Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 TÁ KAJ LEO HOLM JOHANNESEN VAR TANN STÓRI MAÐURIN Í dag eru 7 ár síðani løgtingsvalið 29. oktober í 2011. Tað var tað løgtigsvalið, tá Sam­bands­flokkurin, sum løgmansflokkurin, gekk 3,7 prosentstig fram til 24,7 pro­sent. Kaj Leo Holm Johannesen setti met í persónligum atkvøðutali, 1.979. Sam­bandsflokkurin var í samgongu við Javnaðarflokkin, men longu í for­mans­um­ far­i­num val­kvøl­dið boðaði Kaj Leo Holm Johannesen frá, at hann hugsaði sær eina borg­ar­liga sam­gongu saman við Fólkaflokkinum – og tað fekk hann. VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Tann 4 oktober fingu Frida Gregersen og Gustav Hentze, eina dóttir. Hon vigaði 3910 gram og var 50 cm long. Jógvan Poulsen, vanliga nevndur Eggin, andaðist á Sýnini í Miðvági, 25. oktobur, 91 ára gamal. Hans Elias Tórgarð Joensen ættaður av Nesi, Eysturoy, andaðist í heiminum á Argjum 25.oktober, 71 ára gamal. Eilin Hentze Mid­ jord, ættað úr Skop­un, búsitandi í Hoy­vík, andaðist á Lands­sjúkr­ a­húsinum týsdagin, 43 ára gomul. Tórhild Kirke, Tórshavn, ættað av Tvør­oyri, andaðist í heimi­num mánadagin 22. oktobur, 84 ára gomul. Sally Christiansen, fødd Nico­lajsen, ættað úr Vest­manna, andaðist í heiminum í Hirtshals, 22. oktober, 76 ára gomul. Solveig á Lava, Klaksvík, andaðist á Norðoya Røktarheimi hósdagin 25. oktober 80 ára gomul. Lotta Magnussen, ættað úr Hovi, andaðist á Sambýlinum Oman Hoydalar sunnudagin 21. okotobur, 95 ára gomul. Asta Abrahamsen, ættað úr Oyndafirði, búsitandi í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygar­morg­ un­in, 84 ára gomul. ANDLÁT Øssur Winthereig seksti Hósdagin fyllir kendi fjølmiðlamaðurin Øssur Winthereig í Havn 60 ár Øssur Winthereig gjørdist lands­kend­ur tá hann sum ung­ur journ­a­list­l­es­andi var í prak­tikk í gamla Sjón­varpi Før­oya, sum legði til brots á fyrsta sinni í 1984. Vit kendu øll, sum starv­ að­ust í Sjónvarpinum. Øss­ur gjørdist skjótt ein teirra, hó­ ast hann eisini okkurt skiftið var í út­varpinum. Hóast uppvaksin í Havn, so er Øssur upprunaliga skop­u­n­i­ng­ur, tí har varð hann fødd­ur 1. nov­em­ber í 1958. Men hann hev­ur eis­ini sínar røtur í Havn. Tí mamm­ an, Sig­rid, var dótt­ir Ki Bøkj­ ar­an. Páp­in, Arne Winth­er­ eig, var úr Skop­un. Tá Øssur var eini fimm ára gamal flytur familjan til Havn­ar, og tey bygdu undir Heyg­num í Havn, har Øssur nú býr. Hann hevði tríggjar brøð­ur, Niels, Kristian og Hans Gudmund, sum allir eru farn­ir. Øssur var liðugur við journ­al­ist­út­búgv­ing­in frá Journ­a­list­høj­skolen í År­ hus í 1988 og kom í starv í sjón­varp­i­num. Eftir at hava starv­ast sum journlistur í nøk­ur ár, gjørdast hann í 1999 tíð­indaleiðari, og røkti hann starvið til 2008, tá bygn­að­arbroyting førdu til, at hann mátti úr starvi. Eitt skifti í nítiárunum gav Øssur út blað­ið Før­ing­in saman við Dánj­ali Høj­gaard. Hann búði tá í Keyp­mann­a­ havn, og Før­ing­urin var eitt blað, sum varð skrivað av før­oy­ing­um í útl­egd til Før­ ingar í Danmark og í Før­ oy­um. Blaðið kom út aðru hvørja viku. Fyrsta blaðið kom út 21. nov­ember í 1996, og tað síðsta blaðið kom 25. juni 1998. Í 2003 gav hann út bókina »Skjót journalistin«, saman við Grækarisi Magnussen. Fyrsta bók, sum hevur felt eina føroyska stjórn og ein føroyskan løgmann. Bókin snúði seg um skuld­ setingar í­móti Anfinni Kalls­ berg, sum tá var løg­mað­ur, fyri ó­regl­u­semi sum bók­ hald­ari í ein­um flakavirki fleiri ár framm­an­un­d­an. Bókin