Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 8 HALLUR AV RANA T að vakti ikki stórvegis ans í huganum hjá Mirjam Kambsskarð, tá hon fyri tveimum árum síðan føldi pínu í høgra armi. Fyrsti tankin var, at tað helst kom frá onkrari skeivari rørsla til styrkisvenjing, ið hevði sett onkra nerv í klemmu. Fyri eina 21 ára gamla kvinnu, ið livdi eitt sunt lív, lá tað fjart frá hennara huga, at talan kundi vera um nakað stórvegis galið. So sjálvt um ringa pínan helt á í fimm vikur uttan íhald, søkti hon ikki læknahjálp. At enda gekk tó galið, men heldur ikki tá fór hon rennandi til lækna. - Tríggjar mánaðir seinni vaknaði eg við, at eg sá dupult og balansan var so ring, at eg ikki fekk staðið á beinunum. Harumframt var styrkin í høgra beini og armi niðursett. Eg var so illa fyri, at eg lá á sofuni allan dagin, men kortini fór eg ikki til lækna, tí eg væntaði og vónaði, at hetta gekk yvir, greiðir Mirjam Kambsskarð frá. Men tá hon vaknaði morgunin eftir var eingin bati at hóma, og var tað tá, at hon avgjørdi at søkja heilsuhjálp frá einum lækna. - Tá var eg heilt vís í, at okkurt var galið, og at tað nokk var ein blóðproppur. So eg ringdi til kommunulæknan, og fekk sjálvandi eina tíð beinanvegin og bleiv bráðinnløgd, sigur hon. Álvarsom sjúka Tá avtornaði var talan eisini um eina álvarsama sjúku, ið var orsøkin til pínuna í arminum, dupultsjónina og ringu balansuna, tó at talan ikki var um ein blóðpropp. Í staðin fekk unga kvinnan at vita, at hon hevði sklerosu. Sklerosa er ein nervasjúka, har immunverjan loypir á nervarnir og brýtur teir niður. - Eg havi tað sum kallast attakvis sklerosa. Tað vil siga, at eg fái attakir. Tað kann sum oftast síggjast sum ein plettur á heilanum, tá nervarnir verða raktir, og man fær sjúkueyðkenni sum lammilsi, niðursetta styrki ella skerda kenslu í kroppinum, greiðir Mirjam Kambsskarð frá. Sjúkan rakar ymiskt hjá sjúklingum. Nøkur verða lamin, onnur fáa fá attak og uppaftur onnur verða illa rakt fleiri staðni í likaminum av sjúkuni. Men hóast sjúkan rakar ymiskt, so er felags fyri øll, at sjúkan einans fer verri og verri við likaminum. - Eftir 10-15 ár verður diag­ nos­an tíverri oftani broytt til sekun­dera progressiv sklerosu, har sjúklingurin versnar stigvíst og sleppur aldrin undan sjúku­ eyð­kenn­unum, greiðir Mirjam Kambs­skarð frá og leggur afturat um sjúkuna. - Eingin heilivágur er fyri sjálva sjúkuna, tí man veit ikki hvat tað er, ið ger, at immunverjan loypir á nervarnar. Vit fáa bert immunlinnandi heilivág, so at immunverjan ikki eins væl kann niðurbróta nervarnar. Segði tað tvær ferðir Talan er sostatt um eina álvarsama sjúku, ið man aldrin sleppur av við aftur. Og løtan tá hon fekk at vita, hvat var galið hevur eisini fest seg í minnið hjá nú 23 ára gomlu kvinnuni. - Serlæknin mátti siga tað tvær ferðir við meg. Trupulleikin var, at hann helt eg tók tað ov pent og vildi tryggja sær, at eg skilti, hvat hann segði. Men eg segði bert, at eg var samd og helt sjálv, at alt týddi á, at tað var hendan nervasjúkan, greiðir Mirjam Kambsskarð frá. Um hetta mundi búðu hon og maður hennara í Danmark, har hann læs til lækna og hon til sjúkrarøktarfrøðing, men eftir at hon fekk staðfest sjúkuna, vendu tey heim til Føroyar. - Vit fóru