mánadagur 29. oktober 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
30 luttakarar
vóru við í 2. Grand
Prix-umfari í Havn
leygardagin
Tróndur Arge
Annað umfar í einari røð av seks
Grand Prix-umførum varð spælt í
høllini á Hálsi í Havn leygardagin.
30 luttakarar úr trimum ymiskum
feløgum luttóku.
Úrslitini vóru hesi:
Bólkur A
1. Pætur Albinus (Tór)
2. Peter Niclasen (Tór)
3. Durita F. Jensen (Tór)
4. Knútur Jóannesarson (Tór)
5. Vagnur Nolsøe (TBF)
6. Rói Hjaltason (Tór)
7. Tórur E. Eliasen (Tór)
Bólkur B
1. Helgi Ólavsson (TBF)
2. Høgni Heinason (Tór)
3. Julian F. Knudsen (Tór)
4. Sólja Djurhuus (Tór)
5. Aron F. Knudsen (Tór)
6. Ári F. Jensen (Tór)
7. Britt Michelsen (TBF)
8. Anja Wongwai (TBF)
Bólkur C
1. Marin Elisabeth Poulsen (Royn)
2. Hjalgrím Højgaard (TBF)
3. Bára Guttesen (TBF)
4. Beinta D. Joensen (TBF)
5. John T. Bærendsen (TBF)
6. Jósvá F. Højgaard (TBF)
Bólkur D
1. Heri L. Láadal (Tór)
2. Victoria Debes (TBF)
3. Hanna Højgaard (TBF)
4. Olivur Joensen (TBF)
5. Elias Petersen (Tór)
Bólkur E
1. Gunnar Niclasen (Tór)
2. Reimar Garðshamar (TBF)
3. Tobias Garðshamar (TBF)
4. Lias Árnason (TBF)
STUTTSØGD
Róland Toftum setti nýtt føroyskt met, tá FM á stuttgeil var um vikuskiftið. Landslið í
flogbólti hava kappast í Onglandi, og føroyingur hevur roynt seg á hálvum IronMan
Pætur Albinus
FLOGBÓLTUR
Føroysku
U19-landsliðini
hjá
kvinnum og monnum hava sein
astu dagarnar luttikið í NEVZA-
kapping í enska býnum, Kettering.
Bæði tey føroysku liðini taptu fyri
Onglandi í fjórðingsfinalunum, og
sostatt skuldu tey spæla um at fáa
eitt 5. pláss í kappingini. Menninir
spældu ímóti Íslandi, og teir vunnu
dystin 3-1 eftir settúrslitini 25-16, 25-
23, 23-25, 25-19. Harvið fingu teir 5.
plássið í kappingini. Kvinnurnar
blivu nummar seks eftir at tær
taptu dystin um 5. plássið 3-0 fyri
Íslandi. Har vóru settúrslitini 25-14,
25-19, 25-22.
Finnur Justinussen og Næstved
liggja nú á triðja plássi í næstbestu
deildini í Danmark. Næstved vann
í dag 1-0 á útivølli móti HB Køge.
Málskjútti var – sjálvandi – Finnur
Justinussen.
Gøtumaðurin er nú toppskjútti
í næstbestu deildini í Danmark.
Hann hevur nú skotið heili 11 mál í
landskappingini. Hetta er 15. umfar.
Heini Vatnsdal og Fremad Amager
vunnu 2-1 á útivølli móti Fredericia.
Føroyski landsliðsspælarin spældi
allan dystin í miðverjuni.
Hallur
Hansson
kom
inn
seinastu løtuna, tá AC Horsens
spældi
javnleik
3-3
móti
FC
Nordsjælland, meðan Sonni Ragnar
Nattestad sat á bonkinum allan
dystin. Í Noreg tapti Brann 2-1
móti Rosenborg í oddastríðnum.
Gilli Rólantsson 85 minuttir. Nú er
Rosenborg fimm stig fremst og tað
eru trý umfør eftir.
FORMIL 1
Lewis Hamilton er aftur í ár
heimsmeistari í formil 1. Tað
gjørdist greitt, tá ið Mercedes-
koyrarin við sínum fjórða plássi
í kappkoyringini í Meksiko í gjár
tryggjaði sær nóg mikið av stigum
til at vinna samlaðu kappingina
frammanfyri kappingarneytan úr
Ferrari, týska Sebastian Vettel. Tað
var annars Max Verstappen (Red
Bull), sum vann kappkoyringina
í Meksiko. Hetta er fimtu ferð, at
33 ára gamli Lewis Hamilton gerst
heimsmeistari. Hann vann nevni
liga eisini HM í 2008, 2014, 2015 og
2017. Tvær kappkoyringar eru eftir
at koyra í ár: í Brasil 11. november og
Abu Dhabi 25. november.
IRONMAN
Magni Jóhansson Hansen fullførdi
í gjár eitt hálvt IronMan í Turka
landi. Eitt hálvt IronMan er 1,9
kilometrar svimjing, 90 kilometrar
súkkling og 21,1 kilometrar renning.
Tíðin hjá honum var 4:33:52. Hann
bleiv nummar 158 út av tilsamans
1167 luttakarum og nummar 12 av
30 luttakarum í sínum aldursbólki,
sum er menn 18-24 ár.
SVIMJING
Eitt nýtt føroyskt met varð sett, tá
ið FM á stuttgeil var í svimjihøllini
í Gundadali um vikuskiftið. Metið
setti Róland Toftum úr Suðuroyar
Svimjifelagi, sum á teininum 50
metra bringusvimjing svam 28.55
sekund og harvið betraði um sítt
egna føroyska met, ið var 28.62
sekund frá HS Open í mars í ár.
Eisini eitt nýtt føroyskt juniormet
varð sett. Hetta setti Rókur Trygva
son úr Ægir í 200 metra bringu
svimjing. Nýggja metið er nú 2:18.95.
Nýtt føroyskt met í svimjing
BORÐTENNISKAPPING VERIÐ Í HAVN