mánadagur 29. oktober 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 126
sjónistarnar úr fátækaváðan
um.
Hesi seinastu árini er støðan
batnað eitt lítið sindur aftur,
men tað er alt ov lítið.
Í Føroyum eru eisini lutfals
liga fleiri børn í fátækaváða
enn í okkara grannalondum.
Í tí sambandi vita vit, at 63
prosent av støkum uppihald
arum, við børnum undir fimm
ár, eru í fátækaváða, og tað eru
í høvuðsheitum kvinnur. Men
eisini tað talið er minkað eitt
sindur, men tað er framvegis
alt ov lítið.
Hon sigur, at tað kostar 10-
14 milliónir at lyfta øll børn úr
fátækaváðanum. Men orsøkin
til, at vit ikki gera tað, er ikki tí
at vit ikki hava ráð til tað, tí
landið ýður í pengum. Tað er
bara at taka pengarnar inn
onkustaðni frá, ella at góðtaka,
at tað stóra avlopið á fíggjar
lógini verður 10 -14 milliónir
lægri enn tað er.
–Tá ið eg hugsi um gongdini,
skilji eg ikki rættiliga, at ongin
hevur gjørt uppreistur enn,
helt Sonja Jógvansdóttir fyri.
Ein avleiðing av einum
miðvísum politikki
Hon leggur afturat, at koma
fólk í eina støðu, har tey ikki
klára at forsyrgja sær sjálvum
í eina ávísa tíð av sjúku, ar
beiðsloysi, ella ymsum sosial
um orsøkum, eru rættiliga stór
sannlíkindi fyri, at tey enda í
fátækadømi.
Orsøkin til tað er, at tær
sosialu skipanirnar hava ikki
fylgt við tíðini, og sosatt er tað
eisini av áhuga hjá hvørjum
einstøkum av okkum at hava
tryggar, almennar skipanir,
sum forða fyri, at fólk enda í
fátækadømi, sigur Sonja Jógv
ansdóttir.
Í hesum sambandi vísir hon
á, at í 2009, var tann skipanin
avtikin, har pensjónirnar og al
mannaveitingar annars, hækk
aðu automatiskt hvørt ár, so
hvørt sum prísirnir hækkaðu.
Pensjónirnar og almannaveit
ingar annars hækkaði nevni
liga eini fýra prosent um árið
fyri at byrgja upp fyri prís
vøkstrinum.
Men síðani tann skipanin
varð avtikin, eru pensjónirnar
og almannaveitingarnar so
statt alsamt minkaðar í virðið,
tí tær standa í stað, samstundis
um at allir prísir hækka. Og av
tí sama er tað eyðsæð, at keypi
orkan alsamt minni.
Somuleiðis varð ein stórur
skattalætti givin í 2011, men
pensjónistarnir fingu ikki lut í
honum. Hon leggur afturat, at
sostatt er tað ikki av tilvild, at
talið á føroyingum, sum eru í
fátækaváða, er so stórt.
Tvørturímóti er tað avleið
ingin av einum miðvísum pol
itikki, leggur hon afturat.
Hon skoytir upp í, at í
royndunum at basa fátæka
døminum, hevur tað týdning,
hvussu skattaskipanin sær út,
hvørji avgjøld vit hava, og
hvørjar sosialar skipanir eru.
Tað hevur eisini týdning at
føra ein virknan bústaðarpol
itikk og eitt nú at lata teimum
fátækastu ein býlisstuðul, so
at tey kunnu hava ein virðilig
an bústað.
Og so leggur hon afturat, at
vit mugu fáa staðfest, hvør tað
er, sum hevur ábyrgdina av
børnum, sum eru í fátækaváða.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at í
roynd og veru er tann ábyrgdin
ikki skjalfest nakrastaðni og
sostatt hava vit ikki nóg greið
ar mannagongdir á hesum øki.
Fátækadømið hjá
børnum er nógv
størst í Suðuroy
FÁTÆKADØMI Hyggja vit at, hvussu nógv børn eru í fátækaváða,
kunnu vit seta eina striku ígjøgnum Skopunarfjørð
Áki Bertholdsen
Ongastaðni í Føroyum eru so
nógv børn í fátækadømi sum í
Suðuroy. Støðan er eisini ring í
Sandoy, men har eru sveiggini
størri.
Tað staðfesti Sonja Jógvans
dóttir, samfelagsfrøðingur og
løgtingskvinna.
Hon
hevur
gjørt nógv burtur úr at kanna
fátækadømið í Føroyum, og
hon sigur, at hvat fátækadømið
hjá børnum viðvíkur, er tað
heilt greitt, at landið er býtt
sundur í tvey. Tað ber til at
seta ein striku ígjøgnum Skop
unarfjørð, tí í Sandoy, og ser
liga í Suðuroy, eru lutfalsliga
nógv fleiri børn í fátækaváða,
enn tað eru í landinum annars.
