Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 126 krev­ur 15.000 litrar av vatni at framleiða eitt kilo av oksakjøti. Tað krevur 2.400 litrar av vatni at framleiða ein hamburgara. Hetta stóra forbrúkið av vatni kann skapa okkum trupul­leik­ ar, hóast vit her í Norð­ur­lond­ um hava ilt við at skilja, at tað kann vera vatnmangul aðra­ staðni ella í framtíðini. Árni Svævarr vísir á, at mett verður, at næstu kríggini í heim­inum ikki fara at snúgva seg um olju, men um vatn. - India hevur 16 prosent av fólkatalinum í heiminum, men einans fýra prosent av vatn­in­ um. Kina hevur 20 prosent av fólkatalinum, men einans 7 prosent av vatninum. Mang­ul­ in upp á vatn kann tí gerast ein stór hóttan móti heims­ frið­inum, sigur Árni Svævarr. Hann vísir eisini til eina røðu hjá Antonio Gutierrez, aðal­skrivara í ST, har hann sig­ ur, at í veruleikanum hava vit einki at tapa, men alt at vinna við at leggja okkum eftir at náa heimsmálini. - Hetta fer at skapa nýggj størv, vit nýta minni vatn, fram­leiða meiri mat og reinsa skitnu luftina, sum forgiftar okkum, endurgevur Árni Svæv­arr Antonio Gutierrez fyri at siga. Leiðarin vil ikki leiða - Sum Dag Hammarskjøld sig­ ur, so skal ST bjarga okkum frá slík­um helviti, sum kríggið í Sýria. Menningarmálini hjá ST er lykilin, sigur Árni Svævarr. Í fyrilestrinum um leiklutin hjá ST í 21. øld, sum Árni Svævarr helt á Fróðskapar­ setr­inum, vísti hann eisini á, at seinastu tíðina hevur ST verið undir størri trýsti, fyrst og fremst frá USA. Hann sipar til, at Donald Trump, forseti í USA, herfyri hótti við at taka USA úr Paris- avtaluni, er farið úr manna­ rætt­indadómstólin, er farið úr atomvápnasáttmálanum og enn­tá postavtaluni, sum jú er nógv eldri enn ST. - Júst nú tørvar okkum meiri enn nakrantíð, at vit øll standa saman. 700 milliónir fólk liva á hungursmarkinum, heims­høvini eru dálkað, fólk flýggja frá fátækadømi og borg­ara­kríggjum, og nógvir statir eru í upploysn. Tørvurin á ST er líka stórur enn, sigur Árni Svævarr. N íggju av tíggju børnum í menningarlondunum eru nú meldað til skúlagongd. Í 1990 doyðu 12,7 milliónir børn undir fimm ára aldur, í 2013 er talið 6,3 milliónir. 45 prosent færri kvinnur doyggja í barnsburði og milliónir av menniskjum blíva í dag bjargaði, orsaka av betri verju móti og viðgerð av sjúkum sum malaria, tuberkulosu og HIV/AIDS. Talið á nýggjum HIV-smittaðum fall við 38 prosentum frá 2001 til 2013. EINKI FÁTÆKRADØMI EINGIN HUNGUR GÓÐ HEILSA OG VÆLFERÐ DYGDARGÓÐ ÚTBÚGVING JAVNSTØÐA MILLUM KYN REINT VATN OG REINFØRI BURÐARDYGG ORKA SØMILIGT ARBEIÐI OG BÚSKAPAR- VØKSTUR VINNA, NÝSKAPAN OG UNDIRSTØÐUKERVI MINNI ÓJAVNI BURÐARDYGGIR BÝIR OG BYGDIR ÁBYRGDARFULL NÝTSLA OG FRAMLEIÐSLA VEÐURLAGSÁTØK LÍV Í HAVI OG VATNI LÍV Á LANDI FRIÐUR, RÆTTVÍSI OG STERKIR STOVNAR SAMSTØRV UM HEIMSMÁLINI HEIMSMÁLINI fyri burðardyggari menning Lesið meira á foroyalandsstyri.fo A ELVITI