Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 oktober 2018 26 Føroyar ikki eitt so stórt ferðamál – enn - FØROYINGAR HALDA, AT VØKSTURIN ER NÓGV STØRRI, ENN HANN Í VERULEIKANUM ER. MANN ER BLIVIN MEIRA TILVITAÐUR UM FERÐAFÓLKINI, MEN UM MANN HYGGUR AT TØLUNUM, SO ER TAÐ IKKI SO NÓGV, SIGUR GUÐRIÐ HØJGAARD, STJÓRI Í VISIT FAROE ISLANDS Pætur Hjalmar Evensson Tað er óvist, hvussu nógv útlendsk ferðafólk koma til Føroya árliga. Av tí at Vága Floghavn og Atlantic Airways ikki higartil hava skrásett, hvørjum landi tey ferðandi koma frá, ber ikki til at siga, um tað eru føroysk ella útlendsk ferða­ fólk, ið flúgva til Føroya. Tað ber bara til at síggja, hvussu nógv fólk tilsamans ferðast aftur og fram umvegis Vága Floghavn. Tí hevur Vága Floghavn fingið álagt frá Visit Faroe Islands, at frá 1. januar skal tjóðskapurin hjá øllum ferðafólkum, sum ferðast um Vága Floghavn, skrásetast. Inntil tá má mann brúka aðrar hættir at meta um, hvussu gongdin í føroysku ferðavinnuni er – m.a. við at hyggja eftir gistingum. Visit Faroe Islands metir, at tað koma umleið 100.000 ferðafólk til Føroya árliga. Helvtin av teimum koma umvegis Vága Floghavn, meðan hin helvtin kemur sjóvegis við Norrønu og serliga ferðamannaskipum. Í november í fjør kom samlaða ferðafólka­ talið umvegis Vága Floghavn fyri fyrstu ferð nakr­antíð upp um 300.000. Í ár rundaði ferða­ fólka­talið 300.000 longu í september mánað. Til og við september í ár høvdu 300.576 ferða­ fólk ferðast um flogvøllin í Vágum, og vøkst­ur­ in í mun til somu tíð í fjør var 29.511 ferðafólk, sum svarar til 11%. Vænta størri áhuga fyri Føroyum Vøksturin av ferðandi um Vága Floghavn er eitt úrslit av, at føroyingar ferðast meira, og at fleiri útlendsk ferðafólk koma hendan veg­in. Hvørki Vága Floghavn ella Visit Faroe Is­lands hava nakra ítøkiliga meting av, hvussu vøkst­ ur­in fer at vísa seg í framtíðini. - Tað er ringt at siga, hvat fyri vøkstur er real­istiskur. Vit eru enn í eini so lítlari vinnu, at hvørja ferð tað kemur ein nýggjur aktørur, so verður tað ein “game-changer”. Tað hevur leingi bara verið eitt flogfelag (red. Atlantic Air­ways), og tá SAS kom aftrat í 2017, gav tað longu nøkur túsund ferðafólk aftrat um árið, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Is­ lands. Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn, væntar, at vit koma at síggja fleiri ferðamál í nærmastu framtíð. - Eg vænti, at rutunetið fer at styrkjast. Um tað verður gjøgnum Atlantic Airways ella onkran annan, veit eg ikki, men tað verða í øllum førum betri umstøður at gera nýggj­ ar rutur til Føroya, tí eftirspurningurin eftir Føroyum fer at vaksa, og vit fáa fleiri seingj­ ar­pláss frá 2020. Um eitt ella tvey flog­feløg koma aftrat um nøkur ár, so fara vit bein­an­ veg­in at síggja stór útsving, tí tølini eru so lág nú, sigur Gudny Langgaard. Einki konkret er tó und­ir uppsigling í løtuni. Hóast tað er ringt at spáa um framtíðina, fær Visit Faroe Islands við jøvnum millumbilum metingar frá útlendskum agentum og fjølmiðl­ um, sum tey samstarva við. - Sum alt bendir á í løtuni, so kemur tað at vera ein framhaldandi áhugi fyri Føroyum tey komandi árini, sigur Guðrið Højgaard. Ein onnur orsøk til at tað er ringt hjá Visit Faroe Islands at meta um gongdina, er knapp­ ligi og óvæntaði vøksturin í ferðavinnuni hjá granna­tjóð okkara, har ferðafólkatalið er fimm­ faldað seinastu sjey árini. - Um mann spyr íslendingar í dag, um tey høvdu kunnað ímyndað sær stóra vøksturin í dag fyri sjey árum síðani, so høvdu tey ikki kunnað tað, sigur Guðrið Højgaard. - Føroyar eru eitt lítið ferðamál Guðrið Højgaard heldur ikki, at mann skal stúra fyri, at tað uppá nakran máta ikki verður verandi í Føroyum fyri ferðafólki. Hon vísir á, at í mun til okkara grannalond, so eru Føroyar eitt ræðuliga lítið ferðamál. - Vit eru eitt av teimum minstu ferða­mál­ un­um í Evropa. Um mann samanber før­oysku ferðavinnuna við t.d. Bornholm, Got­land og Áland, so eru vit ekstremt smá. Vit hava nógv færri ferðafólk í mun til allar teir oyggja­bólk­ar­ nar, sigur hon og tekur eisini lítlu oynna Malta við 400.000 íbúgvum sum dømi, ið er á stødd við Eysturoynna, har umleið 2 milliónir ferða­ fólk vitja árliga. Altso vøksturin í føroysku ferðavinnuni sein­astu árini hevur ikki verið eins stórur sum aðrastaðni, hóast har er vøkstur í. Guðrið Høj­ gaard meinar, at mann hevur lyndi til at halda ferða­vinnuna í Føroyum vera nógv størri, enn hon í veruleikanum er. - Tann størsti vøksturin er tann mentali vøkst­urin. Føroyingar halda, at vøksturin er nógv størri, enn hann í veruleikanum er. Mann er blivin meira tilvitaður um ferðafólkini, men Guðrið Højgaard er stjóri í Visit Faroe Islands