Sum nevnt aðrastaðni her á
síðuni, er ein í fátækaváða, tá
ið inntøkan fer niður um 60
prosent av miðinntøkuni.
Men verður so hugt eftir
teimum, sum eru upp aftur fá
tækari, og sum hava eina inn
tøku, sum er so lág, at hon ikki
so frægt sum 50 prosent av
miðinntøkuni, er myndin tann
sama.
Tey, sum hava eina inntøku,
sum er undir 50 prosent av
miðinntøkuni,
eru
rættiliga
langt undir almenna markin
um fyri at vera í fátækaváða.
Eisini eftir hesum rokni
stykkinum eru tað serliga Suð
uroyggin og Sandoynni, sum
er eru í eini serstøðu.
Norðanfyri Skopunarfjørð
eru tað eini fimm prosent av
børnum, sum livdu í húskjum,
sum hava eina inntøku, sum er
undir 50 prosent av miðinn
tøkuni, men í Suðuroy er talið
heili 8,5 prosent.
Í 2009 vóru 11 prosent av
børnunum í Suðuroy í fátæka
váða, men síðani minkaði tað
nakað til árið eftir, men síðani
2010, hevur støðan, samanum
tikið,verið óbroytt.
Í Sandoy minnir støðan um
hana í Suðuroy, men har eru
tølini nógv smærri, so sveiggini
eru størri.
Hinvegin er støðan nógv
frægast í Eysturoy og í Suður
streymoy, har fægst børn liva í
familjum, sum eru í fátæka
váða.
Skuldi verðið granskað
Sonja Jógvansdóttir heldur, at
alt hetta eru viðurskifti, sum
tað hevði verið serstakliga
áhugavert at granska nærri
fyri at vita, hví so er.
Men hon leggur afturat, at
fyri
nøkrum
árum
síðani
kannaðu tey eisini eftir, hvar í
landinum, fólk eru í størsta
vanda fyri at verða rakt av
hættisligari sjúku.
Og úrslitið var, at ein tíma
løtur arbeiðari í Suðuroy var í
25 prosent størri vanda fyri at
verða raktur av eini hættislig
ari sjúku enn ein eysturoyingur
er, og arbeiðsfólk í Eysturoy
høvdu eisini nógv hægri og
javnari inntøkur enn suðuroy
ingar hava.
Hvat er
tað at
vera í
fátæka
váða?
Myndugleikarnir í ES hava
sett eitt mark fyri, nær fólk
eru í fátækaváða. Hevur tú
eina inntøku, sum er lægri
enn 60 prosent av miðinn
tøkuni í einum samfelag, ert
tú í fátækaváða.
Fyri at skera tað út í
papp, skal staðfestast, at
miðinntøkan er IKKI miðal
inntøkan, men tann mitt
asta inntøkan.
Hava vit 27.000 løntakar
ar í Føroyum, er miðinntøk
an sostatt inntøkan hjá løn
takara nummar 13.500, har
tað eru 13.499 fólk, sum hava
eina lægri inntøku og 13.499
fólk sum hava eina hægri
inntøku.
Sostatt ger tað ikki tann
stóran at onkur av heimsins
ríkastu fólkum hevði flutt
til Føroyar, tí tað hevði ikki
havt nakra serlig ávirkan á
miðinntøkuna, hon hevði
bara staðið í stað, ella
kanska bara flutt seg nakrar
heilt fáar krónur upp eftir.
Í hesum eru eisini út
rokningar gjørdar, sum vísa,
hvat fólk, í minsta lagi,
skulu hava í inntøku fyri
ikki at vera í fátækaváða.
Og úrslitið av tú rokni
stykkinum er, at í Føroyum
skal ein stakur, við ongum
børnum, hava minst 11.573
at liva fyri um mánaðin fyri
ikki at vera í fátækaváða.
Her er talan um tað, sum er
eftir at liva fyri, tá ið skatt
urin er goldin.
Ein stakur uppihaldari
við einum barni skal hava
minst 15.045 krónur at liva
fyri. Stakur uppihaldari við
tveimum børnum skal hava
18.517 krónur at liva fyri og
tvey
vaksin
skulu
hava
17.360 krónur. Eitt par við
einum barn skal hava 20.832
krónur um mánaðin at liva
fyri. Markið er ymiskt eftir,
hvussu nógv fólk er í einum
húski, tí tvey fólk í einum
húski brúka ikki tvær ferðir
so nógva olju, tvær ferðir so
nógvar streym, ella hava
tvær ferðir so stórt húsalán,
sum eitt fólk hevur.
OYUM
ISTAR
Hendan talvan vísir, hvar í landinum, flest børn eru í stórum fátækaváða,
og talvan vísir, at Suðuroyggin er í eini serstøðu