hósdagur 25. oktober 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
oktober 2018
26
Jan Ziskasen um 2025:
Vit mugu vera
klár til framtíðina
- TAÐ ERU 12 ALTJÓÐA STÓRRÁK, SUM VIT VÆNTA KOMA AT
FLOYMA INN YVIR ALLAN HEIMIN, SIGUR JAN ZISKASEN,
STJÓRI Í FØROYA TELE. HESI RÁKINI MÆLIR HANN FYRITØKUM,
EINSTAKLINGUM OG ALMENNINGINUM AT TAKA ATLIT TIL
Pætur Hjalmar Evensson
- The best way to predict the future, is to create
it.
Soleiðis sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri
á Føroya Tele, sum siterar orðini hjá Abraham
Lincoln, sum siga, at besti mátin at spáa um
framtíðina, er við at skapa hana.
Føroya Tele við Jan Ziskasen á odda hevur
kannað og sett seg inn í nøkur altjóða stórrák,
sum gera seg galdandi í øllum heiminum
í løtuni. Hetta eru rák, sum fara at seta dag
skránna fyri, hvussu vit í nærmastu framtíð
koma at liva okkara lív, og hvussu samfelagið
yvirhøvur verður skipað og broytt.
- Tað eru 12 altjóða stórrák, sum vit vænta
koma at floyma inn yvir allan heimin, og í tí
samanhanginum hyggja vit eisini eftir, hvar
Føroyar eru í hesari gongdini, sigur Jan Ziska
sen.
Hesi 12 rákini snúgva seg m.a. um talgildu
menningina, fólkavøkstur, handilsvirksemi,
infrakervi og umhvørvið.
Tað kann vera ringt at spáa um framtíðina,
men Jan Ziskasen heldur, at vit í Føroyum
eiga at hugsa meira um tað, sum bíðar okkum
í framtíðini. Tí hevur hann nøkur boð uppá,
hvørji atlit, mann sum fyritøka, einstaklingur og
samfelag má taka fyri at møta einari framtíð,
sum mann fyri 20 árum síðani ikki hevði
kunnað ímyndað sær.
Alt verður sambundið
Tað er eingin loyna, at tøknin er blivin ein nógv
størri partur av gerandisdegnum hjá okkum
menniskjum seinastu árini. Tøknimenningin
gongur við rúkandi ferð, og vit kunnu gera
alsamt meira við okkara snildfon.
Jan Ziskasen meinar, at hendan gongdin
ger, at nærum alt verður sambundið, tá tosað
verður um gerandisdagin, undirhald, vørur og
tænastur yvirhøvur orsakað av internetinum
og snildfonini.
- Mann sigur, at longu í 2020 vera 5
milliardir fólk knýtt at internetinum. Í dag er
talið góðar 4 milliardir. Øll hesi fólkini fara at
hava fimm ymisk tól í part, og hvørt húsarhald
fer í miðal at hava 10 ymisk tól, ið verða knýtt
at internetinum, sigur Jan Ziskasen og sipar til
tól sum brandalarmar, kaffimaskinur og køli
skáp, sum alt kann knýtast at snildfonini.
Hann peikar á eina vatnfløsku, sum stendur
á borðinum, og tekur hana í hondina.
- Hendan fløskan verður allarhelst eisini
sambundin. Longu í 2020 fer ein fløska at
følast øgiliga ein-dimensionell, um hon ikki
kann knýtast til internetið. Onkur fer helst at
siga: “Hetta produktið er ikki serliga áhugavert;
eg kann bara drekka tað. Kann eg einki annað
gera við tað?”, sigur hann og vísir við fingr
unum ímóti fløskuni, at mann fer at vænta at
kunna trýsta á, “swipea” og forstørra partar
fløskuni við fingrunum, eins og mann í dag ger
á snildfonum og teldlum.
- Tær allar flestu fyritøkurnar, sum selja
fysiskar vørur fara at hava eina talgilda add-
on til vøruna. Tað sær mann t.d. við bilum,
har mann kann tendra bilin frá telefonini og
hyggja, um tað eitt nú er bensin á. Eg kann
eisini lata mína garasju heima upp her frá við
telefonini, vísir Jan Ziskasen á.
Hesar loysnirnar geva snildfonini eitt
óbroytiligt vald, tí mann er á snildfonini allatíð.
- Tá mann fer út úr húsunum, kann mann
gott hava gloymt alt møguligt eftir, men mann
gloymir ongantíð telefonina. Mann følir seg
naknan, um mann hevur gloymt hana eftir, og
tað er tí, meira og meira hendir nettup á mobila
tólinum, sigur hann.
Vit fara ikki at bíða eftir tænastum
Hendan gongdin við sambindingini, ella sum
Jan kallar tað: connected living, fer at gera, at
mann skjótt kemur til eitt punkt, har fólk vilja
hava alt her og nú. Fyribrigdið “at bíða” verður
ikki tað sama í framtíðini, tí tøkniliga menningin
ger, at mann fer at seta heilt nýggj krøv.
- Børnini í dag vaksa upp við, at alt er nógv
skjótari, og at mann er on 24 tímar um sam
døgrið. Hesi børnini koma at seta krav um, at
um tey vilja hava eina pitsu, so skulu tey hava
hana beint nú. Tað verður einki við fyrst at fara
oman í býin, bíleggja og standa í kø og bíða
eftir pitsuni. Tá verður tað púra vanligt at bí
leggja á netinum, og so kemur pitsan til hurð
ina eina lítla løtu seinni, væntar Jan Ziskasen.
Sama gongdin hevur leingi verið við
stroyming av video og tónleiki. Í dag eru
nærum allir filmar og allar sendingar tøkar á
stroymingstænastum, sum hevur flutt sjón
varpshyggjarar yvir á Netflix, HBO og aðrar
on-demand sjónvarpstænastur.
- Um mann vil hyggja at einum filmi, so fer
mann ikki at bíða til klokkan 21 í kvøld fyri at
síggja ein film í sjónvarpinum, tá mann heldur
kann síggja filmin her og nú á t.d. Netflix.
Okkara børn kenna nærum ikki til flow-tv og
kunnu ikki finna uppá at bíða eftir einum filmi
á sjónvarpsskránni. Tað konseptið eksisterar
ikki í teirra verð, sigur Jan Ziskasen.
Krav um altíð at hava atgongd
Hendan broytingin er nakað, sum fyritøkur
og íverksetarar skulu leggja sær í geyma og
byrja at hugsa nógv meira um, heldur sam
taksstjórin.
- Tær fyritøkurnar, sum kunnu samanknýta
kundan við vøruna, upplivilsið ella tænastuna
hava eina gylta framtíð framman fyri sær, sigur
Jan Ziskasen.
Kundarnir fara í framtíðini at vænta atgongd