Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 11 Oktober 2018 26 um mann hyggur at tølunum, so er tað ikki so nógv, sigur hon. Føroyar kunnu skjótt blíva ósjónligar - Føroyar eru eitt once-in-a-lifetime ferðamál; altso eitt ferðamál, sum mann ofta bara vitjar einaferð. So­ leiðis er tað við teimum flestu oyggja­ferðamálunum. Tey flestu fólk­ini fara bara einaferð til tað staðið, og tá tey hava kryssað tað av, fara tey til tað næsta staðið, sigur Guðrið Højgaard. Hetta vil siga, at tað er krevur nógv arbeiði at fáa ferðafólk til Før­ oya, tí mann allatíð skal lokka nýggj fólk. Visit Faroe Islands arbeiðir tí dagliga við at fáa útlendskar fjøl­ miðl­ar at skriva um Føroyar, so at um­heim­urin leggur merki til okkum. Føroyar fáa umrøðu av átøkum sum Sheep View og frá matstovuni KOKS, og gjøgnum hesa umtaluna vónar Visit Faroe Islands, at fleiri fólk fara at umhugsa at ferðast til Føroya. - Um vit ikki arbeiða fyri at varpa ljós á Føroyar, so hevði eingin tosað um Føroyar, og Føroyar høvdu tí skjótt blivið ósjónligar. Áðrenn Visit Faroe Islands varð sett á stovn (red. 2013) hevði lítil vøkstur verið í nógv ár, og tað vísir, at vøksturin ikki kemur av sær sjálvum, men mann má gera okkurt aktivt arbeiði fyri at fáa ferðafólk hendan vegin, sigur Visit Faroe Islands stjórin. - Tí tað kann ganga skjótt hin­veg­ in og detta niðurfyri, um mann ikki arbeiðir aktivt fyri at vísa, at mann er til. Sambært ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands vitjaðu 250 al­ tjóða miðlafólk í Føroyum í 2017, með­an talið í 2012 var 50. Avbjóðingar í smáøkjunum og náttúruni Tað hevur ofta verið nevnt í miðl­ un­um, at íbúgvarnir í smá­økj­un­um, har nógv ferðafólk vitja, hava havt trupul­leikar av ferðafólkunum. M.a. ganga ferðafólkini í fjøllunum, og frið­urin, sum fyri fáum árum síðani var í t.d. Saksun og við Gjógv, er nú býttur um við klikk og blitz frá mynda­tólunum hjá imponeraðu ferða­fólkunum. - Um tey lokalu halda, tað er ein trupulleiki, so er tað ein trupulleiki. So má mann finna nakrar loysnir saman við teimum lokalu. Men tað snýr seg eisini um hugburð, og summi brúka ferðafólkavøksturin til nakað positivt, sigur Guðrið Højgaard og sipar m.a. til møguligt kafévirksemi. - Føroyingar eru eisini farnir at ganga nógv meira í fjøllunum og eru blivnir meira tilvitaðir um at brúka náttúruna. So tað eru bæði før­oy­ing­ ar og útlendingar, ið brúka nátt­úruna meira, sigur hon. Av hesari somu grund hevur Visit Faroe Islands sett eina nýggja menningardeild at arbeiða við av­ bjóð­ingum sum hesum og spurn­ ing­um um infrakervi. Tey arbeiða við ein­ari menningarstrategi, sum kemur at taka útgangsstøði í ferðavinnuni fram til 2025. - Einki er ov seint Tá hædd verður tikið fyri øllum hes­ um viðurskiftunum og tendensunum saman við javna vøkstrinum í Vága Floghavn, so kann mann siga, at Føroyar hava gott ræði og tak á einari støðugari ferðavinnumenning. - Tað góða við ferðavinnuni í Før­ oy­um er, at einki er ov seint. Meðan mann í Íslandi hevur følt, at mann hevur verið ov seinur at reagera, eru vit slett ikki ov sein, tí vit hava enn so fá ferðafólk. Tí kunnu vit menna og skapa ferðavinnuna, júst sum vit vilja, sigur Guðrið Højgaard. Terminalurin má byggjast út uppá sikt Tá Vága Floghavn í juni 2014 læt nýggj­an terminal upp í Vágum, høvdu tey ikki væntað stóra vøkst­ur­ in í flogferðsluni, sum vit síggja í dag. Tað setur nýggj krøv, og avbjóðingin í dag hjá Vága Floghavn er, at term­ in­alurin er um at blíva ov lítil. - Terminalurin er ikki nóg stórur til tann vøkstur, sum vit vænta og vóna at síggja í framtíðini, sigur Gudny Lang­gaard. Tað kann vera so knappligt, at term­in­alurin verður ov lítil. - Tað leggja vit merki til, tá fleiri flog­før koma og fara innanfyri ein hálv­an tíma. Tá kunnu vit risikera, at tað vera upp ímóti 800 fólk inni í term­inalinum í senn, sigur stjórin í Vága Floghavn, sum ikki veit, nær mann kann vænta eina útbygging. - Tíðarætlanina vita vit ikki enn, men Vága Floghavn arbeiðir í løtuni við at gera eina tørvslýsing, sigur Gudny Langgaard. pature@sosialurin.fo Terminalurin í Vága Floghavn er undir trýsti og má byggjast út, áðrenn tað verður ov trongt Gudny Langgaard hevur verið stjóri í Vága Floghavn síðan mai í ár