mánadagur 29. oktober 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Eftir stóra bragdið, ið var javn
leikurin í Montenegro, skuldi før
oyska manslandsliðið spæla helst
torførasta dystin í søguni. Danmark
er vertur fyri HM, ið verður leikt
í januar 2019, og danir ætla sær at
berjast við um heimsmeistaraheitið
um tríggjar mánaðar.
Tí eru allir dystir umráðandi í
fyrireikingini hjá dønum, og tað
fingu Føroyar at føla leygardagin
í Skjern.
Tí danir møttu upp við einum
ótrúliga málrættaðum hugburði, ið
ikki bar nakað boð um at teir høvdu
hug at taka sær av løttum.
Løgdu væl fyri
Besta løtan hjá Føroyum var fyrstu
korteri ella so, tá ið støðan var 4-7
til Danmark. Við stórum stuðli frá
kanska størstu føroyska fjeppara
skaranum nakrantíð, lupu Føroyar
hvøkk á Danmark við sera ágang
andi spæli. Danski venjarin tók tá
eisini time-out. Hann vildi hava
størri mun á alt fyri eitt.
Tað tóktist sum danir skuldu
venja seg við trýstið, ið var lagt
á teir frá føroysku áskoðararnar.
Men danska liðið er mannað við
leikarum, ið hava spælt í eitt nú
Týsklandi, Ungarn ella Make
donia,
har
áskoðararnir
eru
kendir fyri at leggja øgiligt trýst
á útiliðini. Føroyingarnir vunnu
bóltin í teimum fyrstu trimum
verjustøðunum. Tíverri vóru teir
óhepnir at ikki leggja seg á odda,
men eftir tríggjar minuttir fekk
Nicklas Selvig fyrsta føroyska
málið tá ið hann gjørdi støðuna til
1-1, og eitt føroyskt brøl ljóðaði av
áskoðaraplássunum.
Størsta stjørnan setti
okkum upp á pláss
Fyrstu løtuna hepnaðist serliga væl
við at steðga himmalhøga vinstra
bakkin, Nikolaj Markussen. Hann
varð trýstur til at gera fleiri villur,
men so varð hann takklaður í so
hart av Kjartani Johansen, so at
Markussen mátti fara av vøllinum.
Hann varð avloystur av einum
manni, ið kallast Mikkel Hansen.
Tað er einki at ivast í, at Mikkel
Hansen er størsta stjørnan á
danska liðnum, men seinastu árini
hava serfrøðingar víst á at hann
ikki altíð hevur rætta hugburðin
og kanska ikki altíð hevur hug at
leggja so nógv fyri í hvørjum dysti.
Hansen fekk eisini at føla eina
tendraða føroyska verju. Stutt
eftir at hann var komin inn, varð
hann takklaður væl av Nicklas
Selvig. Takklingin førdi við sær at
eyðkenda hárbandi hjá dananum
datt av, og hetta frøddust áskoðar
arnir um.
Mikkel Hansen fór róliga eftir
hárbandinum, og hann tóktist í
hesi løtu at gera av, at hann skuldi
vísa hesum áskoðarum hvussu
hondbóltur kann spælast, tá ið tú
ert ein av heimsins bestu leikarum.
Tí eftir at hendan útskiftingin
var framd, so byrjaðu danir at ren
na undan undir leiðslu av Mikkel
Hansen og málverjanum Kevin
Møller, ið valdi at læsa málið so væl
sum hann dugdi.
Stríðast, men ov
lítið eydnast
Tað tóktist sum danir fingu skotið
tvey mál fyri hvørt føroyska málið,
og so fór munurin at økjast.
Føroysku leikararnir stríddust
manniliga, men í ov nógvum
støðum vantaði seinasti neyvleikin.
Serliga var trupult at fáa bóltin
fram við danska málverjanum, og
tað varð revsað oftari og oftari sum
dysturin leið.
Við hálvleikssteðgin var støðan
vorðin 8-17 til Danmark, og ein sat
við kensluni av at tað var í so nógv.
