Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. OKTOBER 2018 SOSIALURIN 124 24 SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR N iels Christian Askholm er hálvur føroyingur. Mamma hansara er úr Føroyum, men bú­settist í Danmark, har Niels Christian Askholm eisini er upp­ vaksin. – Sum barn var eg ofta í Føroyum í summarferium og vitjaði ommu og abba í Nólsoy. Men tey seinastu árini havi eg ikki verið so nógv í Før­oyum sum eg vildi ynskt. – Eg framleiddi mín fyrsta film í Føroyum. Tað var ein filmur um ein eldri sjómann, sum hevði demens. Tað var tá, eg fekk blóð á tonnina at gera fleiri filmar í Før­oyum. Mín fyrsti filmur var í roynd og veru um abba mín, sum tíanverri andaðist í mars mánað í ár, so eg eri ómetaliga glaður at hava hendan filmin av abba, sigur Niels Christian Askholm. Tað var ikki tí at filmurin er so væl gjørdur International Green Film Festi­ val­urin í Krakow, Pólandi, leggur dent á umhvørvið og burðardygd, og helt Niels Christian Askholm, at filmur hansara hevði nakað at bjóða til hendan filmfestivalin. – Eg hevði meldað mín film til fleiri filmfestivalar, og hann bleiv so valdur til hendan. Eg helt eisini, at filmurin hevði nakað at bjóða til akkurát hendan festivalin, sigur Niels Christian Askholm. Filmurin hjá Niels Christian Ask­holm endaði við at vinna viðurs­lønina á film festivalinum fyri besta film. Filmurin er um tað sera nógv umtalaða grindadrápið í Føroyum, og hareftir kemur heitið á filminum »Grindadráp« (The Grind Message, á enskum). Tað eru seks føroyingar, sum eru við í filminum. Teir greiða frá, hvat teir halda um grindadráp, um teirra sjónarhorn av grindadrápi, um tað er ringt ella gott. – Tað var heilt óvæntað, at eg vann høvuðsvirðislønina ella grand prix, sum tað eisini eitur. – Um eg sjálvur skal siga tað, so haldi eg, at orsøkin til at eg vann var av spurningunum sum film­ urin viðgjørdi og ikki tí, at filmurin var so væl gjørdur, sigur Niels Christian Askholm. Filmurin viðgjørdi kjakið, sum er viðvíkjandi grindadrápinum í Før­oyum og evnir so sum djóra- væl­ferð, dálking, samleika, etik og nógvar aðrir grundleggjandi spurn­ingar. Filmurin um abba var byrjanin Eg framleiddi mín fyrsta film um abba mín úr Nólsoy, og eg haldi, at aftaná tað fekk eg blóð upp á tonna at framleiða fleiri filmar í Før­oy­ um, sigur Niels Christian Ask­holm. – Abbi var gamal sjómaður og hevði brúkt meginpartin av lívi­num á sjónum. Hann bleiv dementur, tá hann bleiv eldri og doyði tíanverri í mars í ár. Eg haldi eisini, at filmurin um abba er ógvuliga týdningarmikil fyri føroyingar, tí fleiri kunna allar­helst seta seg í støðuna hjá abba og familjuni hjá mær. Eg eri ógvuliga glaður fyri filmin, eg gjørdi um abba, og eg haldi eisini, at familjan er glað fyri hann, sigur Niels Christian Askholm. Føroyar er eitt sera vakurt land, og eg eri glaður fyri góðu møgu­leikarnar hjá mær at taka upp her. Samstundis sum eg framleiði film sleppi eg at síggja føroysku familju mína og ommu mína, sum enn býr í Nólsoy. Tað er ein stórur fyri­mun­ur hjá mær, sigur hann. – Sum nú er havi eg ætlan fyri næsta filmin, men eg hevði væl tímað at gjørt meira í Føroyum. Helst tí at Føroyar er ein partur av mær, sum eg ikki kenni so væl. Eg havi jú búð alt mítt lív í Danmark, sigur Niels Christian Askholm. – Eg bleiv eisini pápi fyri stutt­ um, so tað mesta av mínari tíð fer við tí, og tað eri eg eisini glaður fyri, sigur hann. Filmurin um abba Niels Christian Askholm er at finna á You­tube og er ein stuttfilmur uppá 10 minuttir, hann er spældur fleiri enn 1100 fer sum nú er. Heimspeki, Filmur og Miðlar Niels Christian Askholm hevur lisið heimsspeki, film og miðlar á Aarhus Uni­versitet, og er filmurin um grinda­drápið hansara serritgerð eftir 5 ára lestnað. Serritgerðin skuldi umfata heimsspeki, film og miðlar, og tíðskil helt Niels Christian Askholm tað vera upplagt at gera ein heimildarfilm um grindadráp. Heimsspekin í filmi­num eru spurningarnir sum verða viðgjørdir, meðan film og miðlar er sjálvur filmurin og fram­ leiðslan av honum. – Eg var í Føroyum tríggjar ferð­ ir um várið og summarið í 2017 fyri at filma. Eg vildi gjarna fáa film av grindadrápinum við, men tað gekk ikki so væl. Antin hevði tað akkurát verið grind, tá eg kom, ella var hon beint eftir eg var farin, so eg var nokkso óheppin uppá tann mátan. Men mammubeiggi mín sendi mær ymisk filmsbrot av grinda­drápinum, sum hann hevði tikið upp við telefon, og tað er so við í filminum. Og seinastu ferð eg var í Føroyum fyri at filma, fekk eg tíbetur endan av einum grinda­ drápi við, so eg fór ikki tómhentur heim til Danmarkar aftur, sigur Niels Christian Askholm. Grindaboð er við í fleiri festivalum – Tey sum hava sæð Grindaboð higar­til eru familjan hjá mær, og so tey sum eru við í filminum. Men hann verður ikki útgivin, eg velji at virða tey, sum vóru við í filminum, og tey vilja ikki øll hava, at hann skal vera almennur. – Eisini av tí at filmurin fer at vera við í fleiri filmfestivalum, velji eg sjálvur at ikki geva hann út alment. Tað er einki gott fyri film­in, um øll longu hava sæð hann framman­undan. – Men um tey sum eru við í filmi­ num einaferð í framtíðini skuldu broytt meining, so møguliga hann verður lagdur út til almenningin at síggja, men ikki fyribils, sigur Niels Christian Askholm til seinast. FILMUR UM GRINDADRÁP VUNNIÐ VIÐURSLØN Í PÓLANDI – Tey sum hava sæð Grindaboð higartil eru familjan hjá mær, og so tey sum eru við í filminum. Men hann verður ikki útgivin. Eg velji at virða tey, sum vóru við í filminum, og tey vilja ikki øll hava, at hann skal vera almennur, sigur hálvi føroyingurin, Niels Christian Askholm, sum hevur gjørt filmin Niels Christian Askholm og Sara Nedergaard Askholm við dóttur teirra Maggie, eftir at hava vunnið grand prix prísin Gabriel Hansen, abbi Niels Christian Askholm