Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 13 Oktober 2018 26 vørur og tænastur alt samdøgrið, og hetta eru væntanir, ið fyritøkur mugu laga seg til. Hendan broytinging kem­ur eisini at ávirka okkara ar­ beiðs­lív, meinar hann. Ásetta longd­ in á einum arbeiðsdegi og fyri­ brigdið “frí” fær ein ørvísi týdning, tí við snildfonini hevur mann altíð at­gongd, og tað fara øll at gera sær enn meira dælt av. - Hendan hurðin er altíð opin, sigur hann og peikar á snildfonina á borðinum. - Vit fara at síggja nógv meira til, at alt verður til eina 24/7-tænastu. Tí fari eg eisini at kunna keypa inn nær sum helst í framtíðini við telefonini og eisini fáa vøruna leveraða nærum beinanvegin, sigur hann. Tøknin Artificial Intelligence gev­ ur maskinum eginleikan at loysa trupul­leikar og “hugsa” sjálvstøðugt – eisini kallað AI ella vitlíki á før­oysk­ um. Tað vinnur nógv fram í løtuni, og hetta metir Jan Ziskasen fer at gera sítt til, at flestu tænastur fara at vera til taks alt samdøgrið. - Sjálvandi kunnu eitt nú fyritøkur og stovnar ikki hava fólk sitandi klár at veita tænastu altíð, og tað er har Artificial Intelligence kemur inn. Um eg havi ein trupulleika beint nú, kann eg tosa við ein AI, sum dugir líka væl at hjálpa mær, sum ein persónur. AI kemur at eksplodera, tí tað verður eitt krav, at mann altíð skal hava at­ gongd til alt, sigur Jan Ziskasen. 60.000 fólk í Føroyum í 2025 - Eg vænti, at tað vera 60.000 fólk í Føroyum í 2025, sigur Jan Ziskasen og vísir á fólkavøksturin seinastu ár­ini, har talið hevur verið vaksandi, und­antikið tá kreppurnar hava verið. Ein onnur ábending um stóra fólka­vøksturin er, at í mun til fyrr fer ein størri partur av føroysku lesandi uttanlands at flyta heim aftur eftir loknan lestur. - Vit leggja serliga merki til tað her á Føroya Tele, har nógvir av um­ søkj­arunum eru føroyingar uttan­ lands, og tað eru í dag eisini nógv fleiri útlendingar, ið søkja, enn fyrr. Vit vænta, at tað koma fleiri við øðr­ um uppruna enn føroyskum til Før­ oya skjótt, sigur Jan Ziskasen. Um hesin vøksturin verður veru­ lig­ur, er tað sannlíkt, at fleiri børn verða fødd. - Tess fleiri fólk koma, tess fleiri børn verða fødd, og tí vænti eg ein stór­an fólkavøkstur uppá hendan mát­an. Samstundis væntar hann eina stóra broyting viðvíkjandi altjóða rák­inum urbanisering, har fólk fara at flyta frá bygdunum inn til býirnar. - Áleið 45% av øllum føroyingum í dag búgva í Tórshavn. Tað talið kemur at vaksa upp til 58%, soleiðis at 35.000 fólk fara at búgva í Havn í 2025, spáar Jan Ziskasen út frá samanberingum av altjóða met­ing­ um. Her er tað tí ein avbjóðing at fyrihalda seg til urbaniseringina, sum ikki er góð og sunn fyri útjaðaran. Tvífalt so nógv ferðafólk Tað er ein sannroynd, at tað er vøkst­ur í talinum av fólki, ið ferðast til Føroya. Nýggjastu tølini frá Vága Flog­havn visa, at í ár hava 300.576 frá­ferðir og komur tilsamans verið umvegis Vága Floghavn til sept­ emb­er, sum er ein vøkstur á 11 pro­ sent í mun til somu tíð í fjør. - Eg vænti, at hetta talið kemur at halda áfram við at vaksa, og í 2025 kemur tað heilt