Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 oktober 2018 26 Uttan dugnalig starvsfólk og trúgv viðskifta- fólk var einki - TÁ UMFATANDI FÍGGJARKREPPA TÓK SEG UPP ÁRINI EFTIR, AT VIT HØVDU KEYPT HANDLARNAR, STÓÐ RÆTTILIGA Á GOMLUM NØGLUM, OG NIÐURTÚRURIN VAR TRUPUL. MEN, SEINNU ÁRINI HEVUR AFTUR VERIÐ HUGALIGT AT RIKIÐ FYRITØKUNA, SIGUR RODMUNDUR NIELSEN, SUM EINSAMALLUR EIGUR BORG-FYRITØKUNA Vilmund Jacobsen Tað var í 2005, at Rodmundur Nielsen og Jóns­ vein Knudsen, sáli, keyptu Højgaards Handils­ virkið, sum var timburhandilin í Runavík. Hetta árið keyptu teir eisini Klement Petersen í Salt­ angará, og í 2006 keyptu teir Klaksvíkar Timb­ ur­handil. Rodmundur Nielsen og Jónsvein Knudsen áttu í byrjanini hvør sín helming, men skjótt fingu teir Jóhannus Danielsen inn í fyritøkuna, og hann kom at eiga 20 prosent. Í 2011 broyttust eigaraviðurskiftini, tá Rod­ mund­ur Nielsen yvirtók alt virksemið, og síðan tá hevur hann átt alla fyritøkuna einsamallur. Tað eru stívliga 11 ár síðan, at fyritøkan fekk felagsnavnið Borg, og stjórin og eigarin heldur, at samleikaskifti hevur eydnast so væl, at eingin í dag ivast í, hvat navnið á fyritøkuni er. Ein trupul tíð Men, tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum at reka Borg. Síðan keypið í 2005 hevur virksemið bæði havt upp-og niðurgangstíðir. Sølan vaks nógv árini 2005 til 2006, men tíðin á tindunum gjørdist í hesum umfari stutt – ja, alt ov stutt, viðgongur Rodmundur Nielsen. - Tá umfatandi fíggjarkreppan tók seg upp árini eftir, stóð rættiliga á gomlum nøglum, og niðurtúrurin var trupul. Túrurin upp aftur var eisini skurvutur, men okkara fíggjarsambond, sum eins væl kundu havt kuppað høvdið av fyritøkuni, trúðu tíbetur upp á felagið undir kreppuni. Rodmundur Nielsen sigur, at eitt, sum í hesi truplu tíð gav fyritøkuni eitt fíggjarligt andarhol, var, at Kristian Martin Rasmussen keypti ein bygning frá teimum, sum Borg seinni hevur keypt aftur. - Seinnu árini hevur aftur verið hugaligt at rikið fyritøkuna, og umsetningurin er vaksin spakuliga í fleiri ár, sigur hann. Ársins byggibúð Í 2017 kundi Borg fegnast um, at fyritøkan fekk heiðurin sum ”Ársins byggibúð” millum 110 slíkar amboðshandlar í danska kongaríkinum. - Seinnu árini hava vit brúkt nógvar peng­ar og nógva orku til at viðlíkahalda og dag­føra Borg í Runavík og Klaksvík, bæði fram­síðu­ fasadur, soleiðis bygningarnir uttan nú eru meira einsháttaðir, eins og handlarnir eru dag­ førdir. Rodmundur Nielsen sigur, at í Klaksvík hava tey fingið eina nýggja køksdeild, og deild­in í Runa­vík er væl størri í dag, enn tá timbur­hand­ il­in varð keyptur í 2005. - Brúk er fyri enn størri plássi, men hetta er trupult, tá tað er so trongt rundanum Borg í Runavík, leggur hann aftrat. Handlar og goymslur Borg hevur handlar í Runavík og Klaksvík. Umframt handlarnar í Runavík og Klaksvík, hevur Borg eisini goymslur á Hústoft og á Bøllu­reyni í Havn. - Nú vit selja alt spreingievni til undir­sjóvar­ tunl­arnar, hava vit harumframt goymslur á Strond­um og á Hvítanesi. Vit hava gjørt stórar íløgur í hesum sambandi. Umframt at slíkt krev­ur stórt goymsluøki, hava vit eisini riggað ein bil til og hava gjørt íløgur í flutningstangar at flyta flótandi spreingievni í, sum verður brúkt til tunlarnar. Alt hetta krevur nógvan kapital, sigur hann. Á trimum súlum Borg er ein fyritøka, sum stendur á trimum høv­uðs­súlum, og hesar eru í fyrsta lagi timb­ur, tvær sterkar byggibúðir og so køks-og gólv­ deild­irnar. - Tað kann vera eitt sindur ymiskt frá ári til ár, hvussu umsetningurin lagar seg á ymisku deildunum. At vit hava montørar til at seta upp køkar og annað innbúgv er ein stórur fyri­mun­ ur, og tað er eisini okkara styrki, at vit hava eitt stórt úrval av gólvum og bilhús­hurð­um, bæði til privat og til ídnaðin. Rodmundur Nielsen leggur dent á, at einki kemur av sær sjálvum, og hann hevur sín­um dugnaligu starvsfólkum og trúgvu viðskifta­ fólk­um kring landið alt fyri at takka. - Vit trívast væl í Runavík, og vit føla okk­um væl í Klaksvík, her vit møta loyalastu við­skifta­ fólkum. Manningin er í báðum støðum framúr og er krumptappurin í fyritøkuni, sigur hann. Leingi í starvi Borg-fyritøkan hevur tilsamans 40 fólk í starvi, harav 25 eru knýtt at virkseminum í Runavík og 15 í Klaksvík. - Eg eri eyðmjúkur um, at fleiri av starvs­ fólk­um hava verið so leingi í starvi hjá okkum, og í miðal hava starvsfólkini verið her í 12-13 ár. Rodmundur Nielsen sigur, at nú kon­junkt­ - Vit liggja beint við tunnilsmunnan, og vit eru spent og ikki stúrin. Vit vænta, at nýggja farleiðin fer at geva okkum nýggjar avbjóðingar og møguleikar, sigur stjórin í Borg