Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2018síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Oktober 2016 15 26 ur­irnir í samfelagnum eru við, og nógv ferð er á hjólunum, er eisini umsetningurin hjá Borg vaks­in. - Vit hava verið niðri á botni og vent, og eg haldi, at vit lærdu nógv í tí truplu tíðini, sum var. Men, tað er so sanniliga eisini ein avbjóðing at fáa tingini at bera til í góðum tíðum, tí tað eru nógvir, sum vilja hava lut í rómanum – og sum kanska eru burtur aftur, tá tað fer at ganga hin­vegin aftur. Hann sigur, at málið er at konsolidera fyri­ tøk­una og gjalda niður skuld. - Vit høvdu ein umseting í fjør við 40 fólk­ um, væl færri enn í kreppuni í 2009, tá vit høvdu 52 fólk í starvi. Rodmundur Nielsen vísir á, at í seinasta rokn­skaparári hevði Borg eina eginogn á 25 miljónir krónur. - Eg royni at gera nógv fyri, at míni starvsfólk støð­ast. Tá starvsfólkini trívast og eru glað fyri sítt arbeiði, fáa viðskiftafólkini eisini eina góða upp­living í fyritøkuni, og tað er júst hetta, sum er okk­ara hjartamál, sigur hann. Klár til avbjóðing Rodmundur Nielsen ivast onga løtu í, at tað verður ein avbjóðing hjá fyritøkuni, nú Eyst­ur­ oyar­tunnilin nærkast í stórum og fer at verða opin fyri ferðslu um hálvt annað ár ella so. - Vit liggja beint við tunnilsmunnan, og vit eru spent og ikki stúrin. Vit vænta, at nýggja farleiðin, sum fer at knýta okkum til meginøkið, fer at geva okkum nýggjar møguleikar, men tað er sjálvandi ikki vist, at míni eygu síggja tað, sum rætt er. Vit fara at gera okkara besta, men vit tola bæði minking og vøkstur, sum hann tekur til. Tey fýra, sum dagliga hava ábyrgdina av ymisku deildunum hjá Borg, hava øll verið í fyritøkuni í nógv ár, og felags fyri hesi er, at tey byrjaðu á gólvinum – um vit so kunnu siga. Hesi eru Kári Hansen, sum hevur ábyrgdina av timburdeildunum, Arnfinn Olsen, sum hevur ábyrgdina av byggibúðunum, Regin Olsen, sum hevur ábyrgdina av køksdeildunum og bókhaldinum - og so Bjørghild Magnusson, sum hevur ábyrgdina av deildini í Klaksvík. - Málið hjá okkum hevur frá byrjan verið at vera heildarveitari á okkara øki og tað, vit ikki hava á hillunum, gera vit alt fyri at fáa fatur á. Okkara hægsta ynski er at vera í fremstu røð og at vera fyrsta val hjá viðskiftafólki, sigur Rodmundur Nielsen. GLASDEKO FOLIUR Bannarar Fakta • Í oktober 2005 yvirtók P/F KN partabrøvini í P/F Højgaards Handilsvirki, og í mai 2006 keypti felagið Timburhandilin í Klaksvík og P/F Klement Petersen í Saltangará. • Hin 21. september 2007 vórðu allar tríggjar fyritøkurnar, Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík, samlaðar undir navninum, Borg. • Hetta varð gjørt fyri, at fyritøkan skuldi hava eitt felags andlit úteftir og fyri at savna alt virksemi í sama felag. • Tey trý feløgini eru soleiðis í einum felag undir navninum P/F Borg, og tað er P/F KN, sum eigur P/F Borg. • Fram til 1. august 2011 áttu Jónsvein Knudsen, sáli, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen felagið. Men, frá 1. august 2011 gjørdist Rodmundur Nielsen einsamallur eigari. • Talið av ársverkum í fyritøkuni er 40, 25 í Runavík og 15 í Klaksvík. Borg rekur handil í Runavík (mynd) og Klaksvík, og tilsamans 40 fólk starvast í fyritøkuni. - Eg leggi stóran dent á trivnaðin. Tá starvsfólkini trívast og eru glað, fáa viðskiftafólk eisini eina góða uppliving, og tað er júst hetta, sum er okkara hjartamál, sigur Rodmundur Nielsen