Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danmark +24 mál 4 stig Ukreina -1 mál 2 stig Montenegro -5 mál 1 stig Føroyar -18 mál 1 stig Støðan í bólki 8: Føroyar – Danmark 17-35 (8-17) Føroysku málskjúttarnir: Nicklas Selvig 4, Tróndur Kragesteen 3, Jónas Gunnarson Djurhuus 2, Helgi Hildarson Hoydal 2, Kjartan Johansen 2, Rókur Akralíð 2, Peter Krogh 1, Sjúrður Olsen 1 Donsku málskjúttarnir: Mikkel Hansen 9, Anders Zachariassen 6, Magnus Landin Jacobsen 5, Hans Lindberg 3, Morten Olsen 3, Lasse Svan 3, Niclas Kirkeløke 2, Henrik Toft Hansen 2, Kevin Møller 1, Nikolaj Øris Nielsen 1 HONDBÓLTUR montenegrum, men tekur tó ein­ støk skot tað løtuna hann var á vølli­num. Helgi H. Hoydal Fær tvey góð mál, og er óheppin at ikki fáa fleiri, tá ið eisini hann vantar neyvleika. Stríðist manni­ liga móti yvirmaktini í føroysku mið­verjuni Sjúrður Olsen Slapp ikki inn móti Montenegro, men byrjar dystin móti Danmark. Ger tað so væl sum til ber. Fær bert ein møguleika, men tekur hann væl. Áki Egilsnes Vestmenningurin stríðist eins væl sum hinir, men er nakað óheppin tá ið hann fær møguleikar. Danska verjan blokkkar ov væl, og hann er eyka óheppin at brenna brotskast. Rúni Vest Højgaard Stríðist manniliga á vinstra bakki í verjuni, men hevur tað trupult í álopinum. Bjóðar nógv av, men kemur ikki til møguleikar. Allan Norðberg Avloysir toppskjóttan, Nicklas Selvig, í løtum. Støðan hjá strand­ ing­inum verður væl lýst, tá ið hann er um at sleppa ígjøgnum í skjót­ álopi­num, men brádliga verður steðg­aður av Henrik Møl­gaard í donsku verjuni. Rókur Akralíð Fær tvey flott mál av strikuni, tað seinna eftir framúr samanspæl við Trónd Kragesteen. Stríðist manni­ liga saman við hinum í miðverjuni hjá Føroyum. Rói Berg Hansen Fær ongan møguleika á vinstra vongi, so fær ikki lagt afturat sín­ um góða avriki í Montenegro. Kjartan Johansen Stríðist sum hinir, bæði í verju á álopi. Fær eitt sera gott mál eftir gjøgnumbrot, og eitt við nakað av hepni, tá ið hann er árvakin og loftar sínum egna skotið. Brandur Halgirsson Ungi hoyvíkingurin vísur at hann er framtíðin í verjuni hjá Føroyum. Vísir stóra kropsliga styrki eins og skynsemi í verjustøðu, men tað er ikki nóg mikið at steðga dønum. Jónas Gunnarson Djurhuus Skipar spælið skilagott, og fær tvey sera góð mál eftir fintuspæl. Finnur tó ikki so ofta tey holini í verjuni, sum hann gjørdi móti Montenegro. Tróndur Kragesteen Setur veruliga sín dám á dystin sein­astu løtuni, tá ið hann gongur á odda í álopinum í eini roynd at minka um munin. Fær bæði trý góð mál og góð upplegg. Rógvi Dal-Christiansen Sleppur ikki at spæla móti Dan­ mark av taktiskum ávum. Kundi helst hjálpt liðnum við sínari krops­ligu styrki Hans Eli Sigurbjørnsson Var serúttikin til dystin móti Dan­ mark orsakað av sínum eginleikum móti flatari verju. Hesa verjuna síggja vit tó ongantíð, og hann fær ikki eins nógv burturúr sum móti Monte­negro. Peter Krogh Hevur havt nógv um at vera, og hevur ikki hugsa so nógv um hond­bólt seinastu tíðina. Kemur sterkt inn í dystin við góðum skoti, men hepnast síðani ikki við sínum skotum. Fær tó sýnt kropsligu styrkina fram í verjustøðu. Nicklas Selvig Leikarin á føroyska landsliðnum, ið er vanur við hægsta støðið í dag­ lig­dagnum gerst toppskjútti við 4 málum. Er óheppin at hann ikki leggur Føroyar á odda, men vísir har­eftir stórt yvirskot í sínum skot­ um.