hósdagur 25. oktober 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 124
17
Komandi partur
Í komandi parti fer Poul Carl
av landinum á sjómansskúla
kundi havt kostað pápanum
og tveimum beiggjum lívið.
Hetta var í desember. Tað
hevði leingi verið uppiløga,
men nú skuldi eydnan roynast.
Ein løtu eftir, at bátarnir vóru
farnir sóust myrk skýggj og
veðrið fór at øtla. Ættin var so
leiðis, at tað kundi gerast trup
ult at koma at landi aftur.
Skjótt kom fyrsta heglingsa
ælið. Vindurin vaks til storm,
sum gjørdi stóran skaða í
bygdini, har takið fór av fleiri
húsum. Heima óttaðust tey
eisini fyri teimum, sum vóru á
havinum, og fólk fóru oman
móti sjónum fyri at bíða eftir,
at teir komu aftur. Saman við
mammu síni var Poul Carl
millum tey, sum bíðaðu. Men
tá ið tað bleiv myrkt, vóru
framvegis eingir bátar komnir.
Vindurin var inn móti landi, og
hetta gjørdi eitt slíkt brim, at
tað var ikki lendandi.
Náttin gekk og móti morgni
sæst tann fyrsti báturin, síðan
kom fleiri. Tað var ikki fyrr
enn seinni um dagin, at teir
kundu koma inn.
Ein bátur fórst, men allir
bjargaðu sær í land illa fyri
komnir.
Tað vóru so nógvir munnar
at metta, at Poul Carl fór at
rógva út við pápa sínum, tá ið
hann var 9 ára gamal. Tað fing
ist 2 oyra fyri pundið av kruvd
um toski. Avreitt varð til keyp
mannin,
sum
rindaði
við
vørum úr handlinum, sum var
tað vanliga tá.
Fyrsta túrin fekk Poul Carl
1,65 kr burtur úr, og sum nakað
einastandandi rindaði keyp
maðurin, Kruse, peningin í
hondina. Poul Carl var errin, tá
ið hann kundi lata mammuni
peningin. Sjálvur fekk hann
eitt 5 oyra burturav.
Søgan um Kruse
Her skal setast inn eitt sindur
av søguni hjá Krusehandlinum.
Jens Jørgen Kruse kom í 1866
til Eiðis sum faktor hjá handl
inum hjá C. F. Siemens. Hetta
starv hevði hann inntil Siem
ens endaði sítt virksemi á Eiði í
1889. Hann keypti tá sjálvur
handilin. Men sambandið var
sera ringt til Eiðis. Tískil varð
hann noyddur at selja handilin
til Jørgen Beck og Sønner í
Keypmannahavn.
Her
var
hann so aftur faktor í 20 ár, til
hann í 1909 keypti handilin
aftur. Men hesum fekk hann
ikki leingi gleði av, tí longu í
1912 doyði hann 74 ára gamal.
Tá tók einkjan hjá honum við
handlinum undir navninum
J.J. Kruses Enke. Handilshúsini
vóru upprunaliga bygd í 1859
av kongabóndanum Samuel
Samuelsen, sum nøkur ár rak
handilin fyri M. C. Restorff.
Jens Jørgen Kruse var føddur í
1837 í útróðrarbygdini Krage
bæk á Bornholm. Tey mongu
ár hann var búsitandi á Eiði,
hevði hann mong álitisstørv
og merkti á mangan hátt
menningina á Eiði. Hann var
heiðraður við Riddarakrossin
um. Umframt handilshús var
eitt stórt goymsluhús fyri fisk,
salt, kol og timbur. Tey útfluttu
allar vanligar føroyskar fram
leiðslur og høvdu í handlinum
matvørur, klæðir, ísinkram og
mangt annað. Eftir mammuna
tóku synirnir Niels Andreas og
Peter Victor Kruse við. Handil
in hevur verið í ættini inntil
fyri fáum árum síðani, tá ið
hann fór á aðrar hendur. Kruse
var merkismaður Tingakross
ur skrivar í minningarorðum
um Kruse millum annað: Krus
es lange Liv og Virken er knytt
et til Ejde, af hvis Befolkning
hans Bortgang vil føles som et
stort og smertelig Tab. Thi lige
saa stille og bramfri hans Livs
gerning var, lige saa rig og
vidtrækkende har den været i
alle disse mange Aar. Hans
Godgørenhed kom alle som
trængte til gode, og den bund
ede i et godt og varmt Hjertes
dybe Medfølelse med de Smaa
i Samfundet. Hans hjælpsom
hed fornægtede sig aldrig.