fekk – beinleiðis ella ó­bein­leiðis – ta avleiðing, at ný­val varð útskrivað at vera 20. januar í 2004. Øssur hevur eisini roynt at bliv­ið politikari – tvær ferð­ir. Men tað miseydnaðist báðu ferðirnar. Fyrru ferð var, tá hann still­aði upp fyri Verka­mann­ a­fylkingina til fólka­tings­val­ ið í 1994. Fylk­ing­in varð júst kom­in storm­andi inn á løg­ ting við trim­um um­boð­um, og tí lá væl fyri at royna eftir fólka­tingss­ess­s­i­num eisini. Tað gekk væl hjá Øssuri, hó­ast Verk­amennafylkingin ikki fekk fólkatingssessin. Øss­ur fekk næstflestar at­ kvøð­ur, 1539. Tað var bara Óli Breck­mann, sum fekk fleiri. Verk­amannafylkingin gjørd­ ist fjórð­størsti flokkur eftir Sam­bandsflokkin, Fólka­flok­ kin (sum vunnu fólkatings­ val­ið) og Javnaðarflokkin. Fylk­ing­in fekk 16,2 pro­sent, nógv meira enn Tjóð­veld­is­ flokk­urin, sum tá bara fekk 9,4 prosent. Tað sigst, at Øssur hevði í boði at gerast lands­stý­r­is­ mað­ur eftir Óla Jacobsen, sum fór úr landsstýrinum í 1995. Men Øssur tók ikki av. Á seinasta løgtingsvali í 2015 var onnur royndin hjá Øss­uri at gerast politikari. Hesa­ferð stillaði hann upp fyri Tjóð­veldi til løg­tings­val­ ið. Hann fekk 75 atkvøður og gjørd­ist nummar 20 hjá Tjóð­ veldi, sum fekk 6 fólk vald. Eftir at Øssur fór úr starvi í Sjón­varp­inum, var hann eitt skifti kunn­ing­arráðgevi á Hag­stovu Føroya. Hetta var í sam­bandi við fólkateljingina frá 2009 - 2014. Síðani 2014 hev­ur hann starvast sum frí­yrk­is­tíð­ind­a­mað­ur og sein­astu mán­a­ð­ir­nar hev­ur hann part­tíð­arstarv í Kring­ varp­i­num, har hann ger send­ingi­na Pressan hvønn fríggj­a­morgun, sum er um før­oyska miðlar. Av frítíðarítrivum hjá Øss­uri kann nevnast, at hon­um dámar væl at fara á flot, og hann er íðin bridge- spæl­ari. Øssur eigur trý børn, Silju, Røskvu og Jens Brand – og harafturat eigur hann eis­ini eitt abbabarn. Bókin »Skjót journalistin« er einasta bók, sum hevur felt ein løgmann og eitt landsstýri í Føroyum Sigursharrarnir í per­són­lig­ um atkvøðutali á fólka­tings­ vali­num í 1994 heilsast, Óli Breck­mann fyri Fólkaflokkin og Øss­ur Winthereig fyri Verka­manna­fylkingina – Ja, eg fari at stilla upp á næsta løgtingsvali. Tað váttaði Magni Laksá­foss, tingmaður, á fólka­fundi í Havn leygardagin. Hann fór úr Sam­ bands­flokki­num síðst í mars í ár, tí at hann føldi seg ikki longur heima í flokkinum. Tá ið Magni Laksáfoss fór upp í Sam­bands­flokk­in, var tað tí, at flokkurin hev­ur eina stevnuskrá, hann kann taka undir við. Men eftir hansara tykki fylgdi flokkurin ikki stevn­uskránni, og tí fór hann, sigur hann tá. Síðani hevur hann verið utt­an­flokka­ting­ mað­ur, men í summar segði hann við okkum í Miðl­ahúsinum, at fleiri flokk­ar hava víst á­huga fyri at fáa hann upp í. Hinvegin við­gekk hann sam­stund­is, at tað verð­u­r ikki lætt at finna ein flokk við ein­ um pol­itikki, sum er í sam­svari við tey virði, hann sjálv­ur hevur – og í hes­um sambandi kall­ar hann seg sjálvan li­b­e­r­al­an. Síðani hevur tøgn valdað um hansara pol­it­isku framtíð, men á fólk­a­fundinum í gjár varð hann beinleiðis spurd­ur um hann ætlaði at stilla upp á næsta løg­ tings­valið. Og svarið var líka greitt sum spurn­ing­ urin, tí Magni Laksá­foss svaraði stutt og greitt: Ja. Hann váttaði tað enn eina ferð, tá ið hann varð spurdur eina løtu seinni. Hinvegin segði hann eisini, at tað er ikki greitt, hvønn flokk, hann fer at stilla upp fyri, so tað liggur enn í tí óvissa. Magni vil á ting men veit ikki fyri hvønn flokk