mánadagur 29. oktober 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað var dramatikkur inntil síðsta
bríksl, tá ið tað leygardagin varð
sett punktum fyri hetta kapp
ingarárið.
Tá ið argjamenn fóru norður
til Eiðis, vistu teir ikki, um nakar
møguleiki var fyri, at teir framvegis
fóru at vera í bestu deildini, tá ið
teir fóru úr Hólmanum aftur. Teir í
07 Vestur vistu heldur ikki, um teir
vóru keyptir ella seldir, tá ið teir eftir
døgurða settu kós inn í Trongisvág.
Tað var B68, sum lá í buktini. Ill
veðrið fríggjakvøldið hevði við sær,
at oyggjauppgerðin í næstbestu
deildini millum Víking og B68 varð
avblást, tá ið trettan minuttir vóru
farnir, og støðan framvegis var mál
leysur javnleikur.
Hetta var í Sarpugerði. Á middegi
leygardagin varð leikur tikin upp
aftur í Leirvík. Við sigri flutti B68
upp. Um tað ikki eydnaðist at vinna,
fór 07 Vestur ella AB at bjarga sær.
Í Leirvík endaði tað 0-0, og so lá
tað til 07 Vestur, sum var tvey stig
frammanfyri AB, at varðveita sessin
í fremstu røð.
Tað endaði við, at AB framvegis
hoyrir til í bestu deildini, meðan 07
Vestur enn einaferð noyðist tungu
leiðina niður í bestu deildina.
Síðsta løtan leygardagin var so
dramatisk, sum tað næstan ikki ber
til at ímynda sær.
At AB var frammanfyri 1-0 á Eiði,
meðan støðan í Trongisvági var 0-0
bar við sær, at AB hevði kós ímóti
niðurflyting. Bæði liðini høvdu sama
stigatal og máltal, men 07 Vestur
hevði skorað fleiri mál enn AB.
So lagaði seg alt til fyrimunar fyri
AB. Argjamenn øktu til 2-0, og tveir
minuttir seinni skoraðu Suðringar
sigursmálið við Stórá.
Argjamenn
stórfegnaðust,
og
vágamenn hingu við nevinum.
Tað plagar at verða sagt um
kettuna, at hon hevur sjey lív. AB
vísti seg at hava fleiri lív enn so, tí
mest sum alt kappingarárið vóru
argjamenn
undir
niðurflytingar
strikuni, og fram ímóti kappingar
enda vóru teir fyri tað mesta aftastir.
Men argjafrensarnir vóru drúgvir,
og tá ið tað mest galt um, vístu teir
rætta hugburðin og yvirskotið, sum
var neyðugt fyri at varðveita plássið.
Tað gjørdu teir í 07 Vestur ikki. Tí
verður AB eisini í 2019 partur av
bestu deildini, meðan ÍF fer at av
loysa 07 Vestur.
Fagnaður í Hólmanum
EB/Streymur – AB 0-2
Tað var krígsdansur í Hólmanum,
har AB síðstu løtuna var undir
mannað:
-Í dag gekk roknistykkið hjá
okkum upp. Vit vistu undan dystar
byrjan, at B68 ikki hevði tikið av sín
um møguleika, og nú tað eydnaðist
eru vit ovurfegnir. Eg havi verið við
til at vunnið steypafinalur og FM
við EB/Streymi, men kenslan, nú
tað eydnaðist okkum at megna tað,
sum eingin undan kappingarbyrjan
roknaði við, at vit fóru at megna er
so framúr góð, ja, eins og vit hava
vunnið FM, sigur veteranurin á mið
vøllinum Bárður Olsen.
-Hetta er sum at vinna FM. Eingin
hevði roknað við hesum uttan vit
sjálvir. Vit roknaðu alt árið við møgu
leikanum. Um vit ikki gjørdu tað, so
var einki at spæla fyri. Eg havi ikki
orð fyri, hvussu fegnir vit eru, sigur
AB málverjin og liðformaðurin Heðin
Stenberg.
-Eg eri ógvuliga stoltur av okkara
spælarum. Eg segði við teir undan
dystarbyrjan, at nú ráddi tað um at
halda øllum øðrum burtur og bara
at hava fokus á okkara avriki. Seks
av spælarunum eru undir tjúgu ár
og hava verið við til at vinna U-21
kappingina, og tað er framúr, at teir
eisini stóðu hesa royndina. Vit hava
arbeitt nógv og væl. Talan er um
raskar dreingir, sum hava lagt so
ómetaliga nógv fyri og sum eiga væl
meiri í sær, sigur AB venjarin Sorin
Anghel.
Jobin Drangastein setti eyka
mót í liðfelagarnar, tá ið hann tveir
minuttir undan steðginum og eftir
innlegg úr vinstru við nærra stólpa
og umvegis tvørtræið setti bóltin í
málið til 1-0.
Lítla løtu undan leikloki steyk
innskifti Filip í Liða til baklinjuna
í høgru, áðrenn hann legði flatt inn
fyri málið, har Tóki á Lofti takkaði
fyri og økti til 2-0.
