mánadagur 29. oktober 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 126
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÁTÆKADØMIÐ Tað er ikki av tilvild, at talið á pensjónistum
og børnum, sum eru fátækaváða, er vaksið. Tað er
nevniliga avleiðingin av tí førda politikkinum, sigur Sonja
Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur og løgtingskvinna
Áki Bertholdsen
Hóast Føroyar er eitt av allar
ríkastu samfeløgum í verðini,
eru tað kortini yvir 5.000 fólk,
sum hava so lága inntøku, at
tey eru í vanda fyri at enda í
fátækadømi. Sostatt eru yvir
10 prosent av fólkinum í einum
av heimsins ríkastu londum.
Tað staðfesti Sonja Jógvans
dóttir, samfelagsfrøðingur, á
fólkafundi í Havn nú um viku
skifti.
Sonja Jógvansdóttir er eis
ini løgtingskvinna, og hon hev
ur brúkt nógva tíð upp á
granska í fátækadømi í Føroy
um. Og hon staðfestir, at yvir
10 prosent av fólkinum í einum
av heimsins ríkastu londum.
Av teimum stívliga 5000
føroyingunum, sum eru í fá
tækaváða, er talan um 1160
børn.
Okkara land er so ríkt, at tað
er ikki tí at vit ikki hava ráð til
tað, at vit ikki seta tiltøk í verk,
sum lyfta øll upp úr fátæka
váðanum.
Ein moralsk og
kristin skylda
Men hon leggur afturat, at tað
eru nógvar góðar orsøkir til at
gera tað, og at fyribyrgja, at
stættarmunurin ímillum rík
og fátæk verður ov stórur
Í fyrsta lagi heldur hon, at
tað er ein moralsk og kristin
skylda at taka sær av næstan
um. Men hon heldur eisini, at
tað er ein samfelagskylda at
taka sær av teimum veikastu.
Og hon staðfestir, at fá
tækadømið er eitt stórt vanda
mál, bæði fyri tey einstøku, tað
rakar, men sanniliga eisini fyri
samfelagið.
– Eitt samfelag sum er
merkt at stórum fátækadømi
og djúpum gjáum ímillum rík
og fátæk, verður ótrygt, tí fá
tækadømið elvir til sosialan
ófrið, uppreistur og kríggj. So
statt er eitt javnari samfelag er
eitt betri samfelag fyri allar
inntøkubólkar.
– Fyri tað einstaka barnið,
sum er í fátækaváða, hevur tað
víttfevndar avleiðingar, hóast
talan bara er í eini stuttari
skiftistíð, at tey eru í fátæka
váða.
– Tey isolera seg, taka ikki
lut í ítrótti og øðrum frítíðar
ítrivum, fara í ikki føðingar
dagar, tí tey hava ikki ráð til
eina gávu, og halda heldur ikki
føðingardag sjálvi, tí tey hava
ikki ráð til tað.
– Fólk í fátækaváða fáa eis
ini styttri útbúgvingar enn
onnur, og tey hava munandi
verri, sálarliga heilsu. Tey eru
eisini í nógv størri vanda fyri
at enda í kriminaliteti og mis
nýtslu av rúsdrekka og rús
evnum.
– Og skulu vit taka alt við, er
talan eisini um ein umhvørvis
spurning, tí kanningar vísa, at
fólk, sum eru illa fyri fíggjar
liga, hava ikki ráð til at hugsa
um at liva umhvørvisliga burð
ardygt og tískil dálka tey um
hvørvið meiri enn onnur.
Hon sigur, at gera vit einki
fyri at bøta um fátækadømið
hjá børnum, eru sostatt stór
sannlíkindi fyri, at vit bara fáa
rokningina seinni, leggur hon
afturat.
Mest børn og pensjónistar
Sonja Jógvansdóttir vísir á, at
mangan hoyra vit fólk spyrja,
hví tey, sum eru í fátækaváða,
ikki bara fara til arbeiðis, tí tað
er nokk av arbeiði at fáa.
Men hon sigur, at støðan er
nettupp tann, at yvirhøvur eru
tað eru fólk, sum ikki eru
virkin á arbeiðsmarknaðinum,
sum eru fátækaváða í Føroy
um. Talan er fyri ein stóran
part um børn, men serliga er
tað pensjónistar, sum eru í fá
tækaváða.
– Hóast pensjónistar eru 15
prosent av fólkatalinum í Før
oyum, eru 38 prosent av teim
um, sum eru í fátækaváða í
Føroyum, pensjónistar, og tað
er rættiliga javnt býtt ímillum
kvinnur og menn.
Børn eru 25 prosent av
fólkatalinum, men 24 prosent
av teimum, sum eru í fátæka
váða, eru børn.
Hinvegin eru 60 prosent av
føroyingum ímillum 15 og 67
ár, virknir á arbeiðsmarknað
inum, men 38 prosent av teim
um, sum eru í fátækaváða,
hoyra til hendan bólkin.
Og í hesum bólkinum eru
tað nógv fleiri kvinnur enn
menn, sum eru í fátækaváða.
Veruleikin er eisini, at tað eru
menn, sum hava 68 prosent av
øllum inntøkunum í Føroyum,
og tað sæst eisini aftur í, at tað
eru nógv fleiri kvinnur í fá
tækaváða, enn tað eru menn,
sigur hon.
Talið vaks skjótt
Sonja Jógvansdóttir sigur, at í
2009 vóru 4.000 føroyingar í
fátækaváða, men síðani er
talið vaksið rættiliga nógv, so
leiðis at eftir heilt fáum árum
vaks talið upp í 5.000 føroy
ingar, sum eru í fátækaváða.
Hon sigur, at serliga er talið
á pensjónistum í fátækaváða
nógv vaksið í árunum frá 2011
til 2014. Í 2011 vóru knappliga
1000 pensjónistar í fátæka
váða, ella eini 16 prosent av
pensjónistunum, men síðani
hevur vøksturin tikið dik á
seg, og nú eru yvir 1800 pen
sjónistar í fátækaváða, ella
yvir 26 prosent av pensjónist
unum.
Samstundis vísa kanningar,
at stættamunurin veksur al
samt, tí í 2011 skuldu pensjón
istarnir í fátækaváða, hava
eina inntøkuhækking upp á
fimm, ella seks prosent fyri at
verða lyft upp um markið aft
ur. Men gongdin versnaði og
eftir fáum árum var støðan, at
inntøkan skuldi hækka eini 11
– 12 prosent fyri at lyfta pen
TEY FÁTÆKASTU Í FØRO
ERU BØRN OG PENSJÓNI
Tann innari ringurin er, hvussu stórur partur av føroyingum eru
ávikavist børn, pensónistat og fólk í arbeiðsførum aldri. Tann ytri
ringurin vísir, hvussu stórur partur av hvørjum bólki er í fátækaváða.
Talvan vísir, at hóast pensjónistar eru 15 prosent av fólkatalinum,
eru 38 prosent av teimum, sum eru í fátækaváða, pensjónistar
Hendan myndin vísir, hvussu talið á pensjónistum
í fátækaváða, er økt frá 2009 til 2016
Tað er ikki av tilvild, at so nógvir pensjónistar eru endaðir í fátækaváða. Tað er úrslitið av tí førda politikkinum,
sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna og samfelagsfrøðingur, sum hevur granskað fátækadømið í Føroyum