heim til Føroyar, tá eg bleiv sjúkrameldað frá skúlanum, tí maðurin kundi lesa her heima og so flúgva niður til próvtøku. Tað var gott, tí dupultsjónin vardi í næstan tríggjar mánaðir, áðrenn hon hvarv aftur, greiðir hon frá. Pínan er størsti trupulleikin Afturkomin til Føroyar byrjaði Mirjam Kambsskarð at koma fyri seg aftur, men brádliga gjørdist aftur galið. - Tá eg hevði verið væl fyri í fimm vikur, misti eg brádliga part av styrkini í høgra beini, samstundis sum nervapínan kom aftur. Hetta vardi í umleið fýra vikur, áðrenn eg fekk styrkina aftur í beinið. Men nervapínan hevur verið rættuliga áhaldandi síðani, sigur hon og leggur afturat. - Pínan er uttan iva tann størsti trupulleikin hjá mær, og eg vil ikki tosa við onnur um hana. Fyri meg er pína ikki ein likamligur trupulleiki, men heldur ein sálarligur trupulleiki, sum tekur alla orku frá mær. Dreymurin um eitt barn Hóast Mirjam Kambsskarð sostatt bleiv rakt av eini álvarsamari sjúku í ungum árum, so var tað ein dreymur, sum livdi í henni, ið hon sýtti fyri at sleppa. - Fyrsta árið við sjúkuni var hart, men hon fekk meg ikki niður við høvdinum. Eg og maðurin ynsktu og bóðu fyri at fáa eitt barn, og eg góðtók ikki, at sjúkan skuldi hava nakra ávirkan á hendan dreym, greiðir hon frá. Trupulleikin var bara, at heilivágurin, ið hjálpti henni, eisini var ein forðan fyri at fáa barn. Men í samráð við sklerosulæknan fekk hon at enda loyvi til at taka ein steðg frá heilivágnum. Tá eydnaðist eisini at gerast upp á vegin. - Tá man er við barn, fer immunverjan niður, so tað er sum at taka heilivág. Eg hevði tað gott, tá eg bar mín son, men eg bleiv tíverri aftur sjúkrameldað vegna pínu, sigur hon. Sonurin bleiv borin í heim í øllum góðum, men vegna sjúkuna, mátti Mirjam Kambsskarð góðtaka nakrar avmarkingar. - Tá ein kvinna hevur føtt, verður hennara immunverja sterk aftur. Men vegna mína sjúku, má eg ikki hava eina góða og sterka immunverju, so tí fekk sonur mín bert bróstamjólk í tveir mánaðir, fyri at eg kundi byrja uppá heilivágin aftur. Hetta eri eg sjálvandi kedd um, men eg veit, at tað besta fyri mín son er, at eg havi tað gott og eri frísk, sigur Mirjam Kambsskarð. Virus Fyrr í vikuni sendi Mirjam Kambsskarð eitt lesarabræv til føroysku fjølmiðlarnar, har hon vísti á týdningin av, at føroyska sjúkrahúsverkið til eina og hvørja tíð er mannað við ymiskum serlæknum. Orsøkin var ein støða, har hon sjálv hevði tørv á einum neurologi, men av tí, at eingin var í landinum, fekk hon ikki neyðuga hjálpina. - Eg bleiv lammað í høgru síðu av andlitinum. So nú svevur Tríggjar mánaðir seinni vaknaði eg við, at eg sá dupult og balansan var so ring, at eg ikki fekk staðið á beinunum. Harumframt var styrkin í høgra beini og armi niðursett. Eg var so illa fyri, at eg lá á sofuni allan dagin, men kortini fór eg ikki til lækna, tí eg væntaði og vónaði, at hetta gekk yvir SAMRØDA: Mirjam Kambsskarð Mirjam Kambsskarð - Pínan er uttan iva tann størsti trupulleikin hjá mær, og eg vil ikki tosa við onnur um hana. Fyri meg er pína ikki ein likamligur trupulleiki, men heldur ein sálarligur trupulleiki, sum tekur alla orku frá mær, sigur 23 ára gamla Mirjam Kambsskarð, ið hevur sjúkuna sklerosu PÍNAN ER UTTAN IVA TANN STØRSTI TRUPULLEIKIN