Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað gekk soleiðis, sum tað varð roknað við. Tað var avgerandi í FM stríðnum, tá ið EBS/Skála týskvøldið vann 1-0 á heimavølli – hetta kvøldið á Skála – ímóti KÍ. Málskjútti var Margunn Lindholm. Sum í steypafinaluni ímóti HB var tað við rimmar langskoti, at hon avgjørdi. Leygardagin staðfesti EBS/Skála greipuvinningin annað árið á rað, tá ið tað endaði við 7-0 sigri á Svangaskarði ímóti B68. Tá skoraði Durita Hummeland, sum ikki hevði verið millum málskjúttarnar síðani í steypafinaluni, trý mál. Margunn Lindholm skoraði tvey mál. -FM heitið er vunnið við góðum stríðsvilja og samanhaldið, sigur Margunn Lindholm. Tað er møguleiki fyri, at hon ikki verður so drúgv á meistaraliðnum: -Ætlanin er at fara niður í útbúgvingarørindum. Tá vóni eg, at tað fer at bera til at spæla við onkrum felag í Keypmannahavn, men einki er avgjørt enn, sigur Margunn Lindholm. HB er næstbest Kappingin um næstovasta plássið stóð millum HB og KÍ. Úrslitið í innanhýsis uppgerðini í Klaksvík var 1-1. Tað ber við sær, at HB endaði á øðrum plássi, og at KÍ fekk handað bronsukrónurnar. Í Klaksvík er ættarliðsskifti. Tvíburarnir Rannvá og Ragna hanga í, og onkrar aðrar frá mettíðini – eitt nú Katrina Akursmørk, Maria K. Thomsen og Eyðvør Klakstein – hava verið nógv við. Í fjør endaði KÍ á øðrum plássi. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1999, at liðið, sum vann FM øll árini 2000 – 2016, ikki er millum tvey tey bestu. Silvurkrónurnar hjá HB er besta úrslitið síðani 1999, tá ið HB var meistari. Síðani hevur tað verið tungt. Í fleiri ár var HB ikki við í kappingini, men nú hevur liðið ment seg aftur. FM kappingin hevur hetta árið staðið millum EBS/ Skála, KÍ og HB. B36 vann 3-1 í Sarpugerði. Tað bar við sær, at tað eydnaðist árstalsfelagnum akkurát at sleppa av aftasta plássi. B36 og B68 standa á jøvnum í stigum, men málmunurin hjá B68 er verri, enn hann er hjá B36. Hóast ÍF/Víkingur tapti seks tær seinastu ferðirnar, so endaði felagsliðið á fjórða plássi. Tað vóru óvæntað úrslit, tá ið punktum varð sett í næstbestu deild­ini. Toppliðið og uppflytarin, ÍF, lá tvær ferðir undir á Sandi, men kortini eydnaðist tað at skora sigurs­málið í síðstu løtu og vinna 3-2. Trý tey næstu snávaðu. NSÍ og KÍ taptu í høvuðsstaðnum – NSÍ 3-1 ímóti niðurflutta Giza Hoyvík og KÍ 2-1 ímóti HB. B68 megnaði ikki at taka av, tá ið møguleikin at flyta upp var har. Mál­leysi javnleikurin í Leirvík ímóti teim­um næstbestu hjá Víkingi ber boð um, at tað skal leggjast aftrat, áðrenn toftamenn aftur kunnu lyfta seg fram millum tey fremstu. Merkisvert var tað, at í tveimum av dystunum í endaumfarinum vóru feðgar á liðunum. Tá ið Suðringar søgdu farvæl við 4-2 tapi á heimavølli ímóti Skála, vóru 37 ára gamli Palli Augustinussen og sonurin, 16 ára gamli Pætur, á heimaliðnum. 