hósdagur 25. oktober 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 124
16
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
1.partur
T
að
finnast
nógvar
niðurskrivaðar
lívs
søgur víða um, sum
kunnu vera eitt gott
íkast til søguna um lívið í
“gomlum døgum”. Hesi fólk
hava livað eitt lív, sum vit til
komnu illa skilja, og sum okk
ara børn als ikki skilja. Tí er tað
virðismikið at kunna varðveita
hesa frásagnir á ein slíkan
hátt, at tær eru atkomiligar hjá
yngru ættarliðunum, tá ið tey
fara at hava áhuga fyri um
støðunum
hjá
undanfarnu
ættarliðum.
Takkað verið hesi skriving
koma fleiri slíkar søgur uppí
hendurnar, og so fæst aftur
ein áhugaverd søga burturúr.
Tað er tað, sum er hent við hesi
frásøgnini.
Hon er um Poul Carl Poul
sen av Eiði og hansara sjólív.
Hann byrjaði við føroyskum
skipum. Fór niður á sjófarts
skúla, fór út í heimin at sigla.
Giftist í Danmark og fekk sær
arbeiði á landi. Hann kom aft
ur til Føroya at búgva á ellisár
unum, her hann endaði sínar
dagar
Tað er abbasonur hansara,
Poul H. Kamban, sum hevur
skrivað niður søguna um sjó
lívið hjá abbanum, har tað
stundum stóð nógv á. Poul er
trýfjórðings
føroyingur
og
kennir seg eisini sum ein slík
an.
Pápi
Poul
Kamban
var
Marius Kamban. Ein kendur
beiggi upp til okkara tíð var
Janus Kamban. Blaðungur var
hann kokkadrongur við An
anu í 1936 saman við millum
øðrum Sverra Mortensen, sum
nú er 96 ára gamal. Aftaná
kríggið var hann á stórhvala
veiðu í Suðuratlantshavinum
saman við nógvum øðrum før
oyingum.
Javngamal við Eiðis
kommunu
Poul Carl Poulsen var føddur í
1894 á Eiði. Hann var sonur Jo
honnu og Hans Doreus Poul
sen í Pálshúsi. Tey vóru tilsam
ans 11 systkin. Poul Carl var
tað áttanda í røðini. Fleiri av
systkjunum doyðu sum børn.
Tað elsta av systkjunum,
sum kom undan, var Johan,
føddur í 1880. Ein dóttir hans
ara var Johanna, sum undir
krígnum trúføst bíðaði í fimm
ár eftir dronginum, Petur, utt
an at vita, um hann var livandi
ella deyður. Komið verður aft
ur til hennara seinni.
Hans, beiggi Poul Carl, gekk
burtur á heysti í 1931 við vest
mannasluppini Doru, har hann
var bestimaður, bara 46 ára
gamal. Saman við honum var
einasti sonur hansara, Magnus
Pauli, sum einans bleiv 15 ára
gamal. Henda vanlukkan er
umrødd í bókini Havið tók teir.
Teir vóru undir Íslandi, sum
nógvar aðrar sluppir. Teir vóru
seinast sæddir av sluppini
Fram, sum var á veg heim. Tá
var Dora eisini á veg heim.
Fram kemur heim men eingin
Dora. Tá kom ótti á fólk fyri, at
Dora kundi vera farin í tí ill
veðri, sum var.
Tá varð tikið tað sjáldsama
stig, at ein onnur slupp Seagull,
fór undir Ísland at leita eftir
henni. Tað sigur nakað um,
hvussu nógv tað stóð á fólki, tí
hetta var eftir øllum at døma
ein vónleys uppgáva. Tað kom
heldur einki burtur úr hesi
leiting.
Sum í mongum øðrum líkn
andi søgum varð vónað til tað
seinasta. Hvørja ferð tað frætt
ist, at eitt skip var sætt millum
Føroyar og Ísland, kveiktust
nýggjar vónir, men hvørja ferð
til fánýtis.
