Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 22 SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL K ann ein verða fegin um ein javnleik? Svarið er eitt dundrandi ja. Tað kunnu føroyingar fegnast um tá ið liðið vendir einum 24-21 ósigri til 24-24 í evstu løtu av fyrsta undankappinardystinum hjá føroyska manslandsliðnum í hond­bólti síðani 2011. At hesin javnleikurin kom móti eini so sterkari tjóð sum Montenegro ger bara gleðis­ kensluna uppaftur størri. Monte­ negro hava verið við til seinastu tvey EM-endaspølini, og hava fing­ ið minniligar sigrar á Svøriki, Russ­ landi og Slovakia seinastu árini. Tí var eingin ivi um, at Føroyar vóru fyri sera torførari mótstøðu í Verde Kompleks høllini í Podgorica miku­dagin. Gaman í var størsta stjørnan hjá Montenegro, Vuko Borozan ikki í hópinum, men tað hevur hann heldur ikki verið til nakrar av oman­fyrinevndu sigrunum, so tað kundi montenegriska landsliðið ikki nýta sum umbering. Vit vóru við frá byrjan Og umberingum fekk Montenegro tørv á, tí sum føroyska landsliðið byrjaði dystin, so sást ikki at hetta var ein pinkutjóð móti einum føst­ um EM-luttakara. Føroyar byrjaðu dystin sera væl og revsaðu alt fyri eitt eitt mistak í montenegrinska álopinum, so at støðan gjørdist 1-0 til Føroyar. Júst at revsa mistøk eydnaðist sera væl hjá Føroyum fyrstu løtu­ na, og føroysku leikararnir vildu ikki sleppa leiðsluna aftur. Verjan stóð sera stinn móti stóru og sterku montenegrunum, ið ikki sluppu til nógvar møguleikar. Tá ið teir so komu, stóð Nicholas Satch­ well fyri við fleiri flottum bjarg­ ingum. Í álopinum skipaði Jónas Gunnar­son Djurhuus so skilagott sum til ber. Spælið var tolið, við júst røttu javnvágini millum váða og villur. Hetta úrslitaði í, at Før­ oyar fingu fleiri flott mál í álops­ støðu, umframt fleri góðar støður, ið vóru misnýttar móti sterka málverjanum, Nebojsa Simic, ið spælir í Melsungen í týsku bundes­ liguni. Óverulig hálvleiksstøða Henda leikgongdin hevði við sær at føroyingarnir fingu økt um munin so við og við, og tá ið far­ ið var til hálvleiks var støðan 15-10 til føroysku garparnar, og leikar­ arnir hjá Montenegro fóru í skifti­ rúmið at fáa skeld frá venjara­num. Støðan kundi eisini verið enn betri fyri Føroyar, men stjørnu­leikarin, Vladan Lipovina úr týska stór­ felag­num, Rhein-Neckar Löwen, fekk eitt sera heppið beinleiðis frík­ast í málið tá ið tíðin var farin av fyrra hálvleiki. Føroyingarnir mundu hugsa sítt um leikgongdina í fyrra hálvleiki, tí hóast teir høvdu droymt um tað, so hevði eingin væntað at støðan skuldi vera so unnilig eftir at hálvur tími var leiktur. Tað var væntað at Montenegro fór at koma inn til seinna hálvleik við einum størri trýstið, og so var. Montenegro reisa seg Montenegro skifti verjuskipan og hetta fór beinanvegin at gagna teim­um. Munurin fór skjótt at minka, serliga av tí at Føroyar fingu sera trupult við at skjóta mál. Føroyingarnir megnaðu at halda leiðsluna til 18 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Tá gjørd­ ist støðan javnleikur 18-18. Nakrir av leikarunum hugsaðu helst um dystin hjá U21-lands­ liðnum í Algeria í fjør, tá ið lið­ið helt leiðsluna móti Týsklandi í eins langa tíð, men so endaðu við at tapa við átta málum. Hetta tóktist at endurtaka seg í Podgorisa mikudagin, tí at nú fór Montenegro at draga