18 ára gamli Andreas Egeberg Jacob­sen skoraði í seinna hálvleiki hat­trikk fyri Skála. Trý tey seinastu um­førini skoraði hann seks mál. Sera skjóti síðuspælarin kann næsta ár væl fara at gera um seg á bes­ta liðnum. Í trettan minuttir í Gøtu fríggja­ kvøldið og í 77 minuttir í Leirvík leygar­dagin vóru faðir og sonur á Víkinga­liðnum, sum megnaði 0-0 ímóti B68. 44 ára gamli Géza Tamas Túri vardi málið, og sonurin, 17 ára gamli Geza David Turi, var fyri tólvtu ferð millum útispælararnar á næst­besta liðnum. KÍ – HB 1-1 (1-0) 1-0: Evy á Lakjuni 30. 1-1: Julia Naomi Mortensen 75. ÍF/Víkingur – B36 1-3 (0-1) 0-1: Elisabet Vang 15. 0-2: Armgarð undir Leitinum 62. 1-2: Marta Sólheim Thomsen 82. 1-3: Bára S. Magnussen 90. B68 – EBS/Skála 0-7 (0-3) 0-1: Durita Hummeland 15. 0-2: Margunn Lindholm 17. 0-3: Durita Hummeland 19. 0-4: Durita Hummeland 66. 0-5: Ansy Sevdal Jakobsen 72. 0-6: Íðunn Magnussen 84. 0-7: Margunn Lindholm br 87. Víkingur – B68 0-0 Giza Hoyvík – NSÍ 3-1 (3-1) 0-1: Pætur Turiðarson Skipanes 1. 1-1: Hugin á Borg Ferber 12. 2-1: Solomon Kwao 41. 3-1: sjálvmál 45. HB – KÍ 2-1 (0-1) 0-1: Tórur Jacobsen 37. 1-1: sjálvmál 87. 2-1: Dánjal Reginsson 93. B71 – ÍF 2-3 (1-1) 1-0: Tijani Mohammed 5. 1-1: Arnold Kristiansen 41. 2-1: Clayton Soares 66. 2-2: sjálvmál 81. 2-3: Sámal Joensen 93. Suðringar – Skála 2-4 (1-1) 1-0: Teitur Mortensen 4. 1-1: Dávid Johansen 9. 2-1: Andrias Sørensen 13. 2-2: Andreas Egeberg Jacobsen 53. 2-3: Andreas Egeberg Jacobsen 59. 2-4: Andreas Egeberg Jacobsen 81. Betri-deildin kvinnur NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 EBS/Skála 20 16 2 2 80 14 +66 50 2 HB 20 14 3 3 76 21 +55 45 3 KÍ 20 14 3 3 57 19 +38 45 4 ÍF/Víkingur 20 6 0 14 30 61 -31 18 5 B36 20 2 2 16 15 75 -60 8 6 B68 20 2 2 16 19 87 -68 8 1. deild menn NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 ÍF 27 21 3 3 91 39 +52 66 2 NSÍ II 27 16 4 7 83 39 +44 52 3 KÍ II 27 16 4 7 68 34 +34 52 4 B68 27 16 4 7 60 34 +26 52 5 Víkingur II 27 11 5 11 43 45 -2 38 6 HB II 27 9 5 13 48 46 +2 32 7 Skála II 27 9 5 13 46 59 -13 32 8 B71 27 9 1 17 45 67 -22 28 9 Giza Hoyvík 27 7 5 15 37 49 -12 26 10 TB/FCS/Royn II 27 1 4 22 20 129 -109 7 Heidi Sevdal HB 23 Milja R. Simonsen HB 22 Margunn Lindholm EBS/Skála 17 Rannvá B. Andreasen KÍ 17 Máltindurin: Jan Ó. Ellingsgaard ÍF 21 Steffan Løkin NSÍ 17 Tijani Mohammed B71 14 Máltindurin: 20. umfar: KVINNUR: Fyri fyrstu ferð síðani 1999 er KÍ ikki millum tvey tey bestu 1. DEILD: Fuglfirðingar endaðu við sigri, meðan trý tey næstu í røðini snávaðu NÚ HANGA TVÆR GREIPUR Á TRÆNUM Feðgar vóru á sama liði FÓTBÓLTUR