So bíðaðu argjamenn lítla løtu,
áðrenn tað varð greitt, at teir høvdu
tryggjað sær lívið í bestu deildini í
hvussu so er í eitt ár aftrat.
Vónbrot millum vágamenn
Suðringar – 07 Vestur 1-0
Tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri
síðstu ferð, og tað var greitt, at tað
verður leygardagsfótbóltur í Sørvági
næsta ár, var hýrurin sjálvandi vána
ligur millum gestirnar.
Einasta málið í síðsta dystinum
hjá Suðringum við Glenn Ståhl við
róðrið skoraði Stefan Radosavljevic,
tá ið tað bara restaði heilt lítil løta.
Sigurin ber við sær, at Suðringar
enda á sjeynda plássi við 28 stigum
– eitt aftanfyri Skála.
-Vit
høvdu
ikki
hepnið
við
okkum, tí vit høvdu fleiri stórar
málmøguleikar
og
kundu
havt
verið frammanfyri við fleiri málum,
áðrenn heimaliðið, sigur 07 Vestur
formaðurin Jim Sonni Guttesen,
sum heldur høvdið høgt, hóast talan
er um stórt vónbrot:
-Vit halda fram við at menna fót
bóltsfelagið. Sáttmáli er skrivaður við
flestu lokalu spælararnar og eisini
við Ken Fagerberg. Teirra leiklutur
v e r ð u r
n æ s t a
ár at syrgja
fyri,
at
liðið
flytur aftur upp í bestu
deildina. Ungdómsdeildin er væl
skipað, og tað er góður møguleiki
fyri, at evnaríku ungu menninir um
eini trý ár fara at megna at vera við
í kappingini longri uppi á talvuni
í bestu deildini, sigur Jim Sonni
Guttesen.
HB var í eyðkenda lagnum
HB – Víkingur 2-1
Tað var metregn og ramur gull
deymur í Gundadali, har teir í HB
fegnaðust um FM og 73 stig, sum er
met, ið tað er ilt at ímynda sær, at
nakar fer at taka.
Gunnar Vatnhamar legði longu í
fyrsta minutti Víking framum. Tað
ber við sær, at HB ikki eigur metið
í málum, sum eru farin ígjøgnum.
Átjan mál fóru ígjøgnum hjá HB í ár.
Metið eigur B36. Tá ið árstalsfelagið
vann FM í 2005, fóru bara seytjan mál
ígjøgnum.
Hitt metið,
sum HB hevur eftir at taka, er
flest FM á rað. Um tað verður eins
sannførandi, sum tað hevur verið í
ár, so verður tað metið tikið í 2023.
Víkingur
var
frammanfyri,
inntil tað restaðu átta minuttir.
So tørnaði tað út, sum tað so ofta
hevur gjørt í ár. Adrian Justinussen
javnaði við brotssparki, tá ið hann
skoraði mál nummar 20, og innskifti
Niklas T. Kruse skoraði sigursmálið
eftir snilda fríspæling frá Símuni
Samuelsen.
-Vit svóvu fyrstu løtuna, og hetta
er avgjørt ikki tað, sum hevur eyð
kent okkum. Men vinnara mentali
teturin vísti seg, og hann bar sigurin
við sær. Vit vildu ógvuliga fegnir
vinna, og tað gjørdu vit. Heimir
segði eftir sigurin í Klaksvík, tá ið
vit tryggjaðu okkum FM, at nú varð
farið undir fyrireikingarnar til næsta
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB:
Einki er liðugt fyrr enn
alt er liðugt. Framtíðin er
bjørt FM U21, og vit tosa
føroyskt. Takk fyri í ár.
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
Takk fyri í ár. Saman
standa vit sterk
KRISTIAN JOENSEN KÍ:
Við 8 leikarum ið av uppruna, ikki eru úr
KÍ, so kann man róliga siga at KÍ dumpaði
so hjartaliga í 2018. Eitt tað ringasta
kappingarárið eg kann minnast, tá hugsa
verður um forvæntningar. Tá tú setur tað
so stórt upp, sum KÍ gjørdi í ár, so er bara
meistaraheitið gott nokk. Tillukku HB. Mikkjal
skal hava minst 3 leikarar aftarat komandi
ár, og KÍ leikarar fara úr felagnum. Vit gyppa
okkum á ovastu rók í 2019
JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ:
Tá tað ikki kann blíva gull,
so má mann bara noyðast
við silvur!
Takk fyri í ár!
Góðir!
BJØRG OLSEN SKÁLA:
Best of the rest. Takk
fyri í ár. Gleða okkum
longu til komandi
kappingarár. Hjartaliga
til lukku til okkara
kvinnur við FM.
Til lukku HB við FM.
Hóast teir leingi hava verið roknaðir sum upplagdir niðurflytarar, so megnaðu
argjamenn at varðveita plássið, meðan 07 Vestur ikki tók av, tá ið møguleikin var har
FÓTBÓLTUR
27. umfar:
ARGJAFRENSARNIR
ERU SUM KETTAN