Seinni hálvleikur leið á sama
hátt. Føroyar komu í góðar støður,
men ov sjáldan vóru tær avgreidd
ar, og ov ofta revsaði danir okkum
á harðasta hátt.
Munurin gjørdist ov stórur
Tá ið einir tíggju minuttir vóru
eftir at leika, var støðan 12-28, og
alt var væl og virðiliga avgjørt. Men
føroysku leikararnir gjørdu alt fyri
at halda høvdið høgt. Tað kom eitt
sindur betri glið á málskjótingina,
og serliga Tróndur Kragesteen
fekk víst seg væl fram seinastu
løtuna. Men tað gjørdist kanska
eisini torførari at fylgja við skjótu
donsku vongunum, og tá ið komið
var at enda var støðan vorðin 17-
35, og ein sat við somu kensluni
sum í hálvleikssteðginum.
Munurin var í so stórur.
Munurin var á leið tað, ið
uttanveltaðir serfrøðingar
høvdu roknað við, men
hann bar eisini boð um
hvussu skjótt alt kann
ganga
í
hondbólti.
Høvdu føroyingar havt
sama neyvleika og hepni
sum í Montenegro, er
skjótt at hugsa sær at
Føroyar kanska fingu eini
tvey fleiri mál í hvørjum
hálvleiki, og ikki vóru
revsaðar av tí sama, so at
munurin kanska kundi verið
eini átta mál minni. Og tá
hevði kenslan verið væl frægari
eftir dystin, tí 18 mál á muni var
ov nógv. Hesum veruleikanum
kunnu vit ikki renna frá.
Men savnaði avrikið var ikki so
galið hóast stóra munin. Stríðs
viljan
kundi
eingin
taka
frá
føroysku leikarunum, og tað var
serliga hugaligt at síggja teir stríð
ast fyri hvørjum bólti teir seinastu
minuttirnar, tá ið munurin langt
síðani var farin upp um tað, ið
leikararnir høvdu vónað.
Tí var eisini serliga hugaligt
at kenna føroyska stuðulin frá
áskoðaraplássunum, og tað var
við stórari virðing fyri hvørjum
øðrum at føroysku leikararnir og
fjeppararnir
fagnaðu
hvørjum
øðrum eftir ein dyst har munurin
gjørdist í so stórur, men har før
oyska liðið í støðum fekk víst seg
frá sín bestu síðu.
Vit liva enn í
kappingini um EM
Ein
landsliðsvika
er
farin
afturum, og Føroyar standa við
einum stigi. Tað er ikki ofta vit
hava havt høvi at siga hetta,
og veruleikin er at úrslitið í
Montenegro spælir okkum inn
í kappingina um EM. Tvey tey
fremstu liðini koma beinleiðis til
EM, meðan tey fýra bestu liðini á
triðja plássi eisini hava møguleikan.
Tí hava vit brádliga eitt úrslit at
spæla eftir, og vit verða klókari
eftir dystirnar móti Ukreina í vár,
um hvørt vit fara at megna at
spæla við um hendan møguleikan.
Føroysku leikararnir
Nicholas Satchwell
Eftir
framúr
flotta
dystin
í
Montenegro, hevði nýggi landsliðs
málverjin tað truplari við donsku
skotgóðskuni. Byrjaði báðar hálv
leikirnir við góðum bjargingum. Var
eyka óheppin at verjuleikararnir
ikki fangaðu bóltin eftir nakrar av
hinum bjargingunum.
Niklas Simonsen
Kvívíkingurin í Tønder var í somu
støðu sum Nicholas Satchwell. Fær
ikki eins væl fatur á dønum og á
HONDBÓLTUR
Føroyar stríddust fyrimyndarliga við stórum stuðli frá einum
stórum fjepparaskara, men danir vóru ov góðskuríkir og vit fingu
eina undirvísing í hvussu tey bestu í heiminum spæla hondbólt
MUNURIN VAR
Í SO STÓRUR