upp á 700.000, kanska 800.000, sigur Jan Ziskasen, sum m.a. byggir sína met­ing á vaksandi uppmerksemið á Føroyar uttanlands og eina saman­ bering við vøksturin í Íslandi. - Tað er gjørt so mikið gott lýsingararbeiði um Føroyar, at fleiri út­lendingar vilja koma og uppliva før­oysku náttúruna og mentanina, tí Føroyar eru so serstakar. Um mann fer á eina fína matstovu í t.d. New York er tað næstan eitt undantak, um har á matskránni ikki stendur “Salmon from the Faroe Islands”. Vit hava sæð ein stóran vøkstur í ferðavinnuni í Íslandi og fara ivaleyst eisini at síggja ein stóran vøkstur í Føroyum, metir Jan Ziskasen. Tað vil siga, at hann væntar, at meir enn tvífalt so nógv fólk koma at ferðast umvegis Vága Floghavn um bara sjey ár. Vøksturin verður sambært honum ein kombinatión av, at føroyingar fara at ferðast meira, í tí at fólkatalið veksur, og at lut­falsliga nógv fleiri ferðafólk koma henda­vegin. Sami tvífaldaði vøkst­ urin fer at koma sjóvegis, vónar hann. Fólka- og ferðafólkavøksturin eru tvey onnur av teimum 12 rákunum, sum Jan Ziskasen meinar, føroyingar mugu taka atlit til viðvíkjandi fram­ tíðini. Mann má innrætta seg eftir hesum Tað, sum byrjaði sum ein menning­ arstrategi fyri Føroya Tele, endaði fyri Jan Ziskasen at fevna nógv breiðari enn bara um virksemið hjá teimum. Føroya Tele tekur støði í hesum tend­ensunum og hugsa serliga um tey rákini, sum koma at ávirka virk­ semið hjá Føroya Tele mest. - Vit vita t.d., at kundarnir koma at stilla hesi “órímiligu” krøvini um at vera sambundin sum ongantíð fyrr. Tí blíva vit við at útbyggja okkara net, tí vit vilja hava, at óansæð, hvar mann er í landinum, so skal mann hava hitt besta sambandið við inter­ netið, sigur Føroya Tele stjórin. Júst soleiðs skal tað eisini vera upp til hvørja einstaku fyritøku og kommunu, hvussu mann skal inn­ rætta seg í mun til øll hesi stór­rákini og tær væntandi komandi broyt­ing­ arnar. - Vit kunnu definera framtíðina Allir hesir tankarnir og hesar met­ ing­arnar hjá Føroya Tele og Jan Ziska­sen ljóða sum ein stórur biti at svølgja í einum. Men Jan Ziskasen held­ur, at vit eiga at taka hesar av­ bjóð­ingarnar í nógv størri álvara, tí um alt hetta verður veruleiki í 2025, so mugu vit vera til reiðar. Um fólkatalið fer upp, øll flyta til stórbýin, alt verður sambundið og kundin kemur at stilla órímilig krøv, hvat skulu vit so gera? - Øll hesi viðurskiftini verður mann noyddur at hugsa ígjøgnum fyri at kunna møta framtíðini, sum kem­ur við sera nógvari ferð ímóti eft­ir okkum, sigur Jan Ziskasen, sum heldur, at vit skulu umfevna menn­ ing­ina og broytingina. - Í staðin fyri at royna at steðga hes­um, so skulu vit heldur finna útav at gagnnýta tað til tað góða. Tað krevur hegni og fokus, um vit ætla at definera framtíðina, sigur Jan Ziska­sen. pature@sosialurin.fo Okkara børn kenna nærum ikki til flow-tv og kunnu ikki finna uppá at bíða eftir einum filmi á sjónvarps­ skránni. Tað konseptið eksisterar ikki í teirra verð, sigur Jan Ziskasen Jan Ziskasen hevur nógvar leiðsluroyndir frá altjóða fyritøku og hevur verið stjóri í Føroya Tele síðan 2015