mánadagur 29. oktober 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 126
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lyst og krittiskur
mentannarjournalistikkur
Sunleif Rasmussen
Nú er nýggjur Kingvarpsstjóri
loksins settur, og er valið, eftir
mínum tykki, sera heppið.
Eitt av tí, ið nýggi KVF-
stjórin segði, er at krittiski
journalistikkurin skal útbyggj
ast. Og her skal sigast, at eg eri
ein teirra, ið taki heilt og fult
undir við borðandi journalist
ikki. Men tað grundleggjandi
við slíkum er at eitt mál SKAL
lýsast frá fleiri síðum.
Og her hevur haltað alvor
liga í tveimum innsløgum í
mentannarsendingini Lyst.
Eitt var í síðstu viku um
KODA-grunnin Føroyar, ið let
ur pening til tónleikatiltøk í
Føroyum. Tað er nevndin í
Felagnum Føroysk Tónaskøld,
ið býtur peningin út.
Hin var eitt innslag fríggja
kvøldið um nýggju Listafólka
lønirnar hjá Mentannargrunn
inum.
Tað var tíðiligt at verturin, í
báðum førum, royndi at varpa
ljós á gegnistrupulleikar í ein
um lítlum samfelag sum Før
oyum. Og tað er heilt í ordan.
Men tað skein eisini ígjøgnum,
at í fyrra førinum, varð roynt
at insinuera, at nevndarlimir
nir í Felagnum Føroysk Tóna
skøld FFT, og serliga formað
urin Kristian Blak, sótu og
deildi peningin til tiløk hjá
hvørjum øðrum.
Kristian Blak dugdi tó væl
at greiða frá mannagongdun
um hesum viðvíkjandi. At
nevndarlimir
viðgjørdu
als
ikki sínar egnum umsøknir.
Nevndararbeiði í FFT er ólønt,
og tað er sera ringt at fáa fólk í
nevndina um mann ikki kann
søkja pening úr KODA-grunn
inum.
Sagt var í innslagnum at
Kristian Blak hevði fingið
nógvan stuðul til festivalin
Summartónar. Summartónar
er stovnað av FFT í 1992, fyri at
føroysk tónaskøld skuldu fáa
ein pall at virka á. Fyrst var
bert
“klassiski”
tónleikurin
umboðaður, men tá ið Tórs
havnar Jazz, fólka og blues
festivalur steðgaði, komu hes
ar sjangrur eisini við í Summ
artónar, ið framvegis er festi
valurin
hjá
FFT.
Tvs
ein
win-win støða hjá teimum
skapandi tónlistafólkunum í
Føroyum, ið verða spæld og
fáa meira royalty fyri sínar
konsertir, ið ger at føroyski
KODA-grunnurin eisini fær
fleiri pengar. Men Kristian
Blak fær ikki meira pening enn
onnur, ið fáa tónleikin spæld
an
á
Summartónum,
men
hann er og hevur verið drív
megin handan Summartónar
og mong, mong onnur feløg.
Í hinari sendingini royndi
verturin at fáa forkvinnuna í
Mentannargrunninum MG, at
definera hugtakið yrkislista
fólk. Her kláraði forkvinnan
eisini væl at svara fyri seg.
Skal upplýsa at undirritaði var
í faknevndini í tónleiki, og
vóru vit, umboðini í faknevnd
ini, á fundi við forkvinnuna í
Mentannargrunninum
fyri
m.a. at fáa innlit í almennu
gegnisleiðreglurnar.
Men eftir stendur at lýsing
in av hesum báðum málum er
sera einsíðug. Serliga innslagið
um KODA-grunnin. Her kundi
verturin komi inn á leiðreglur
um gegnisspurningin. Spurt
KODA um tey hava leiðreglur
hvussu hesin peningur skal
býtast sambært gegnisspurn
inginum, og um KODA-grunn
urin í Føroyum fylgir hesum
leiðreglum. Men so var ikki,
tíverri.
Verturin í Lyst plagar at
nevna um hann hevur ein
gegnistrupulleika í samband
við evnini hann viðgerð. Men í
førinum við KODA-grunn Før
oyar gloymdi hann at nevna at
orkestrið hjá honum hevur
fingið 3000 kr í 2008 og 3000 kr
í 2012.
