Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Sum tvey ára gamal fekk Høgni Háberg Hansen mes­ ling­ar. Ein keðilig sjúka í sjálvum sær, men 45 ár seinni stríðist Høgni Háberg Han­ sen framvegis við fylgjurnar. Meslingarnir útloystu nevni­ liga húðsjúkuna psoriasis. Psoriasis er ein sjálv­ órins­sjúka (autoimmun), tað vil siga, at likamið leypir á seg sjálvt. Likamið byrjar at framleiða andevni, sum ístað­in fyri at berjast móti smittu, loypa á vevnaðin. Tá ein hevur psoriasis, ger mót­støðuførisskipanin, at húðkyknurnar endur­nýggj­ ast í fullari ferð. Snøgt sagt, veksur húðin ov skjótt, so at skón flusnar av húðini og gevur sár. Psoriasis er ein arvalig sjúka. Nógv kunnu vera ber­ ar­ar av henni uttan at vita tað, men tað kann brádliga bróta út, til dømis undir stress. Kenni bara til at vera sjúkur - Eg bleiv sjúkur sum tvey ára gamal, so soleiðis sæð havi eg ongantíð uppliva at verið fríur. Onkuntíð, beint aftan á onkra viðgerð, fái eg ein smakk av tí, men so tekur sjúkan yvir aftur, greiðir Høgni Háberg Hansen frá. Hann er væntandi ein teirra, sum er harðast raktur av sjúkuni í Føroyum. Tað eru yvir 40 ár síðani, at hann fekk staðfest sjúkuna, og við­gerðin hevur broytt seg nógv hesi árini. Eitt er tó ikki broytt, viðgerðin er bara fyri sjúku­eyðkennini og nemir ikki við orsøkina til sjálva sjúku­na. - Fyrstu árini var talan um viðgerð við tjøru, sum bleiv smurd mest sum um allan kroppin. Vit livdu í ein slags eymi av tjøru. Tá eg gekk framvið, søgdu fólk, at tað luktaði sum um at eldur var í onkustaðni. Viðgerðin virkaði, men eitt hjáárin var, at eg hevði ilt í høvdinum alla tíðina, greiðir Høgni Há­ berg Hansen frá. Hann sigur, at nú er við­ gerðin vorðin meiri mál­rætt­ að, nágreiniligari. - Fyrr var tað kanska mest sum at mála við einum breið­ um pensli, meðan ein nú kann nýta nógv minni við­ gerð til at raka nógv neyvari og linna betri, sigur hann. Menningin í heili­vágs­ ídnað­inum er eisini komin teim­um, sum hava psoriasis, til góðar, men Høgni Háberg Han­sen greiðir frá, at onkun­ tíð hevur tað verið mest sum av tilvild. - Ein hevur nýtt heilivág í samband við onkra sjúku, og so hevur man av tilvild varnast, at hetta eisini hjálpti um psoriasiseyðkennini hjá sjúk­linginum. Soleiðis var millum annað við einum heili­vági, sum verður brúkt­ ur til fólk, sum skulu hava nýggj­ar likamslutir, fyri at kroppurin ikki skal vísa hesar nýggju likamslutirnar frá sær. Tá varnaðist man, at hetta eisini var gott móti psoriasis, sigur hann. Sum so mangt annað, so er tað eisini ofta ein spurn­ ingur um pengar. Gransking í sjúkum og ílegum kostar nógv og tað tekur langa tíð at menna nýggjan heilivág. - Eg ivist ikki í, at tað ber til at menna betri heilivág, kanska eisini okkurt, sum lekir sjálva sjúkuna og ikki bara eyðkennini. Vit hava hóast alt havt fólk gangandi á mánanum, so alt ber til, um ein setur nokk av pengum í tað. Eg ivist heldur ikki í, at um ein maður sum Tom Cruise ella onkur annar kendur ríkmaður fekk psoria­sis skuldi ferð nokk kom­ið á granskingina, sigur hann. Skammast av egnari húð Í dag hevur 47 ára gamli havna­maðurin konu, fýra døtur og starvast hjá Reyni Service í Hoyvík. Men fyri 30 árum síðani tordi hann ikki so mikið sum at droyma um alt hetta. Høgni Háberg Hansen greið­ir frá, at tað er hart fyri sinni at vera raktur av psoria­sis. - Tað sær so ófantaligt út. Eg síggi út, sum eri eg spitalskur. Eg skilji væl, at fólk halda seg aftur og óttast at blíva smittað, tá tey síggja fólk við psoriasis, sigur hann. Foreldrini hava onkun­tíð nevnt søguna, tá ein bussur av ferðafólkum steðgaði á og ferðafólkini peikaðu eftir sær. Hann var lítil smádrongur tá. Sjálvur sigur hann, at hann gavst at íðka ítrótt alt ov ungur júst orsaka av sjúk­ uni. - Eg elskaði ítrótt, íðkaði fleiri ymiskar greinar. Men eg gavst, tí eg skammaðist, tá eg skuldi undir brúsuna, og skuldi vísa øðrum sárini á kroppinum. Sum tann­ár­ ingur er tað eisini hart, tí tá eru útbrotini serliga ring, og tað sæst ofta væl, bæði í and­litinum og á hondunum. Tað er eisini keðiligt at vakna um næturnar, og síggja blóð­ plettur og flus av húð um alla songina, sigur hann. Tá ringast stóð til, fekk hann útbrot um 90 prosent av kroppinum. Tá bleiv hann í skundi sendur til Dan­ markar. Hann sigur, at eina­ ferð lá hann í seks mán­aðir á sjúkra­húsinum. - Tá bleiv húðin so troytt av viðgerðini, at hon reageraði neiligt upp á alt, sum læknarnir gjørdu. Tá sendu teir meg heim, so húðin fekk møguleika at slappa av eina tíð. Eina aðru ferð fekk eg tjøruviðgerð fimm mánaðir út í eitt. Eg havi ligið innlagdur á sjúkra­ húsi­num í nógv ár tilsamans, greiðir hann frá. Óstøðug sum føroyska veðurlagið Hann sigur, at tað ringasta fyri sinnið er, at sjúkan er so broyt­andi. - Støðan broytist so ofta. PERSÓNSSØGA - Húðin dettur av og tað skriðar. Tað er ein heilt óhugnaligur skriði, so tú klórar aftur, fyri at tað skal steðga. Tá klórar tú líka til tú bløðir, greiðir 47 ára gamli Høgni Háberg Hansen frá SJÚKAN ER EIN ÓREINUR FYLGISVEINUR Eg hevði býtt um heilsu við tey flestu, men eg hevði ikki býtt um lív við nakran Sjúkan sæst týðiliga á arminum hjá Høgna Háberg Hansen