týsdagur 23. november 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 224 - 23. november 2004
Nr. 224 - 23. november 2004
29
Pedagogur til
Verkhúsið í
Sørvági
Eitt starv sum pedagogur á Verkhúsinum í Sørvági,
undir Heimarøktini og Serforsorgini, verður lýst
leyst til setan frá 1. januar 2005. Arbeitt verður 20
tímar um vikuna. Lønar- og setunarviðurskiftini eru
sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið. Um eingin pedagogur søkir
starvið, verður tað sett av hjálparfólki.
Verkhúsið í Sørvági er ein vardur verkstaður, og er
dagliga karmur um arbeiðslívið hjá umleið seks
vaksnum menningartarnaðum og sálarsjúkum
fólkum. Eitt av endamálunum er at skapa trivna og
menning fyri tann einstaka.
Á staðnum er fjølbroytt virksemi millum kl. 8.00 og
16.00. Arbeiðstíðin hjá tí, sum settur verður, verður
innanfyri hesa arbeiðstíð.
Tann sum settur verður, má vera sinnaður at
arbeiða saman við einum bólki av menningartarn-
aðum og sálarsjúkum arbeiðsfólki,og í tí dagliga,at
stuðla teimum í at loysa ymiskar arbeiðsuppgávur
so sjálvstøðugt sum gjørligt.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Súsan Tavsen, tlf. 333980.
Skrivlig umsókn skal verða verkhúsinum í hendi í
seinasta lagi tann 9. desember 2004.
Umsóknin skal sendast til:
Verkhúsið í Sørvági
att.: Súsan Tavsen
380 Sørvágur
Fólkaflokkurin hevur
LANDSFUND
27. november 2004 kl. 10.00
á Hotel Hafnia.
Per Stig Møller, uttanríkisráðharri,
verður gestarøðari.
Rúna Sivertsen viðgerð evni
»Felags avgerðir – felags ábyrgd«.
Landsfundurin endar við døgurða.
Øll fólkafloks áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Býráðsfundurin
fluttur
Býráðsfundurin, ið lýstur er at verða 25. november,
er fluttur til hósdagin 2. desember kl. 16.00.
Runavíkar kommuna
Hjálparfólk og
avloysari søkist til
Dagstovnin í Gøtu
1 hjálparfólk til starv fyri hjálparfólk í barsil.
Arbeiðið er á barnagarðsstovuni »Látrið« at byrja
01.01.2005 til 01.01.2006.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
Á stovuni er pláss til 20 børn í aldrinum 6-7 ár. 70
pedagogtímar og 50 hjálparfólkatímar um vikuna.
Arbeitt verður við fyrireiking til skúlagongd, vit
brúka tilfarið »Trin for trin« sum er um sosialu og
kensluligu menningina hjá børnunum, vit vitja
arbeiðspláss og stovnar og harvið fáa størri
almenna vitan. At klára seg sjálvan, hevur stóran
týdning tá barnið fer í skúla og vit læra um ferðslu,
hvussu koma vit tryggast heim frá skúla og mangt
annað.
1 avloysari søkist til arbeiðið tá ið fólk eru sjúk ella
hava feriu.
Arbeiðið er um allan stovnin, við børnum frá 0-7 ár,
at byrja 01.01.2005 til 15.07.2005.
Dagstovnurin lat upp 1. februar 2000 og liggur í
hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, við
Gøtugjógv.
Lønin er sambært sáttmála við Føroya Pedagog-
felag.
Nærri upplýsing um størvini fáast við at venda sær
til Torgerð Hansen, tlf. 442012 lokal 10 ella fartlf.
218012.
Skrivlig umsókn,skal sendast okkum áðrenn mána-
dagin 1. desember 2004.
Bygdaráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum
umsóknirnar ella ongan at seta.
Dagstovnurin í Gøtu
Boks 32
511 Gøtugjógv
Til øll lærupláss
lønarendurgjald og ferðaendurgjald
Heitt verður á øll lærupláss um at lata inn um-
sókn um lønarendurgjald og ferðaendurgjald fyri
lærlingar so hvørt teir hava lokið eitt skúlaskeið.
Oyðubløðini, ið nýtt verða, fáast frá Yrkisdepl-
inum ella kunnu heintast á okkara heimasíðu.
YRKISDEPILIN
www.yrkisdepilin.fo
Lesið
-so eru tit við!
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
29
28