Dimmalætting
skrivaði:
“Eins og áður eru tað heim, har
sorgin vil kennast so tung og
nívandi, soleiðis at ein neyvan
kann fata tað. Einkjurnar, ið
sita eftir við teimum mongu
faðirleysu børnunum, hjúnini,
ið mistu tríggjar synir, og hjún
ini, ið hava átt fimm synir. Teir
seinastu tveir fórust við Doru.
Ella teir ungu dreingirnir, ið
her vóru úti á síni fyrstu – og
síðstu ferð. Sonur Hans var ein
teirra.
Systir Poul Carl, Ellen Sofía
doyði í 1920 bara 29 ára gomul.
Men onkur rakk høgan aldur.
Tann yngsta av teimum, Jo
hanna
Dorthea
Susanna,
kallað Lilla, doyði í 2003, 97 ára
gomul. Hon var gift við Alex
Samuelsen í Horni í Havn.
Javngamal við Eiðis
kommunu
Poul Carl varð føddur sama
árið, sum Eiði gjørdist ein
sjálvstøðug kommunu saman
við Ljósá og Svínáum. Tá ið
kommunan fylti 100 ár skriv
aði Svenning av Lofti, sum eins
og Poul Carl er ættaður úr
Pállshúsi, eitt rit um søguna
hjá kommununi. Úr hesum riti
skulu takast nøkur brot úr
bygdarsøguni frá teirri tíðini,
tá ið Poul Carl vaks upp.
Tað hendu tvær stórar van
lukkur hesa tíðina. Í 1901 gekk
Garðsbáturin burtur við fýra
monnum. Teir vóru á morgni
farnir til gongu til Funnings,
og haðani vóru teir settir yvir
til Elduvíkar, har teir skuldu
heinta ein nýbygdan bát. Á
heimleið settu teir inn við
Gjógv, tí ein ár var brotnað.
Men teir komu ongantíð leið
ina fram til Eiðis. Hildið varð,
at báturin var kollsigldur við
Risan. Eftir sótu tvær einkjur
við tilsamans 14 børnum.
Tá var lítið av trygging í eini
slíkari støðu. Men skipað varð
fyri
almennari
innsavning.
Tann 23. oktober 1901 boðar
Tingakrossur frá, at nú vóru
innkomnar 50 krónur til “A.D.
Andreassen Enke”. Hetta var
ein fitt upphædd tá.
Í 1904 hendi ein onnur ræðu
lig vanlukka. Ein av teimum
sum doyðu við Garðsbátinum
var Andreas Dam Andreassen.
Hetta ár fór einkjan hjá hon
um, Greta, burtur í torv við
Eiðisvatn. Við henni vóru tveir
synir og eitt systkinabarn
teirra. Tá hendi tað vanlukku
liga, at hesir báðir synirnir
druknaðu. Greta hevði eina so
tunga lagnu, at eingin skilir
hetta í dag.
Tá ið hon var ung, druknaði
pápi hennara og tveir beiggjar
samstundis. Við Garðsbátinum
misti hon mannin og beiggjan.
Og nógv ár seinni, í 1957, drukn
aðu fýra ommusynir við Stella
Argus. Men tað varð hon so
spard fyri at uppliva.
Buldrasligur útróður
Barndómsheimið hjá Poul Carl
kallaðist í Pállshúsi. Pápin var
útróðrarmaður. Ofta var tað
saman við synunum, tá ið teir
vóru nóg stórir. Útróðurin var
við árum, men um hesa tíðina
bleiv tað meira vanligt við
motorbátum. Tá ið viðraði var
farið út á morgni og komið
heim aftur um kvøldið.
Hetta var ofta buldrasligt,
og Poul Carl mintist serliga til
eina hending, sum lættliga
Poul Carl Poulsen var upprunaliga eiðismaður. Hann kom
runt um í heimin men endaði sínar dagar á Eiði
SØKTUR TVÆR FERÐIR
AV KAVBÁTI
Poul í Pállshúsi á Eiði:
Poul Carl Poulsen