frá. Skjótt vóru eini trý mál á muni, og við støðuni 24-21 til Montenegro tá ið júst tríggir minuttir vóru eftir at leika, vóru ongar ábendingar um at tað fór at eydnast at fáa stig við heim. Størsta bragdið í føroyskari hondbóltssøgu verður framt Men hóast flest øll onnur, og leikar­ ar­nir hjá Montenegro við, hildu at dyst­urin var avgjørdur, so livdi vónin í føroysku leikarunum. Teir spældu seinastu løtuna við einum hug­burði, ið bar boð um at teir høvdu ikki stríðst allan hendan dyst­in fyri at einki stig fáa. Verjan fekk fatur á stóru leikarunum, Vladan Lipova og Vasko Sevaljevic, Niklas Simonsen í málinum framdi nakr­ar týdningarmiklar bjargingar og so revsaðu føroyingarnir eisi­ni í skjótálopunum. Tá ið ein góð­ ur minuttur var eftir var støð­an tódnað niður í eitt mál. 24-23 til Montenegro, men tað var heima­ liðið, ið hevði bóltin. Tá ið eini 25 sekund restaðu í av dystinum, gjørdi dómarin tekin fyri dráli, og montenegriska álopið valdi at avgera dystin við einum lang­skotið. Men hesum loyvdi Niklas Simonsen ikki. Hann rakti skotið, ið stakk út aftur í spæl, har Rókur Akralíð mátti stríðast hart fyri at fáa hendurnar um bóltin. Tað eydnaðist, og hann hevði neyðugu vitskuna til at spæla bólt­in til Kjartan Johansen, ið alt fyri eitt sá at Rói Berg Hansen hevði funn­ið pláss frammi í vinstru síðu. Uttan at ivast var bólturin tveittur í hendurnar á Róa Berg Hansen, ið nú stóð andlit til andlits við sterka málverjan, Nebojsa Simic úr siðbundna týska felagnum, Melsungen. Men føroyski vongurin úr FIF í triðfremstu donsku deild­ ini ivaðist ikki. Hann setti bóltin so trygt sum til ber, fram við monte­negr­iska málverjanum so at støðan gjørdist 24-24 og trý sekund restaðu í. Tey trý sekundini kendust long, men Montenegro hevði ikki tíð at fáa bóltin í spæl. Tey trý sekund­ini gingu og so hoyrdist eitt fagnaðarróp frá føroysku leikar­ un­um, teimum trimum føroysku fjeppar­un­um og teimum tveimum før­oysku miðlafólkunum, ið høll­ ini. Tey mongu montenegrisku við­halds­fólkini vóru púra kvirr, eins og leikar­ar­nir, ið stóðu stív­ naðir av skelki. Í hesi høll­ini hevði montenegriska liðið fram­man­ undan vunnið á stór­tjóð­um sum Svøriki og Russ­ landi, men hesir ungu føroyingarnir vóru komnir her og stolið eitt av teimum báð­ um stigunum, sum eingin í Monte­negro hevði ivast í vóru síni. Vit høvdu rætta hugburðin Tá ið dysturin var av og leikararnir høvdu heilsað hvørjum øðrum takk fyri dystin, fór montenegriski hópurin ikki av vøllinum. Hesum loyvdi venjarin hjá teimum ikki. Hann savnaði leikararnar hjá sær mitt á vøllinum, har hann fram­ manfyri heimaáskoðarunum gjørdi greitt at hetta var als ikki nøkt­andi. Einki er at ivast í, at hann Manslandsliðið HONDBÓLTUR: Undankappingin Jónas Gunnarson Djurhuus ger set til reiðar at spæla sín lívs dyst Óveruliga endaliga støðan á talvuni í høllini í Podgorisa HONDBÓLTSSØGA SKRIVAÐ Í MONTENEGRO 13 sekund resta í av fyrsta undankappingardystinum móti Montenegro. Niklas Simonsen ger eina framúr bjarging, og í evstu løtu endar bólturin í hondunum á Róa Berg Hansen, ið hevur verið ósvitaliga tryggur allan dystin. Neistamaðurin, ið spælir fyri FIF í triðfremstu donsku deildini ivast ikki, og setur bóltin fram við Nebojsa Simic, ið spælir í stórfelagnum, Melsungen. 24-24 og so er føroysk hondbóltssøga skrivað