Vónandi verður Lyst ein
framtíðar mentannarsending
við sama vertið, men vónandi
fer sendingin at lýsa síni kritt
isku evnir meira breitt enn
nevndu innsløgini bera brá av.
KJAK
Sethúsaprísirnir
hækka mest í
stóru bygdunum
Sethúsprísirnir eru nógv hægst í Havn, men seinastu árini
hevur størsti prísvøksturin verið í størru bygdunum
Landsbankin
Prísurin á bústøðum veksur,
tá eftirspurningurin er størri,
enn nøgdin av bústøðum, ið
eru til sølu. Hesin eftirspurn
ingur er millum annað treyt
aður av tilflytingini av fólki.
Hægstu sethúsaprísir eru í
miðstaðarøkinum, ið eisini er
økið, sum hevur havt munandi
størstu tilflytingina gjøgnum
árini.
Út við helmingurin av teim
um, ið flyta til Føroya, leita sær
til miðstaðarøkið. Sama gongd
in er galdandi fyri flytingar
innanlands, har umleið triði
hvør íbúgvi, ið flytur millum
bygdir og býir, velur at búseta
seg í Tórshavn.
Nakað týðir tó á, at gongdin
møguliga er um at venda.
Høgu sethúsaprísirnir í mið
staðarøkinum og arbeiðið við
at gera tunnil millum Eysturoy
og Streymoy, hava ivaleyst
virkað til økta flyting út á
bygdir nærhendis tunlinum,
har tað framvegis er bíligari at
seta búgv. Størsta príshækk
ingin á sethúsum hetta sein
asta árið, hevur verið í teimum
størru bygdunum.
Hvussu gongdin í sethúsa
prísum fer at vera frameftir, er
treytað av ymsum øðrum við
urskiftum, umframt gongdini í
tilflytingini, bæði úr útlondum
og flytingini millum bygdir og
býir í Føroyum. Eitt nú ávirkar
mongdin av nýbygging og
grundstykkir útboðið av bú
støðum, meðan broytingar í
demografi, inntøku, arbeiðs
loysi, rentustøði, og búskapar
gongd ávirka eftirspurningin.
Líknandi gongd
Í árunum fram til fíggjar
kreppuna, sum tók seg upp
móti heysti 2008, gjørdu set
húsaprísirnir stór lop uppeftir.
Bara í árunum frá 2004 til 2007
vaks miðalprísurin á einum
sethúsum í høvuðsstaðnum
meira enn 40 prosent, og í
smærri bygdum meira enn 50
prosent. Síðani lækkaðu set
húsaprísirnir aftur millum 20
og 40 prosent.
At
smærru
bygdirnar
–
uttan tær í Sandoy og Suðuroy
– hava havt størri vøkstur í
sethúsaprísum enn í Tórshavn
áðrenn fíggjarkreppuna, kemst
millum annað av, at smáar
bygdir beint uttan fyri Tórs
havn – til dømis Velbastað –
telja við í hesum bólki, og toga
tískil miðalprísin fyri smærri
bygdir munandi upp.
Seinastu
fimm
árini
er
gongdin
rættiliga
meinlík
teirri, ið var galdandi undan
fíggjarkreppuni. Frá 2013 til í
dag hevur vøksturin í sethúsa
prísum og íbúðum verið um
leið 35 prosent í Tórshavn og
heili 50 prosent í nøkrum av
størru bygdunum í meginøkin
um. Uttan iva ein avleiðing av
útlitinum til ein skjótt kom
andi tunnil millum Skálafjørð
in og Streymoynna.
Í smærri bygdunum eru set
húsaprísirnir
øktir
við
17
prosentum, meðan gongdin í
Sandoy og Suðuroy er tann
øvugta. Her eru sethúsaprísir
nir síðani 2013 lækkaðir við 17
prosentum.
Burtursæð
frá
óvanliga
stórum hækkingum í sethúsa
prísum fáu árini undan fíggj
arkreppuni, er talan um eina
meira javna og støðuga hækk
ing í prísunum frá 1994 fram til
í dag.
Landsbankin heldur, at nýggi Eysturoyartunnilin skundar undir
prísvøksturin á sethúsum uttanfyri høvuðsstaðarøkið