Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 126 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana - Tað er lagnunnar speisemi kanska, at tjóðin, sum gekk und­an at stovna felagsskapin, nú gevur felagsskapinum okk­ ara størstu avbjóðing, segði ís­ lendingurin Árni Svævarr, sum starvast á kunn­ingar­stov­ uni hjá ST, UNRIC, tá hann í farnu viku helt fyrilestur á Fróð­skaparsetrinum um leik­ lut­in hjá ST í 21. øld. - Leikluturin hjá ST er broytt­ur. Fyrr snúði tað seg fyrst og fremst um friðar­varð­ veit­andi arbeiði, meðan tað nú í stóran mun snýr seg um virðis­politikk, at fremja felags virði og skapa burðardygga menn­ing í heiminum, segði Árni Svævarr. Hann vísir á, at seinastu 30 árini er heimurin nógv broytt­ ur. Múrurin er fallin, hóttanin av einum kjarn­orkukríggið er ikki líka stór longur og heim­ ur­in er ikki líka greitt býttur sundur í eystur og vestur. Tí er leikluturin hjá ST eisini nógv broyttur. ST bleiv ikki skapt fyri at føra okkum til Himmals, men fyri at bjarga okkum frá Helv­ iti. Orðini eigur fyrsti aðal­ stjór­in í ST, sviin Dag Hamm­ ar­skjøld. Árni Snævarr sigur, at með­ an ST framvegis hevur sum fremsta endamál at skapa frið í heiminum, verður nógv størri dentur enn áður lagdur á menn­ingarerbeiði. - ST bleiv skapt fyri at forða einum nýggjum heimsbardaga. Fara vit 30 ár aftur í tíðina, so óttaðust fólk, at tey bæði heims­veldini skuldu draga all­ an heimin í kríggj, sigur hann. Atomspøkilsi er deytt - Í dag er størsti vandin ikki longur, at teir skulu trýsta á reyða knøttin. Størsti vandin í dag er okkara ovurstóra for­ brúk. Tí velur ST at arbeiða so nógv við slíkum sum teimum 17 heimsmálunum, greiðir hann frá. Síðani 1. januar 2016 hava tey 17 heimsmálini verið part­ ur av arbeiðinum hjá ST. Talan er um 17 mál og 169 undirmál um burðardygga menning, sum øll limalondini hjá ST hava bundið seg til at halda. Árni Svævarr sigur, at hóast heimsmálini ikki beinleiðis eru friðarvarðveitandi arbeiði, fara tey uttan iva at forða fyri kríggið og skapa meiri frið í heim­inum. - Um vit ikki røkka teimum 17 heimsmálunum, fara vit at síggja fleiri kríggj sum tað í Sýria og heimshøvini fara at fyllast við plasti, sigur hann. Forbrúkið er størsta hóttanin Í framløgu síni tók hann ser­ liga fram heimsmál nummar 12: At tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur. - Ein triðingur av matinum, sum vit keypa, tveita vit burt­ ur. Av tí triðinginum kunnu minst 60% framvegis etast, tá vit tveita tað vekk. Sannleikin er tíverri, at ruskspann okkara fær betri mat enn ein átt­anda­ part­ur av heimsins íbúgvum, sig­ur hann. Hetta hevur stóra ávirkan á mat­framleiðsluna í heiminum og hennara árin á náttúruna. - Vit skulu minnast til, at tað Í 1990 byrjaði ST at arbeiða við sínum Millenniummenningarmálum. Nýggju heimsmálini eru ein dagføring av gomlu Millenniummálunum. Millenniummenningarmálini vóru átta í tali, nýggju heimsmálini eru 17 í tali. Arbeiðið við menningarmálunum hevur givið úrslit. Í 1990 livdu 1,9 milliardir fólk undir fátækamarkinum. Í 2015 er talan um 836 milliónir fólk. 2,6 milliardir fólk hava fingið atgongd til reinari drekkivatn. Tað eru tó framvegis 663 milliónir fólk, sum framvegis ikki hava atgong til reint drekkivatn. ST HEVUR VÍÐKAÐ SÍTT VIRKISØKI Í kjalarvørrinum av 2. heimsbardaga settu vinnararnir seg saman og skaptu ST. Endamálið var at forða fyri, at eitt slíkt kríggj aftur skuldi svølgja allan heimin og at skapa eitt pláss, har tjóðirnar kundu hittast og práta saman. 25. oktobur undirskrivaðu 50 tjóðir ST-sáttmálan. Fyrstu ártíggjuni var nógvur dentur lagdur á at varðveita friðin millum tey bæði heimsveldini, sum vóru eftir aftan á heims­bardag­ an, men við tíðini fekk ST fleiri og fleiri undirstovnar. Mannarættinda­ sáttmállin bleiv undirskrivaður í 1948 og ST spældi í fleiri førum ein týdn­ ingarmiklan leiklut, tá hjálond í hópa­tali gjørdust sjálvstøðug í 60’un­ um og 70’unum. Við tíðini hevur ST skipað fyri ráð­ stevnum um alskyns evni og hevur stovnað fleiri aðrar felagsskapir und­ ir sær, sum fáast við alt frá mentan til havrættindi til mannarættindi til landbúnað til veðurlag til ferðafólk til flóttafólk til kjarnorkukraf til post, heilsu og pengar. SKULU STRIKA FÁTÆKADØMI Í HEIMINUM Tey 17 heimsmálini eru 17 ítøkilig mál við 163 undirmálum, sum øll lima­ lond­ini í ST hava bundið seg til at virka fyri. Tey skulu enda fátæka­ dømi og hunguri í heiminum, minka um mismun, tryggja góða útbúgving, geva betri heilsu, virðilig størv og burð­ardyggari vøkstur. Heimsmálini virka eisini fyri friði, trygd og sterkum stovnum og at tryggja altjóða samstarv. Hendan nýggja dagsskráin viðurkennir so­ leið­is, at sosial og fíggjarlig menning og umhvørvismenning, friður, trygd og altjóða samstarv eru tætt knýtt saman, og tað krevur, at vit standa saman um at loysa tey, um vit skulu náa verulig úrslit. Les meiri um heimsmálini á www. foroyalandsstyri.fo. ST SKAL BJARGA OKKUM FRÁ HE