Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 Fólk kunnu uppliva nógvar dagar uttan nakrar plágur, men so líðandi kemur hon aftur. Tú kanst venja teg við tað, sum er støðugt, men psoriasis­sjúkan skiftir alla tíð­ina. Føroyar eru kanska ikki besta staðið at hava psoria­sis, tí verðurlagið er so óstøðugt. Psoriasissjúkan skiftir líðandi, men psoriasis­ gikt­in kann skifta dag um dag, greiðir hann frá. Hann sigur, at kanningar vísa, at nógv teirra, sum hava psoria­ sis, eisini fáa rús­drekka­ trupul­leikar. Høgni Háberg Hansen greið­ir frá, at man hevur tað ringt. Man følir seg illa, man svevur illa. Man trívist ikki reiðiliga í síni egnu húð. Hann hevur tí millum annað havt sera torført við at full­ føra tær útbúgvingarnar, sum hann er byrjaður upp á. - Sjúkan steðgar mær í nógvum, sum onnur taka fyri givið. Man ivast í, hvussu man skal kunna finna ein maka. Tað eru nógv­ar svøvn­ leysar nætur, nógv tár. Hon er ein óreinur fylgi­svein­ur, sigur hann. - Eg hevði tó ein sera góðan lærara í fólka­skúla­ num. Hon setti seg inn í sjúku­na, hvat hon innibar og undirvísti síðani restini av flokkinum um sjúkuna, greið­ir hann. Nógvir føroyingar kenna eitt sindur til sjúkuna, ella hava hoyrt um onkran, sum hevur hana. Nógv munnu eisini kenna til, at føroyingar við psoriasis ofta ferðast suður­eftir ella til Íslands í við­gerð. - Saltur sjógvur og góð sól hjálpir sera væl. Tað er næstan, sum tá døgg legst á bilrútin. Nakað av hita á, og so verður alt betri. Trupul­leikin er tó, at við­gerði­n einans hjálpir eina tíð, sigur hann. Tey flestu, sum hava psoriasis, nýta fyrst og fremst salvur og krem av ymisk­um slag at smyrja á húð­ina. Tað finnast ymiskar hormonsalvur at smyrja á, men tær tynna húðina, so at hon at enda sprekkar. Um onkur er harðari rakt­ ur, fáa tey tablettir ella ljós- og stráluviðgerð. Um, ella tá, heilt illa veit við, kunnu fólk fáa bioheilivágsproytur. Hesar hevur Høgni Háberg Hansen fingið í eini 12 til 15 ár nú. Heilivágurin gav mær lívið aftur Orsøkin til, at hann fær lívrunnan heilivág eisini er, at umframt at vera hart rakt­ ur av psoriasis, hevur Høgni Háberg Hansen eisini fingið psoriasisgikt - Seinastu 15 árini havi eg livað við kroniskari pínu. Eg vil siga, at um eg ikki fekk pínu­doyvandi heilivág, hevði eg sitið í rullistóli í dag. Uttan heili­vág er pínan eitt 10-tal á ein­um skala frá 1-10. Júst í dag er hon eitt fýra-tal, sigur hann. - Umbroytiliga veðrið í Føroyum ger tað ikki betri. Eg eri stívur um megin­ part­in av kroppinum, og um morgnarnar má eg ofta ganga eftir liðini oman gjøgn­um trappurnar, sigur hann. Høgni Háberg Hansen letur væl at viðgerðini, sum hann fær á Lands­sjúkra­ húsi­num, men hann saknar tó, at ein fastur húðlækni er í Føroyum. - Nú hava vit serlæknar, sum koma til viðtalu her annan hvønn ella triðja hvønn mánað. Tað eru sjálv­ andi dugnaligir læknar, men tað er strævið, at tað ofta eru skiftandi læknar. So má ein greiða frá allar tilgongdini og sjúkuni umaftur hvørja ferð, tí teir hava bara eina lítla løtu at seta seg inn í journalina áðrenn sjúklingurin kemur inn. Tað hevði verið betri, um eg kundi havt ein lækna, sum kendi meg og mína sjúkra­ søgu gjøllari, sigur hann. Hann er tó sera fegin um, at hann nú fær hendan lív­ runna heilivágin, tí tað gjørt hann arbeiðsføran aftur. - Eg fekk avlamispensjón eina tíð, men tá eg fekk hend­an heilivágin, kundi eg fara aftur til arbeiðis. Eg var eisini so heppin at fáa dreyma­starvið hjá Reyni Service, sigur hann. Familjan og Gudstrúgvin bera - Tað er ógvuliga strævið at vera avlamispensjónist, tí fólk spyrja altíð eftir, hvat tú gert. Í dagsins samfelag ert tú tað, tú gert. At sita fyri einki, styrkir tað neiliga við sjúkuni og dregur teg long­ ur niður í dýpið. At greiða fólkum aftur og aftur frá, hvat feilar tær, fer illa við sjálvs­álitinum. Eg vil í veru­ leika­num tosa um alt annað enn sjúkuna, men fólk spyr­ ja altíð fyrst eftir henni. Størsti dreymurin tá var at eg ein dagin kundi geva eitt ordi­ligt svar, heldur enn eyð­mýktur siga, at eg var á avlamispensjón, greiðir Høgni Háberg Hansen frá. Hann dylir ikki fyri, hvat tað er, sum hevur hildið hon­ um uppi gjøgnum sjúkuna. - Trúgvin á Gud og familjan hava verið mín hjálp. Alt lívið havi eg havt anda­ligar upplivingar við Gudi; dreymar, orð, heilsanir frá brøðrum og systrum og so framvegis. Familjan, mam­ma, babba og systir mín, hava altíð stuðlað mær. Mamma hevur verið ein ørn. Tað, sum foreldrini hava brúkt upp á meg og mína sjúku, kann ikki gerast upp. Tón­leikurin hevur eisini verið ein góð hjálp. Hann hevur verið mítt friðskjól, ser­liga á sjúkrahúsinum. At koyra smálurtini í oyruni og droyma meg burtur í ein ann­an heim, sigur hann. - Hóast eg ikki kundi ímyn­da mær tað sum ungur, so havi eg í dag konu, børn og dreyma­starvið. Eg hevði býtt um heilsu við tey flestu, men eg hevði ikki býtt um lív við nakran. Hvat meiri kann eg ynskja? Jú, grøðing, men tað kem­ur, sigur hann. PERSÓNSSØGA Um tað ikki var fyri tína Gudstrúgv og tín løgna humor, so vænti eg, tú hevði verið vorðin svakur fyri langari tíð síðani Í dag hevur Høgni Háberg Hansen konu úr Nigeria, fýra døtur og dreymastarvið