Hvad Kruse har betydet for
Ejdebygd og dens Omegn som
Læge uden teoretisk Uddann
else selvfølgelig, men med den
lykkelige Haand som medfødt
Evne og lang Erfaring giver, vil
vanskeligt kunde maales. Og
hans enestaaende Gæstfrihed
var kendt videnom, langt ud
over Øernes grænser. Vistnok
det meste af sit Liv var Kruse
Formand i Forstandetskabet
paa Ejde. Et godt og velsign
elsesrigt Menneskeliv er af
sluttet
med
gamle
Jørgen
Kruses Død, en glad og hygge
lig Repræsentant for den gode
gamle Tid er med ham gaaet
bort.
Eftirkomarar
hjá
Kruse
hava verið kend listafólk. Óli
Egilstrøð, sum er av somu ætt,
hevur skrivað Eiðissøgu. Ein
týdningarmikil kelda hjá hon
um eru skjøl í handlinum hjá
Kruse.
14 ára gamal og til skips
Inntil hann var 14 ára gamal,
róði Poul Carl út saman við
pápa sínum annan hvønn dag.
Í skúla skuldi hann tríggjar
dagar um vikuna.
Saman við sínum javnaldr
um fekk hann skúlalærdómin
frá eini gamlari konu í køkin
um hjá henni. Hon roykti krit
pípu, sum hon krógvaði undir
skjúrtinum, tá ið nakar vaksin
nærkaðist.
Sum allir dreingir fór Poul
Carl til skips 14 ára gamal aft
aná at vera blivin konfirmer
aður. Teir vóru 16 mans við.
Hetta var ógvuliga strævið.
Ofta græt tann ungi Poul Carl
av berari møði.
Í oktober sama ár fór Poul
Carl við sluppini Gunhild, sum
Søren Müller í Havn átti, til
Grimsby at landa lastina av
saltfiski. Veðrið var fínt við
einum høgættarloti.
Í Grimsby hevði manningin
lagt eina ætlan um, at nú
skuldi Poul Carl royna vaksna
mannalívið. Hann var tikin við
á eina barr. Har fekk hann so
nógv at drekka, at tá ið hann
raknaði við aftur uttan rættu
liga at vita, hvat ið var hent
honum, føldi hann eina slíka
skomm, at hann gjørdi av ikki
at nerta tað váta slagið aftur,
og hann varð fráhaldsmaður
alt lívið.
Teir lógu tríggjar vikur í
Grimsby, so í staðin fyri at
ballast, nýtti hann tíðina til at
hyggja seg um í býnum. Hann
fekk eisini roynt sporvognar,
sum var ógvuliga forkunnugt.
Tá vóru enn eingir bilar í Før
oyum.
Poul Carl vildi fegin læra
okkurt handverk. Ein timbur
maður játtaði at taka hann í
læru
um
nakrar
mánaðir.
Hann fór so til skips, meðan
hann bíðaði. Men tá ið hann
kom heim aftur, var læru
plássið latið til ein annan.
Hetta var Poul Carl vón
brotin av, og hetta skundaði
undir hugin at fara av Eiði og
út í heim. Tað taldi eisini hjá
honum, at í Føroyum var tað
vanligt, at øll inntøkan hjá
húsfólkunum fór til húsið.
Hetta gjørdi tað trupult at
spara upp til at seta føtur
undir egið borð, og hetta vildi
Poul Carl fegin. 18 ára gamal
vann hann kr. 525, og nú kundi
hann gera dreymin til veru
leika at fara út í heim.
Eiði um 1900. Málað hevur Óli Egilstrøð.
Ókyrra á Eiði. Lossikranin var uppsettur av Krusehandlinum
Hans, beiggi Poul Carl, gekk saman við soninum burtur við Doru í 1931
Málningur Óli Egilstrøð. Niðri í Válgaravík. Hetta vóru
umstøðurnar hjá útróðrinum tað sum Poul Carl minnist.