Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PERSÓNSSØGA Danjal av Rana Høgni Háberg Hansen er voksin upp í samkomuni Filadelfia í Havn. Sum hvítusunnusamkoman lærir, trýr Høgni Háberg Hansen eisini upp á, at Gud kann grøða menniskju. Men hví er hann ikki grøddur sjálvur? - Eg veit ikki hví, eg enn eri sjúkur, men eg trúgvi framvegis, at Gud skal grøða meg. Tað lovaði hann eitt kvøldið á Argjum undan jólum í 1991, sigur Høgni Háberg Hansen. Hann sigur, at hann var í ringum skørum hetta kvøldið, dagin eftir skuldi hann sendast niður á Ríkissjúkrahúsið aftur til viðgerðar. - Eg skilti ikki, hví Gud ikki kundi grøða meg. Eg bað hann so um eitt svar, um eg fór at blíva grøddur einaferð, ella um eg skuldi innstillað meg upp á at liva við sjúkuni restina av lívinum. Eg fór ein spákitúr og hevði eina samrøðu við Gud. Tá sá eg eina tornado koma móti mær og steðga yvir mær. Tað spældi í grønum, bláum og reyðum liti, líkt Norðlýsinum, men kortini ikki. Eg ivist ikki í, at hetta var ein andalig vera. Hetta var ein heilsan til mín frá Gudi. Síðani fór hetta skýggið upp og legði seg sum eina hond yvir Nólsoynni, sum eg skilti sum eitt lyfti um, at Guds hond skuldi verja meg, sigur Høgni Háberg Hansen. - Eg gjørdi eina avtalu við Gud, at eg skuldi fara heim og taka eitt mannakorn úr krukkuni hjá foreldrunum. Komin heim blandaði eg tey væl og orðið, sum eg fekk var hetta: Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum! Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni (Orðtøkini 3:5-8), sigur hann, og nevnir, at júst hetta við nýggjari megi í bein tíni, er somikið meiri rámandi, nú hann eisini hevur fingið gikt. - Hetta hevur hildið mær uppi í skjótt 30 ár. Eg haldi tí enn fast í vónina um, at eg ein dag skal blíva grøddur. Sum ein lækni segði við meg ein dagin: Um tað ikki var fyri tína Gudstrúgv og tín løgna humor, so vænti eg, tú hevði verið vorðin svakur fyri langari tíð síðani. EG HALDI FAST Í LYFTIÐ Hann hevur verið sjúkur í 45 ár, men framvegis trýr Høgni Háberg Hansen, at Gud ein dagin fer at grøða seg. – Tað hevur Hann lovað, sigur hann Altjóða Psoriasis­ dagur í dag Í dag er altjóða Psoriasisdagur. Tí hava vit í blaðnum í dag hesa samrøðuna við Høgna Háberg Hansen, sum hevur havt psoriasis síðani hann var tvey ár og psoriasisgikt seinastu 15 árini. Esther Weihe Joensen, lækni, hevur hevur nýliga gjørt eina kanning av sjúkuni í Føroyum. 877 føroyingar, sum áður høvdu fingið staðfest. Av teimum staðfesti hon sjúkuna hjá 711 gjøgnum kliniska kanning. Sannlíkt eru nógv fleiri, sum hava sjúkuna, men sum antin ikki hava fingið hana staðfesta ella ikki vilja geva seg til kennar, tí sjúkan fyri mong er enn tabu. Nógv sløg av psoriasis eru, og tað kann vera ógvuliga ymiskt, hvussu ring sjúkan er. Summi hava bert eitt sindur av turrari húð á einum alboga, meðan onnur kunnu hava reytt brunafongt útbrot við tjúkkum stearinlíknandi flusi um allan kroppin. Í samband við dagin skipar Føroya Psoriasisfelag fyri einum tiltaki í MEGD húsinum í Havn klokkan 19 í kvøld. Adressan er Íslandsvegur 10. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Føroya Psoriasisfelag. Eg spurdi Gud, um eg fór at blíva grøddur, ella mátti innstilla meg upp á at liva alt lívið við sjúkuni, sigur Høgni Háberg Hansen