hósdagur 25. oktober 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018
SOSIALURIN 124
23
h e v u r
verið argur
um hugburðin hjá sínum leikarum.
Montenegrar sýndu tó góðan
ítrottaranda, og eitt nú kom
Nebojsa Simic inn í skiftirúmið hjá
Føroyum og heilsaði við orðunum:
“Well done, guys” – Flott avrik,
dreingir.
Júst hugburðurin var tað, ið
gjørdi føroyska bragdið til veru
leika. Hóast landsliðið
ikki hevur spælt
slíkar undankapp
ingardystir síðani
2011, so hevur mið
vísa
ungdóms
arbeiðið hjá hond
bóltssambandinum
givið nógvar av hes
um leikarum altjóða
royndir. Tað hevur
verið nær við at eydnast
at fáa úrslit móti teimum
heilt stóru tjóðunum.
Størsta úrslitið higartil var
helst sigurin hjá U21-lands
liðnum á Sveis, ið førdi til at Før
oyar spældu sítt fyrsta endaspæl
nakrantíð.
Tá fingu Føroyar veruliga víst
seg fram móti eitt nú Fraklandi og
omanfyrinevnda Týsklandi. Men
tað rakk ikki til stig. Tað gjørdi tað
í Podgorisa mikudagin, og eing
in ivi er um, at tær royndirnar
leikararnir hava fingið á ungum
árum gjørdu munin, tá ið Føroyar
spældu seg inn í dystin úr einari
ómøguligari støðu seinastu
tríggjar minuttirnar.
Arbeiðið gevur úrslit
Tí bulurin á liðnum er tann sami
sum var á víðagitna U21-landslið
num frá 2017. Av teimum, ið vóru
við í endaspælinum í Algeria, eru
Sjúrður Olsen, Helgi H. Hoydal,
Jónas G. Djurhuus, Rói Berg Han
sen, Áki Egilsnes og Kjartan Johan
sen, Niklas Simonsen og Brandur
Halgirsson allir partir av hópinum
í hesum dystinum. Miðalaldurin á
føroyska liðnum er bert 23,8 ár, og
tað eru nakrir fáir leikarar sum
draga miðaltalið uppeftir. 31 ára
gomlu Tróndur Kragesteen og Rók
ur Akralíð vóru sum teir einastu í
hópinum við, tá ið Føroyar seinast
spældu undankappingardyst, og
teir fegnaðust sjálvsagt um tað
menningina, ið er farin fram í
hesum tíðarskeiðið.
Tí fyri bert sjey árum síðani
hevði eingin væntað at Føroyar
skuldu fáa slíkt úrslit. Men miðvísa
menningarætlanin hevur givið
úrslit. Og tað úrslitið var bragdið
í Montenegro mikudagin.
Montenegro – Føroyar 24-24 (10-15)
Føroyar (mál): Jónas G. Djurhuus (6), Rói Berg Hansen (6), Allan Norðberg
(3), Nicklas Selvig (3), Rúni Vest Højgaard (3), Helgi Hildarson Hoydal (2),
Kjartan Johansen (1), Rógvi Dal Christiansen, Áki Egilsnes, Brandur Halgirsson,
Tróndur Kragesteen, Rókur Akralíð, Sjúrður Olsen, Nicholas Satchwell, Hans Eli
Sigurbjørnsson, Niklas Simonsen
Málskjúttar hjá Montenegro: Bozovic 5, Sevaljevic 4, Vujovic 4, Vujovic 3,
Cavor 2, Lasica 2, Lipovina 2, Pelidija 2, Popovic 1.
EITT FERÐALAG VIÐ FÝRA FØROYSKUM
FJEPPARUM var farið til Montenegro at
díkja á Føroyar. Tey eru foreldur og gumma at
leikarum. Ein av fjepparunum játtaði at sita
í miðlaøkinum fyri at viðmerkja dystin fyri
FM1. Tær tríggjar, ið eftir vóru, hoyrdist allan
dystin á tamb, og fingu væl uppibornan fagnað
frá leikarunum eftir at dysturin var av.
TÁ IÐ LEIKARARNIR HØVDU FEGNAST
EINA LØTU, skifti eyguni móti komandi
uppgávu. Leikararnir fóru eftir dystin í ísbað
fyri at koma fyri seg, og so var sjóneykan sett
móti risastóru uppgávuni, ið er dysturin móti
Danmark leygardagin. Tá, ið leikararnir komu
aftur á gistingarhúsið var alt fyri eitt greitt frá
venjingarskipanini, ið leikararnir skuldu undir nú.
Og byrjað var longu hósmorgunin í styrkirúminum.
(mynd av styrkivenjinginiui
HETTA SIGA SPÆLARAR OG
VENJARAR EFTIR DYSTIN:
SONNI LARSEN, LANDSLIÐSVENJARI:
Eg havi ilt við at fata tað, sum er hent. Hetta er eitt úrslit av
einum arbeiði upp á tíggju ár, sum nógv fólk eiga sín lut í.
Vit tosa í seinasta steðginum um, at alt er týdningarmikið.
Málúrstøkan og hvørt stig tú kann fáa. Tí mugu vit
ikki leggja okkum, men heldur ikki leypa framav.
Eg veit ikki, um eg trúgvi upp á tað, tá tað er 24-21. Eg royni bara,
at halda fokus á teimum tingunum, sum eg kann gera nakað við.
Hetta er heilt ótrúliga og eg havi næstan
ikki orð fyri hesum avrikinum.
HELGI H. HOYDAL, STRIKUSPÆLARI:
Eg veit um eg haldi hetta er veruligt, tá vit skora til
24-24, men halt kjaft sum hetta er stuttligt. Frá nú
av eru allir hinir dystirnir bara bonus. Nú verður
tað eisini torførari hjá okkum, tí kemur ongin at
undirmeta okkum aftur – men hetta er fantastiskt.
RÓI BERG HANSEN, VONGUR OG
MÁLSKJÚTTI TIL 24-24:
Eg smekkaði bara til. Eg hevði ikki brent áðrenn, og hugsaði
við mær sjálvum, at eg kundi ikki brenna nú. Hetta er tað
ein droymir um, at kunna avgera dystir í 60. minutti.
RÓKUR AKRALÍÐ, STRIKA OG
UPPLEGGJARI TIL SEINASTA MÁLIÐ:
Eg fekk akkurát fatur á bóltinum har ímóti endanum, og so
spældi eg bóltin til nærmasta mann, og vit blivu so fríir úti á
vinstra veingi. Eg hugsaði: "Kom nú Rói”, og hann skoraði.
Hetta er nokk tað størsta eg havi verið við til. Montenegro
er eitt topp-16 landslið vildi eg mett. Hetta er eisini eitt
úrslit av øllum tí arbeiði, sum verður gjørt í HSF.
Føroyar hita upp áðrenn dystin