Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. oktober 2018 · Nr. 125 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Heimir ársins venjari Heimir Guðjónsson er ársins venjari í føroyskum fótbólti sambært venjarafelagnum Leygardagin fekk HB FM-steypið handað. Undan dystarbyrjan var longu greitt, at HB ikki kundi takast í ár. Tí kundi Venjarafelagið eisini kunngera sín ársins venjara undan dystinum. Valið fall ikki óvæntað á HB-venjaran, Heimir Guðjónsson. Tað er Símun Eliasen og Frankie Jensen, sum handa steypið. Tað bleiv eisini kunngjørt leygardagin, at Jógvan Hendrik ”Hegga” Samuelsen er ársins venjari í 1.deild. Hann hevur í ár tryggjað ÍF gullið og uppflyting. Eisini er Mathias Davidsen, venjari hjá EB/Streymi/Skála, valdur til ársins venjara hjá kvinnum. Tróndur Arge Nógv bendi á, at argjamenn skuldu flyta niður, tá teir vaknaðu leygardagin. Eitt vánaligt kappingarár við bara 14 málum í 26 dystum sá út til, at enda við niðurflyting. Tá so Giza Hoyvík og næstbesta liðið hjá HB rættu B68 ein hjálpandi hond, so sá enn verri út. Leygardagin skuldi B68 bara vinna á næstbesta liðnum hjá Víkingi, fyri at tryggja sær uppflyting og senda AB og 07 Vestur í næstbestu deildina. Tað endaði málleyst og tí vistu AB og 07 Vestur, at annar av teimum yvirlivdi. 07 Vestur hevði nógv betri kort á hondini, tí við javnleiki skuldi AB vinna við tveimum, meðan ein sigur við Stórá tryggjaði plássið í bestu deildini. Argjamenn greiddu sín setning og vunnu 2-0. Gleðin verður enn størri, tá Suðringar skora til 1-0 móti 07 Vestur. Liðið hesa vikuna er eisini eitt kredit til stríðsviljan hjá argjamonnunum, sum ongantíð hava mist mótið. Liðið hesa vikuna: Venjarafelagið skrivar soleiðis um ársins venjara 2018: Argjamenn eiga liðið hesa vikuna Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Heðin Stenberg, AB Sørin Samuelsen, AB Andreas Lava Olsen, Víkingur Árni G. Olsen, AB Jobin Drangastein, AB Jónas Stenberg, AB Klæmint A. Olsen, NSÍ Adrian Justinussen, HB Bárður Olsen, AB Tóki á Lofti, AB Meinhard E. Olsen, B36 Tað er einki minni enn ótrúligt, at AB yvirlivir í bestu deildini. Liðið hevði at kalla alt ímóti sær, tá sunnudagurin byrjaði, men við einum 2-0 sigri á EB/ Streymi lagaðu hini úrslitini seg soleiðis, at AB verður verandi í bestu deildini ”Heimir Guðjónsson má sigast at hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri HB hetta kappingarári, HB venjarin, gjørdist tá ið saman um kom, ikki óvæntað og eins greitt sum HB, ársins venjari hjá monnum. Heimir hevur saman við sínum monnum í HB haft eitt ikki bara framúr gott, men eisini eitt met gott kappingarár. Heili 73 stig av 81 møguligum, tað verður sera trupult hjá nøkrum felagið at endurtaka. Heimir leiddi eisini sínar menn fram til finaluna um løgmanssteypið, har tað tó bleiv til eitt tap fyri B36, eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Hetta er sjálvsagt fyrsta FM heitið hjá Heimir í fyrstu royndini. Vit síggja við spenningi fram til komandi kappingarár.” Venjarafelagið: Minst til at trúgva upp á tað Eg havi í alt ár verið í samband við Sorin Anghel, venjara hjá AB, tá vit hava samlað inn liðtíðindini. Tað eru tað komin nógv prát burturúr, men eg á geva honum eitt – hann hevur aldrin givið upp. Líka mikið hvussu torfør støðan hevur verið, so hevur hann allatíð, at teir mugu bara spæla næsta dyst. Eg má siga er, at eg væntaði als ikki, at AB hevði nakran møguleika at yvirliva. Millum annað, tá teir taptu fyri 07 Vestur á Argjum í botnbrakinum. Tað hevur tó týdning, at blíva við at hugsa um bara tað næsta tú skal gera. HB ararnir hava eisini tosað um ein dyst á gangin. Soleiðis var eisini undan dystinum móti Víkingi, sum ikki hevði nakran týdning fyri plaseringina hjá HB. HB hevur spælt seinastu dystirnar uttan at hava nakað at spæla fyri, tí FM kom í hús longu í 23. umfari. Men eftir dystin søgdu spælararnir hjá HB tað sama sum undan hinum umførunum. Ein dyst á gangin. Ikki hugsa for langt og ikki gloyma øll tey lítlu tingini. Spæla tína næstu støðu ígjøgnum og ikki hugsa longri enn tað.