur roynt at hjálpt í longri
tíð, ikki er her longur. Men tað er
ein partur av arbeiðinum. Tað má
man bara góðtaka. Man ynskir
altíð tað besta fyri øll, men man
veit, at tað er so skjótt, at tey fáa
ein yvirdosis ella doyggja úti í
kuldanum. Og tað rakar ein. Men
tað sum harmar meg mest er, at tá
tey doyggja, so eru vit mangan tey
nærmastu. Tað sigur nokk so nógv
um teirra støðu, sigur hann.
Vil hjálpa landsmonnunum
Ein hending, ið serliga hevur brent
seg í minnið hjá Tummasi Olsen er,
tá hann nýliga var byrjaður at ar
beiða í Mændenes Hjem.
- Ein ung svensk kvinna plagdi
at vitja okkum. Hon var heimleys
í Keypmannahavn og livdi eitt øgi
liga hart lív. Ein dagin ringdi løg
reglan til mín, tá eg var til arbeiðis,
tí teir høvdu líkið av einari gentu á
sjúkrahúsinum, men eingin kendist
við hana. Men teir vistu, at hon var
komin inn hjá okkum. Tí bleiv tað
mín uppgáva at identifisera hana,
so at teir kundu boða familjuni frá.
Tá var tað hendan svenska gentan,
sigur hann og leggur afturat.
- Tað vísir hvørja støðu hesi fólk
ini eru í. Hetta eru fólk, ið ikki eru
kend og vilja kanska ikki finnast.
Og tey doyggja einsamøll. Tá er
tað okkara uppgáva at geva boðini
víðari, um hvørji tey eru. Tað var
øgiliga hart, men eg skilti skjótt,
at hetta er mítt arbeiði. Hendingin
vísti mær eisini hvussu lítið sam
band tey hava við nakran.
Og tað er júst ein slík støða, ið
hann vónar, at hjálpa sínum lands
monnum úr. Av og á hendir tað, at
ein føroyingur kemur á gátt hjá
teimum, og tað fyllir beinanvegin
meira hjá honum enn restin.
- Ikki tí eg vil gera mun á, men
tá tað er ein landsmaður, ið kemur
inn, so fyllir tað meira. Tað kann
fyrst vera pínligt hjá teimum at
møta einum føroyingi, tí vit ken
na øll hvønn annan. Men eg havi
tagnarskyldu og tað finna tey
skjótt út av, sigur Tummas Olsen.
Hann vísir á, at tá man hevur
við heimleys at gera, so er tað týdn
ingarmikið at minnast, at eingin
hevur valt hendan lívsstílin.
- Man kann ikki siga um hesar
føroyingar, at teir hava valt at vera
heimleysir, tí tað er eingin, ið sigur
sum barn, at tey vilja vera heimleys,
tá tey verða vaksin. Tey hava øll eina
syrgiliga lagnu. Mín dreymur er, at
eg kann hjálpa teimum so nógv, ið
eg kann í gerandisdegnum. At eg
kann veita teimum tað eyka, so at
tey fáa eitt nøkulunda lív. Vónin er,
at tey ein dag megna at koma burt
ur úr harða umhvørvinum á Vestur
brúgv og fáa eitt normalt lív. Tað er
dreymurin. At hesir føroyingarnir
eru millum tey fimm prosentini,
sigur Tummas Olsen.
Síðan 1960 hevur Mændenes Hjem hildið til í Istedgade. Mændenes Hjem er bygninginum á vinstru hond
MYND: SCANPIX/RITZAU