Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í oddagrein í seinastu út­ gávuni av ritinum Sjóvarmál sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, at toska-og hýsu­stovnarnir hava verið søguliga smáir í meira enn eitt áratíggju. - Vit hava gjørt tað, sum vit skulu í slíkum føri og hava mælt myndug­leik­ unum til at minka um veiði­ trýstið á hesar báðar stovn­ ar­nar. Stjórin vísir á, at hóast skift­andi viðurskifti í náttúruni sjálvandi hava stóran týdning, bæði stødd­ in á teimum nýggju ár­gang­ unum, sum seta til stovn­ ar­nar, og hvussu skjótt ein­støku fiskarnir veksa, so hava bæði støddin á stovn­ unum og veiðitrýstið eisini sín týdning. - Náttúruviðurskiftunum kunnu vit ikki stýra, men vit kunnu tillaga okkum til tey viðurskifti, sum nú einaferð eru, sigur hann. Sær betri út Eilif Gaard ásannar, at nú sær betri út, tí bæði fyri tosk á landgrunninum og fyri hýsu eru 2016-árgangirnir um miðal, og 2017árgangirnir eru yvir miðal. - Báðir stovnarnir eru í vøkstri og eru komnir upp um markið fyri, har serlig vernd­ar­tiltøk krevjast. Sostatt kunnu vit nú umsita stovn­ar­nar sum vanligt. Stjórin vísir á, at fyri at fáa veiði, sum kann saman­ berast við tær góðu gomlu tíðirnar, skulu stovnarnir tó verða nakað størri enn tað, teir nú eru. - Men, av tí, at báðir stovn­ arnir hava góðar árgang­ir á veg og eru í vøkstri, eru útlit til vøkstur í fiskiskapinum tey komandi árini. Eilif Gaard sigur, at um vit klára at arbeiða soleiðis, at teir árgangir, sum nú eru á veg, í størst møguligan mun kunnu gerast partur av gýtingarstovnunum, kunnu vit innan stutta tíð aftur fáa fiskiskapin har, hann søguliga eigur at vera. - Upsin hevur hinvegin ikki víst eins stór sveiggj, sum toskur og hýsa og hevur alt hetta tíðarskeiðið verið miðal væl fyri, leggur stjórin á Havstovuni aftrat. ­ - Bæði toska-og hýsustovnarnir eru í vøkstri og eru nú komnir upp um markið fyri, har serlig verndartiltøk krevjast. Sostatt kunnu vit nú umsita hesar stovnar sum vanligt, sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard 12 GRUNDSTYKKI: Í mars mánaði næsta ár verða 12 nýggj grundstykki á Bøvegi í Fuglafirði klár til bygging, og tað er J.H.R., sum stendur fyri arbeiðnum at planera. Útsýni av Bøvegi er frálíkt, siga tey í Fuglafirði. - Endamálið við einari um­ sit­ingar­ætlan er, at hon skal veita trygd fyri burðar­dyggari um­siting Vilmund Jacobsen Í nýggju lógini um fyri­sit­ ing av sjófeingi er ásett, at fiskastovnarnir skulu um­ sitast øðrvísi enn fyrr. - Myndugleikarnir hava tikið ta skilagóðu av­gerð, at frameftir skulu fiska­ stovn­arnir umsitast eftir einum leisti, sum er ásettur framman­undan. Tað sigur stjórin á Hav­stovuni, Eilif Gaard, í seinastu útgávuni av riti­ num, Sjóvarmál. Hann vísir á, at slíkar um­sitingarætlanir eru av­ talur millum myndug­leik­ar, vinnu og fiskifrøðina um, hvussu farast skal fram. Endamálið við ætlan­ un­um er, at tær skulu geva trygd fyri burðardyggari um­siting, samstundis sum tær skulu veita so støðugar karmar fyri vinnuna sum gjør­ligt. - Aftrat hesum fara tær at gera tað lættari hjá vinnu­ni at koma framat mark­naðum, har keyparar spyrja eftir dokumentatión fyri burðardyggari veiði. Eilif Gaard sigur seg vóna, at umrøddu partar í felag fara at megna at skipa hesar ætlanir. Nú verður grivið av og planerað til fimm íbúðir í Sandavági, sum Bústaðir skulu byggja. Vága býráð arbeiðir eisini við at fáa Bústaðir at byggja 10 íbúðir í Miðvági. Hugnaløta í Løkshøll Vilmund Jacobsen Mikukvøldið 7. november skipar Roðin, sum er økistænastan fyri Skálafjørðin, fyri hugnaløtu í Løkshøll. Kvøldið, ið er ætlað fólki, sum eru 67 ár og eldri – og teirra avvarðandi - byrjar klokkan 19, og tiltakið varar til klokkan 20.30. Tað verður leiðarin fyri økistænastuna, Jóngerð Guttesen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan fer stýrisformaðurin, Torbjørn Jacobsen, at siga nøkur orð. Henning Bøgesvang fer at hugleiða um at “Ældes med ynde”, og ungdómskórið í Gøtu kirkju fer at syngja. Fyrioterapeutar fara at kunna um venjingar í Bylgjuni og í Ítróttarhøllini á Skála, og Jóannes S. Hansen fer at spæla undir til felagssang. Stovnarnir skulu umsitast øðrvísi Av tí, at bæði toska-og hýsustovnarnir eru í vøkstri, eru eisini útlit til vøkstur í fiskiskapinum tey komandi árini - Náttúruviðurskiftunum kunnu vit ikki stýra, men vit kunnu tillaga okkum til tey viðurskifti, sum eru, sigur Eilif Gaard Útlit til vøkstur í fiskiskapi